Móritius

(Ávíst frá Móritsius)
Lýðveldið Móritius
Republic of Mauritius
Flagg Móritius
(Flagg Móritius)
Skjaldarmerki Móritius
(Skjaldarmerki Móritius)
Tjóðarslagorð: "Stella Clavisque Maris Indici"
Tjóðsangur: "Motherland"
LocationMauritius.png
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður Port Louis
Forseti Prithvirajsing Roopun
Forsætisráðharri Pravind Jugnauth
Fullveldi 12. mars 1968
(frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
2,040 km²
0.05 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2009
 - tættleiki
 
1 288 000
631.4/km²
Gjaldoyra Rupi (MUR)
Tíðarøki UTC +4
Økisnavn á alnetinum .mu
Telefonkota +230

Móritius ella Mauritius (enskt: Republic of Mauritius) er ein lítil oyggj í tí Indiska havinum uttan fyri Madagaskar. Síðani umleið ár 1700 hevur oyggin verið ein fronsk koloni, og sum so nógv onnur afrikonsk hjálond hevur Móritius verið ein miðdepil fyri trælahandil og eitt paradís fyri sjórænarar. Ígjøgnum nógv ár við trælahandli og innflutningi av ymiskum fólkasløgum, er Móritius ein stórur peruvellingur av fleiri religiónum og fólkasløgum. Uml. 60 prosent av øllum fólkunum eru hinduar, ein triðingur romanskir katolikkar, og ein fimtipartur muslimar, og so eru aðrar religiónir eisini. Móritius er heimsmeistari í javnstøðu. Miðallívsævin í landinum er 74,0 og 15,6 % av fólkinum eru ikki lesifør 1.

UmhvørviEdit

Móritar vænta at spara eini 75-90 % av orkunýtsluni til køling av dátusentrinum "The Mauritius EcoPark", við at nýta kaldan sjógv úr havinum, heldur enn meira klassiska "air conditioning". Sovorðin skipan verður longu brúkt á Cornell University í New York, har tey longu hava staðfest eina orkusparing á 86 %, og í Toronto hava tey eisini eina líknandi skipan.

Útdeyð djórEdit

Mong djór, sum eru í vanda fyri at verða týnd, liva á Móritius.

DronturinEdit

Í 1505 varnaðist ein portugisiskur sjófari, at í oynni Móritius var ein ovurstórur fuglur. Hann var 25 kg og nevndist drontur. Skjótt fóru hópin av skipum, sum vóru á veg úr Evropa til India, at leggja leiðina um Móritius, har sjómenninir gjørdu sær dælt við feskum drontskjøti. Fuglurin var lættur at veiða, tí hann dugdi ikki at flúgva. Og tað, sum sjómenninir ikki fingu fyribeint, tað gjørdu hundar og kettur, sum teir løgdu eftir seg í oynni. Tey ótu eggini og ungarnar hjá drontinum. Seinasta frásøgn um livandi dront er frá 1681. Síðan er hann ongantíð sæddur. Einasta, sum á okkara døgum finst eftir hann, eru tveir skøltar og ein fótur. Hesi beinaræ og nakrar fáar tekningar geva okkum eina ábending um, hvussu dronturin hevur sæð út.

MyndasavnEdit

KeldurEdit

Hygg eisini atEdit


Lond í Afrika
Algeria | Angola | Benin | Botsvana | Burkina Faso | Burundi | Djibuti | Egyptaland | Ekvatorguinea | Eritrea | Etiopia | Fílabeinsstrondin | Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo | Gabon | Gambia | Gana | Guinea | Guinea-Bissau | Kamerun | Kap Verde | Kenja | Kjad | Komoroyggjar | Kongo | Lesoto | Liberia | Libya | Madagaskar | Malavi | Mali | Marokko | Miðafrikalýðveldið | Mosambik | Móritania | Móritsius | Namibia | Niger | Nigeria | Ruanda | Sao Tomi og Prinsipi | Sambia | Senegal | Seyskelloyggjar | Sierra Leona | Simbabvi | Somalia | Sudan | Suðurafrika | Suðursudan | Svasiland | Tansania | Togo | Tunesia | Uganda | Vestursahara
Sí miðlasavnið