Grindahvalur, ella langbøkslaður grindahvalur (Globicephala melas), er eitt av størstu djórunum í springarafamiljuni. Hann er ein ímynd av føroyskari mentan og hevur hjálpt føroyingum at yvirliva í fleiri øldir. Grindahvalir liva í familjubólkum, sum eru samansettir av honum, ungum teirra og av eldri hvalum. Ein vanligur bólkur hevur næstan 70% hondjór, og fyri at sleppa undan innannøring makast hesar bert við hannum úr øðrum bólkum. Líknandi familjubólkar, har honirnar hava avgerandi leiklutin, eru óvanligir í djóraheiminum.

How to read a taxoboxWikipedia:How to read a taxobox
How to read a taxobox
Grindahvalur
Grindahvalur
Grindahvalur
Stødd samanborin við miðalmenniskja
Stødd samanborin við miðalmenniskja

Least Concern
Varðveitingarstøða
Ikki hóttur
Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
(Dýr)
Fylki: Chordata
(Chordatar)
Undirfylki: Vertebrata
(Ryggdýr)
Flokkur: Mammalia
(Súgdjór)
Hópur: Cetacea
(Hvalir)
Yvirætt: Odontoceti
(Tannhvalir)
Ætt: Delphinidae
(Springarar)
Undirætt: Globicephalinae
(Grindahvalir)
Slekt: Globicephala
Cuvier, 1812
Slag: G. melas


Útbreiðsluøki hjá grindahvali, grønt: langbøkslaður grindahvalur, blátt: stuttbøkslaður grindahvalur, myrkagrønt: bæði.

Grindahvalur er ikki friðaður. Einstakar grindir verða dripnir í Grønlandi, men annars verður grindahvalur nú á døgum bara hildin til í Føroyum.


Sí eisini

rætta