Menningarland er land, har búskaparliga menningin ikki er komin so langt áleiðis sum til dømis í USA og Vesturevropa. Tí verða menningarlondini ofta eisini nevnd "tey fátæku londini". Næstan øll menningarlondini hava verið hjálond. Menningarlondini eru øll tætt sunnan fyri ella norðan fyri linjuna (miðkring), í Suðuramerika, Ásia ella Afrika. Tríggir fjórðingar av heimsins fólkum búgva í menningarlondum. Flestum menningarlondum vantar peining, til dømis til heilsuverk, útbúgving, vatnveiting, skúla og ídnaðarmenning.

UNICEF, barnagrunnur ST, heldur, at fleiri enn 100 milliónir børn halda til úti á gøtuni [1][2]. Mangt ger, at børn fara út á gøtuna, t.d. fátækt, harðskapur, svongd ella kynslig misnýtsla.

Menningarlond hava í mong ár roynt at fingið tey ríku londini at skilt, at verandi heimsskipan er órættvís. Tey halda, at trupult verður at loysa trupulleikar í fátæku londunum, verður búskaparliga heimsskipan ikki broytt. Menningarlondini vilja millum annað sjálv hava ræði á sínari rávøru, betri prís fyri vøruna, ynskja sær nýmótans tøknifrøði og dyggari stuðul. Menningarlondini vilja eisini hava størri rættvísi. Teimum tørvar m.a. at menna heilsuverkið.

Eftir 2. heimsbardaga fóru tey fátæku og ríku londini av álvara at samstarva um at loysa nakrar av trupulleikunum í menningarlondunum. Hjálpin fer viðhvørt beinleiðis úr einum landi í annað, tvíliðað hjálp. Hon kann eisini koma úr altjóða samtaki, til dømis ES ella ST, sum umboða mong lond (fjølliðað hjálp). Eisini aðrir felagsskapir hjálpa menningarlondunum. Menningarhjálp er eisini partur í føroyskum uttanríkispolitikki.

Dømir: Moldova í Evropa, Etiopia í Afrika, Bolivia í Suðuramerika, Honduras í Miðamerika, Vanuatu í Oseania og Afganistan í Ásia.

Umhvørvisbroytingar

rætta
 

Mong menningarlond stríðast við álvarsligar umhvørvistrupulleikar, til dømis skógartýning og dálking. Ein álvarsligur trupulleiki í flestu menningarlondum er ov lítið reint vatn at drekka. Ovurtaðing og ovurnýtsla av sprænevni eins og óreinsað frásetuvatn eitra brunnar og áir, har fólkið fær sær vatn. Hungur og megurð stendst av, at skógurin verður týndur og velturnar mataðar burtur. Hvørt ár eru menningarlondini eisini fyri stórum vanlukkum, bæði av náttúruávum og mannaávum, av vatnflóð, turki og jarðskjálvta. Vanlukkurnar krevja ofta mong mannalív og hava neyð og flóttafólkatrupulleikar við sær.

Sí eisini

rætta

Keldur

rætta
  1. http://www.cyc-net.org/cyc-online/cycol-0904-Homelessness.html
  2. http://www.womenaid.org/wcwi.htm