Gráfelli er næsthægsta fjall í Føroyum. Tað er norðast í Eysturoynni millum Eiði, Funning og Gjáar, beint norðanfyri Slættaratind, sum er Føroya hægsta fjall. Gráfelli er 857 m høgt. Vestur úr Gráfelli er ein lítil tindur, ið kallast Krákan. Skarðið millum Slættaratind og Gráfelli kallast Bláaberg og er í 640 metra hædd.

Gráfelli.
Fjøllini Gráfelli og Slættaratindur og bygdin Funningur.
Gráfelli (longst burtur), Krákan (lítli tindurin í miðjuni) og Manssetur (fjallið longst til vinstru), sæð av Eiði.
Henda greinin um Føroyar er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana