Føroysk landafrøði

Føroyar liggja norðuri í Atlantshavinum á 62° N og 7° V frá Greenwich.

Kortið vísir landið og grannalondini.
Kort av Føroyum.

Hvar rætta

Føroyar liggja í Norðuratlantshavi nøkurlunda miðskeiðis ímillum Norra, Skotland og Ísland. Mitt í Golfstreyminum í Norðuratlantshavi á 62 stigum norður. Føroyar eru partur í Norðurevropa. Føroyar eru eisini partur í danska kongsríkinum. Føroyar eru virkin partur av norðurlendskum samstarvi, bæði sum sjálvstýrandi land og sum partur av ríkisfelagsskapinum við Danmark og Grønland.

Úr Føroyum er næstan líka langt til Noregs, Skotlands og Íslands. Úr Føroyum eru góðir 400 km til t.d. Íslands. 14 tímar eru at sigla til Íslands og einir 30 til Danmarkar. Umleið 2 tímar eru at flúgva ímillum.

Í stuttum um Føroyar rætta

 
Sandur, Sandoy. Á Sandi er sandur við einastu mølheyggjum í Føroyum. Sjógvurin frystir ongantíð.
 
Slættaratindur, Eysturoy. Slættaratindur (880 m) er hægsta fjall í Føroyum. Um veturin liggur lendið ofta undir í djúpum kava.

Hagtøl rætta

Oyggjarnar rætta

Høvuðsgrein: Oyggjar í Føroyum

Oyggjarnar eru 1 399 km2 til víddar. 18 oyggjar eru í Føroyum. 17 eru bygdar og 1 óbygd, Lítla Dímun. Umframt oyggjarnar eru mangir hólmar, stakkar, drangar og sker. Tilsamans 827 av teimum.[1] Heilt neyvt er víddin av øllum Føroyakortinum, við skerum, 1 395,74 km2.[1] Umveldismark: 12 fjórðingar[4]. Størst er Streymoyggin, 374,17 km2, og minst er Lítla Dímun, 0,84 km2.[1]

Úr suðri í norður er frástøðan 113 km, og úr eystri í vestur er hon 75 km. Strandalinjan er 1 289 km.[1] Ongastaðni í landinum ert tú meira enn 5 km frá havinum. Tær størstu oyggjarnar eru Streymoy, Eysturoy, Vágar og Suðuroy. Fólk býr á 17 av teimum 18 oyggjunum. Oyggin, sum einki fólk býr á, Lítla Dímun, er rættiliga lítil (0,84km2), og er umringað av brattum, høgum bjørgum, so hon er ring at sleppa til. Einans seyðir og fuglar halda til á oynni.

Oyggjarnar úr landnyrðingi eru: Fugloy, Svínoy, Viðoy, Borðoy, Kunoy, Kalsoy, Eysturoy, Streymoy, Nólsoy, Vágar, Mykines, Koltur, Hestur, Sandoy, Skúvoy, Stóra Dímun, Lítla Dímun og Suðuroy.

Landslagið rætta

 
Saksun.
 
Túrur til Vestmannabjørgini.

Føroyar eru eitt skurvut fjallaland við høgum tindum, brøttum bergum og grønum líðum, hólmum, drangum og flesjum. Tær eru átjan smáar oyggjar, prúðar, men ómildar á at líta, tá ið tú kemur uttan av havi inn ímóti teimum, men kemur tú heilt inn at teimum, inn í tey djúpu sundini og firðirnar, "vilt tú vera varur við mangt vakurt og gott millum fjøru og fjals" ("Langt burt frá øðrum londum" eftir Gulak Jacobsen). Gjøgnum oyggjarnar ganga høgir fjallaryggir. Í Suðuroy ganga teir tvørtur um oynna, í hinum oyggjunum mest langvegin. Á Viðoynni, Kalsoynni og summum øðrum støðum er ryggurin ein hvøss, tunn røð. Men fyri tað mesta eru teir bæði flatar og breiðar herður. Upp av teimum reisa seg so hægri tindar og fjøll við skørðum ímillum. Frá herðunum ganga brattlendi niður móti dølum, sjónum ella øðrum undirlendi.

Gjøgnum brattlendini ganga ofta brýr, røkur og hamrar, men har sum brattlendið er vallað, síggjast bara teir hægstu hamrarnir. Úti móti opnum havi er oftast bratt berg. Stundum standa tey beint upp, og nevnast tey tá meitilberg. Mangastaðni liggja undir berginum stórar urðar og vísa á, at har hava verið stór berglop. Oyggjarnar hava ikki altíð sæð út sum nú. Kletturin molnar og terist av regni og skiftandi frosti og hita, máast av vatni, ísi og vindi og matast av havalduni. Munurin sæst ikki dag frá degi, men ár koma og ár fara, og tó at bergið kann vísa seg at standa reyst, so máast tað umsíðir. Knappliga kann tað skrædna frá í ervi, loysna úr homrum og berglopið skríður við øgiligum duni út á sjógv. Flestu urðarnar hevur havið skolað burtur. Oman á teimum høgu fjøllunum liggur grót og eyrur, sum frost, vatn og sólarhiti hevur sprongt leyst. Vindurin ber smágrót og eyr út av fjallinum, og vatnið skolar tað oman gjøgnum brekkurnar. Dalar, sum liggja undir grýtutum fjøllum, hava altíð eyrblandaða mold og eyr í áunum. Her og har liggur stórgrót, sum er loysnað úr homrunum. Grótið í Føroyum er av tí slagnum, sum verður nevnt basalt, tað liggur í flógvum hvør oman á aðrari. Fyri mongum túsund árum síðani vóru stór eldgos her um leiðir, og hesar fláirnar eru komnar soleiðis, at grótbræðing hevur spríkt upp úr jørðini gjøgnum op og rivur, og runnið út yvir landið og er so storknað til grót. Soleiðis gerst grót enn í øðrum londum, á Íslandi til dømis goysir ofta grótbræðing enn út úr eldfjøllunum. Hvør flógvin er komin við eitt eldgos, tær niðaru fyrr, tær ovaru seinni. Millum grótfláirnar eru summastaðni fláir av royðugróti. Tað líkist øsku í liti, grátt, reytt og brúnt, og øska er tað, sum er rokin upp úr eldgloprunum. Av tí mikla fargi omaná er hon harðnað til grót. Eina tíð millum eldgosini má viðaskógur hava vaksið her, tí nógvastaðni í oyggjunum er kol at finna, og kol er viður, sum er rotnaður til mógv og síðani harðnaður til kol av farginum omaná. Stundum síggjast týðiliga kvistarnir og viðingarnar í kolstykkjum. Hvussu leingi eldgosini hava vart, kann ikki sigast við vissu, men tey hava vart í mong túsund ár. Í hesari tíð og av hesum eldgosum eru Føroyar uppbygdar.

Tá ið eldgosini vóru steðgað, kunnu vit ætla, at landøkið her á okkara leiðum hevur verið ein samanhangandi basaltháslætti, men síðan ta tíð hava tær oyðandi kreftirnar, vatnið, ísurin, vindurin, havið og skfitandi hiti tært, máað og matað háslættan sundur og broytt hann so, at hann gjørdist til oyggjaflokkin Føroyar. Eftir at eldgosini vóru steðgað, gjørdist so kalt her norðuri, at ísur legðist ikki bara yvir Føroyar og økið her um leið, men eisini yvir stórar partar av Kanada, Grønland og Norðurevropa. Ísurin er gliðin suðureftir og norðureftir og hevur máað og gnaddað landið og givið bæði dølum og fjørðum ta útsjónd, teir nú hava. Gamalt er sagt, "at útnyrðingur liggur javnur gjøgnum allar firðir í Føroyum", og hyggja vit t.d. á kortið, síggja vit, at ikki bara allir opnir sund og firðir, men teir longstu dalarnir ganga sama veg. Sum ísurin nú liggur oman á Grønlandi, hevur hann áður eisini ligið oman á Føroyum. Og sum hann nú har ekur oman móti sjónum, hevur hann tá ikið her, fyri norðan í útnyrðing, fyri sunnan í landsynning. Undir ísinum lá eyrur, sum av tí ógvuliga trýsti var skrubbaður fast oman eftir jarðklettinum og soleiðis brýndi dalarnar niður. Verður flag grivið oman av slættari hellu, síggjast ofta tættar skøvur í henni, sum allar ganga sama veg um dalurin, hesar skøvur hevur ísurin skurslað. Men eftir fáum árum máar veðrið tær burtur, tí síggjast tær sjáldan í hellum, sum liggja berar. Ymsastaðni kunnu vit síggja morenur, morenur kalla vit tað tilfarið av leysum eyri, leiri, gróti og sandi, sum ísurin hevur flutt við sær. Hyggja vit at tí føroysku strondini, so er stórur munur á eysturstrondini, norðurstrondini og vesturstrondini. Innansyndis og eystantil er ofta fjøruslætt og vallað. Norðantil og vestantil eru bjørgini. Allastaðni fram við strondini síggjast merki eftir, hvussu havið hevur matað landið - urðar, gjáir og skriður eru týðilig merki av hesum oyðingum. Fram við landinum standa stakkar og drangar, har liggja flesjar og hólmar, sker og boðar, sum tað seinasta, ið er eftir av tí landi, sum burtur er matað.

Veðurlagið rætta

 
Við Gjógv.

Veðurlagið er rímiliga vátt, við nógvum regni og mjørka, og onkuntíð hørðum ódnum eisini. Her í Atlantshavi renna saman heitir og kaldir luftstreymar, og veðurlagið er skiftandi sól, regn og mjørki. Um summrini eru Føroyar rímiliga kaldar, við miðalhitanum 11°C. Miðalhitin í okkara kaldasta mánaði er 3 °C. Sjálvt um tær liggja á 62° norður, so heldur Golfstreymurin veðurlagið flótt, so vit hava mildar vetrar. Milda og slavna veðurlagið er gott til t.d. seyðahald, sum var høvuðsvinna. Golfstreymurin ger at sjógvurin frystir ikki. Veðrið er ógvuliga óstøðugt, tí Føroyar liggja í norðuratlantiska lágtrýstbeltinum. Føroyar hava strandaveðurlag.

Veðurlagið í Føroyum er - ikki uttan orsøk - ofta lýst sum "rásarúmið hjá veðurgudunum". Føroyar hava eisini oyggjaveðurlag við ógvuliga skiftandi veðri. Bert stutt løta kann vera millum sólskin og regn, logn og storm. Sólskin, regn og mjørki hvørt um annað. Í Føroyum mást tú altið laga teg eftir veðrinum. Veturin er lýggjur; ofta við regni, vindi og við hvørt nakað av kava og kulda, sum ikki liggur serliga leingi. Summarið er ljóst - á hásumri nærum alt samdøgrið. Longsta dag eru 19,5 ljóstímar, og stytsta dag eru uml. 5 ljóstímar. Hitin liggur ofta um 10 - 12 °C, men onkrar dagar krýpur hann upp í 20 °C.

Veðurlagið fram við sjóvarmálanum í Føroyum er tempererað veðurlag við miðalhita í august upp á umleið 11 °C. Veðurlagið fer frá at verða bólkað sum tempererað til at vera arktiskt, tá ið miðalhitin fyri heitasta mánað er minni enn 10 °C. Fyri hvørjar 100 metrar upp frá sjóvarmálanum kólnar luftin 0,7 °C, og tað merkir, at vit eru farin um markið frá tí tempereraða til tað arktiska veðurlagið longu einar 200 metrar yvir havi. Føroyska veðurlagið fevnir sostatt um sjálvt markið millum tempererað og arktiskt veðurlag, og umleið 80 % av føroyska landøkinum hevur arktiskt veðurlag. Í tí arktiska beltinum í landslagnum eru jarðrivstilgongdirnar serliga virknar. Tá ið veður og vindur slítur klettin við salt, hita og kulda, so tærist kletturin, og rivurnar í klettinum víðkast. Hartil hevur plantugróðurin stutta vakstrartíð, og ovasta jørðildið er merkt av frostnálum, sum elva til viðkvæmi fyri vatni og vindi. Hetta sæst serliga væl á økjum við svarðloysi og í brattlendi.

Hóast landið er lítið, er ikki altíð sama veður allastaðni í landinum.

Føroyskir býir rætta

 
Tórshavn, sum er høvuðsstaður við umleið 20 000 íbúgvum, liggur sunnarlaga í Streymoynni.

Høvuðsgrein: Yvirlit yvir allar búsetingar í Føroyum, t.e. bygdir og býir

Tórshavn ella Havnin er høvuðsstaður í Føroyum og nógv størsti býurin. Havnarøkið hevur stóran týdning. Í Føroyum eru eisini aðrar stórar kommunur ella býir. Klaksvík er næststørsti býur í Føroyum.

Fjøll rætta

Høvuðsgrein: Yvirlit yvir øll fjøll í Føroyum

Hægsta fjallið er Slættaratindur 880 m høgur. Næsthægsta fjallið er Gráfelli, sum er 856 m høgt. Seks av tíggju teimum hægstu fjøllunum liggja á somu oyggj - Kunoyggin. Tey seks fjølllini á Kunoynni, sum eru millum 10 tey hægstu í Føroyum eru: Kúvingafjall 830 m, Teigafjall 825 m, Kunoyarnakkur 819 m, Havnartindur 818 m, Urðafjall 817 m og Middagsfjall 805 m.[3]

Í miðal eru fjøllini í Føroyum umleið 300 m høg.

