UNICEF-grunnurin (alment United Nations Children's Fund, føroyskt Barnagrunnur Sameindu Tjóða) varð settur á stovn í 1946 at hjálpa børnunum í krígslamda Evropa. Nú arbeiðir UNICEF við at geva børnum sømilig kor í fátækum og tilafturskomnum londum í til dømis Latínamerika, Afrika og Ásia. UNICEF-grunnurin arbeiðir serliga við heilsuviðurskiftum, undirvísing og at útvega reint vatn. UNICEF ger eisini megnararbeiði at útvega børnum heilivág fyri teim verstu barnasjúkunum.

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið