Beinisvørð
Beinisvørð er 469 metrar høgt forberg í Suðuroynni, millum bygdirnar Sumba og Lopra. Beinisvørð er sermerkt og sæst nógvastaðnis frá. Beinisvørð er tað næsthægsta forbergið í Føroyum, bara Enniberg er hægri. Nógvir flytifuglar byggja reiður hvørt ár í Beinisvørði. Sumbingar plagdu fyrr í tíðini at síga niður í bergi eftir fugli og eggum. Enn fara sumbingar í stakkin við Beinisvørð eftir lunda.
![](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/b/b5/Beinisvord.jpg/250px-Beinisvord.jpg)
Yrkingar nevna Beinisvørð
rættaKenda skaldið Poul F. Joensen (1898-1970), úr Sumba yrkti ofta um Beinisvørð. Janus Djurhuus (1881-1948), sum ikki er minni kendur enn Pól F. yrkti eisini um Beinisvørð.
Beinisvørð rapaði
rættaÍ 1975 rapaði ein partur av Beinisvørði, og nógvar lomvigarøkur vóru oyðilagdar og fleiri staðarnøvn eru nú horvin [1].
Hesturin við Beinisvørð
rættaGamli vegurin millum Lopra og Sumba førir niðan á Hestin, hagani er stutt til Beinisvørð. Vegurin er tætt við eggina, eitt nú kunnu bilar ella bussar støðga við stóru antennuna uppi á Hestinum og síðan kunnu fólk ganga umleið 50 metrar út til eggina og eygleiða fuglabergið Beinisvørð. Støðgast kann eisini eitt sindur longri niðri mitt í einum breiðum svingi, har eru bert umleið 20-30 metrar til eggina. Har liggur ein træbrúgv, sum varð løgd har einaferð kongalig vitjan var í Suðuroynni. Eitt skelti er sett upp har, sum ávarar fólk, so tey ikki ganga seg útav eggini.
Sumbiartunnilin er undir Beinisvørði
rættaSumbiartunnilin var í ger í fleiri ár, hann varð tikin í brúk í 1997. Tunnilin fer ígjøgnum bergið Beinisvørð og er 3.240 metrar langur [2] Archived 2008-12-29 at the Wayback Machine.
Myndasavn
rætta-
Beinisvørð.
-
Sumba og Beinisvørð
-
Lopraneiði og Beinisvørð.
-
Beinisvørð prýðir eitt føroyskt frímerki frá 1989
-
Stakkur
-
Beinisvørð
Útvortis ávísingar og keldur
rætta- Visitsuduroy.fo Archived 2011-10-09 at the Wayback Machine
- Sumba.fo - Heimasíðan hjá Sumbiar kommunu- Myndasavn, myndir av Beinisvørð
- Myndir á Flickr.com av Beinisvørð