Vøtn rætta

 
Sørvágsvatn, verður í Vágum eisini nevnt Vatnið og í nýggjari tíð Leitisvatn, liggur í Vágum og er størsta vatn í Føroyum, 3,57 km2 til víddar.

Høvuðsgrein: Listi yvir vøtn í Føroyum

Sørvágsvatn (eisini rópt Leitisvatn) er størsta vatnið í Føroyum. Leitisvatn er 3,57 km2. Hini eru: 2. Fjallavatn, Vágar 1,03 km2; 3. Sandsvatn, Sandoy 0,82 km2; 4. Toftavatn, Eysturoy 0,51 km2. Tvey tey størstu vøtnini í Føroyum, Sørvágsvatn og Fjallavatn liggja mitt í Vágoynni.[5]

Vøtnini eru á hesum oyggjum: Suðuroy, Sandoy, Vágar, Nólsoy, Eysturoy, Streymoy og Hestur.

Jarðfrøði rætta

 
Fjallið Enniberg (754 m.) í Norðoyggjum. Enniberg er hægsta forberg í Evropa [6].

Niðurbrótingin av føroyska basaltháslættanum tók rættiliga dik á seg í ístíðunum, sum byrjaðu fyri 2,6 milliónum árum síðan. Í hvørjari ístíð savnaðust skriðjøklar og óku út á sjógv. Skriðjøklarnir høvdu stórt grót og nógv tilfar við sær út á sjógv. Harvið broyttust lægdir til djúpar dalar og firðir við brøttum líðum, meðan høvdir í upprunaliga landslagnum komu at standa næstan órørdar eftir, sum opin fjallalandsløg og slættir fjallatoppar.

Oyggjarnar eru úr basalti, gosgróti, ið síðan fornu eldgosini er grivið burtur av jøklum í seinastu ístíð. Hesir jøklarnir eru nú firðir, sund og dalar, og orsøk til, at Føroyar eru tað oyggjasamfelagið, sum vit kenna í dag. Av tí, at Føroyar eru skaptar soleiðis, at ísurin lættliga kundi renna burtur, rennur vatn eisini lættliga burtur. Sum oftast er hetta ikki ein trupulleiki, tí nógv regn er í Føroyum. Men tað kemur fyri, at einki regn er í fleiri mánaðir.

Føroyar eru av basalti, sum varð til eftir stór eldgós fyri 60 mió. árum síðani. Tá fóru meginlondini hvørt frá øðrum ímillum Eysturgrønland og Føroyar og fóru hvørt sína leið. Jarðfrøðiliga eru Føroyar bygdar av basaltlava, tað er flótandi basalt, sum er storknað í fáum til bamrar og røkur. Ímillum basaltfláirnar er bleytt royðugrót, sum er øska av eldgosum. Oyggjarnar vórðu til úr eldgosum tíðliga í tertiertíðindi, fyri einum 60 mió árum síðan. Nú er einki gosvirkni. Landslagið er upp gjøgnum tíðirnar evnað til av jøklum, jøkulvatni, veðri, sjógvi og vindi. Flestu oyggjarnar eru langar og smalar. Ikki er langt um firðir ella sund, men ofta er streymhart.

Í Suðuroy halla fláirnar í landnyrðing og landnyrðing eystan, í norðaru oyggjunum í landsynning eystan og landsynning. Niðastu basaltfláirnar eru tí vestanfyri og í Suðuroy, miðfláirnar mest í miðoyggjunum og ovastu basaltfláirnar eystanfyri.

Í Føroyum nevna vit strendurnar bakki, berg, hella, fjøra, møl og sandur. Fram við landi eru nógvastaðni stakkar, drangar, flúrar, flesjar og sker.

Havleiðirnar um Føroyar rætta

 
Lond í Norðurhøvum.

Sund og firðir skilja oyggjarnar frá hvørjari aðrari. Í flestum sundum og fjørðum er óføra harður streymur, men í summum er "deyðavatn". Undir sjónum er løgið landslag fjalt fyri eygum okkara. Har eru stórar urðar, langir fjallaryggir og djúpar gjáir, djúpálar, bæði longri og djúpari enn uppi á turrum. Mesti havbotnurin er tó slættur. Sumstaðni hevur havið máað inn í bergið og gjørt holur og loft.

Føroyar liggja millum Norskahavið og Norðuratlantshavið. Hesi høv eru skild av einum undirsjóvarryggi, sum gongur millum Skotland og Ísland yvir Føroyar. Vestan fyri Ísland heldur hesin ryggur fram yvir ímóti Grønlandi og víðari til Kanada. Tann parturin av rygginum, sum er millum Ísland og Føroyar, verður nevndur Føroya-Íslandsryggurin. Stóran part av strekkinum millum Ísland og Føroyar kemur ryggurin upp á 500 metra dýpi. Millum Grønland og Ísland er nakað djúpari, men djúpasta skarðið á øllum rygginum er í Bankarennuni, millum Føroyabanka og landgrunnin. Hon er um 850 metrar djúp. Frá Føroyabanka heldur ryggurin fram móti Skotlandi og verður á hesum strekki vanliga nevndur Wyville-Thomson Ryggurin. Hann kemur upp á uml. 600 metra dýpi.

Norðuratlantsstreymurin ber heitan sjógv við sær móti Føroyum, tí hann kemur sunnaneftir úr heitari høvum. Hann kemur úr Golfstreymurin, og her á landi nýta vit ofta tað navnið, um tann streymin, sum fer fram við okkum. Føroysku havleiðirnar fáa tó ikki bara heitan sjógv. Ein kaldur streymur kemur suðureftir fram við Íslandi. Hann verður nevndur Eysturíslandsstreymurin, og hann er kaldur, tí sjógvurin í honum kemur úr teimum køldu høvunum fyri norðan. Hyggja vit gjøllari at Norðuratlantsstreyminum, har hann fer fram við Føroyum, síggja vit, at hann býtir seg í tvær greinir. Syðra greinin fer suður um føroyska landgrunnin og eystur gjøgnum Hetlandsrennuna. Norðara greinin fer yvir um Íslandsryggin, men nakað av sjógvi fer næstan heilt norður móti Íslandi, har ein partur fer vestur aftur í hav, meðan restin fer suðureftir og eystur um ryggin.

Samanburður rætta

 
Vatikanríkið er í Róm. Tað er bara 0,44 km2 og er heimsins minsta sjálvstøðuga land. Lítla Dímun er minsta oyggj í Føroyum, 0,82 km2 til víddar.

Samlaða víddin á Føroyum er 1 399 km2 (113 km úr norður- til suðurenda, 75 km úr vestur í eystur).

Talva rætta

Samanbering við onnur smálond (stødd í km2).

Nr Land Vídd í km²
1   Luksemburg 2 586
2   Móritsius 1 969
3   Hetland 1 468
4   Føroyar 1 399
5   Hongkong 1 104
6   Orknoyggjar 990
7   Kongsríkið Barein 950
8   Lýðveldið Singapor 710
9   Mikronesiasamveldið 702
10   Fólkaræðiliga Lýðveldið Sao Tomi og Prinsipi   964
11   Mann 572
12   Prinsadømið Andorra 468
13   Lýðveldið Malta 316
14   Lýðveldið San Marino 61,2
15   Gibraltar 6
16   Fúrstadømi Monako 1,98

Keldur rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. 1.0 1.1 1.2 1.3 1.4 1.5 "Umhvørvisstovan - Oyggjastøddir". https://www.us.fo/Default.aspx?ID=14077. Heintað 2020-12-12. 
  2. http://www.gluggin.net/vedur/DMI_fo-met_2.htm
  3. 3.0 3.1 "Umhvørvisstovan - Fjøll í Føroyum". https://www.us.fo/Default.aspx?ID=14071. Heintað 2020-12-12. 
  4. ANORDNING NR. 240 FRÁ 30. APRIL 2002 OM IKRAFTTRÆDEN FOR FÆRØERNE AF LOV OM AFGRÆNSNING AF SØTERRITORIET
  5. "Umhvørvisstovan - Størstu vøtn". https://www.us.fo/Default.aspx?ID=14075. Heintað 2020-12-12. 
  6. http://books.google.com/books?id=fULqNyVRakkC&pg=PA128&lpg=PA128&dq=highest+sea+cliff+in+europe+Enniberg&source=bl&ots=X4xqvNPO8v&sig=nJnQ7G4L5V-P4YUY_73emMe_QGo&hl=en&sa=X&ei=XhE3U5itCoG-sQS8zYCADw&ved=0CFQQ6AEwCQ#v=onepage&q=highest%20sea%20cliff%20in%20europe%20Enniberg&f=false