Rækja livir á botni og er at finna víða um bæði í feskum vatni og í sjógvi. Rækjur í feskum vatni kunnu gerast upp í 35 cm langar, og tær í sjónum verða heldur minni. Á liti eru rækjur eisini rættiliga ymiskar. Summar eru gjøgnumskygdar, aðrar grá-brúnar ella reyðar, og summar hava mynstur. Rækja hevur langan kropp og tveir stórar kampar á høvdinum. Hon hevur long og kløn bein at ganga á, og á afturkroppinum sterk bein at svimja við. Hon hevur tunna skel og ein tein í pannuni. Teinurin er oftast sag-tentur.

Rækja er tvíkynjað, t.v.s. at hon er bæði hon og hann. 2-4 tey fyrstu árini av lívi sínum er rækja kalldýr, men broytist síðan til kvenndýr.



Grønlandsrækja er á 50-500 m dýpi í norðara parti í Atlantshavinum og Kyrrahavinum. Hon er reyð, hevur ein langan tein í pannuni og verður um 16 cm long. Grønlandsrækja hevur stóran vinnuligan týdning. Fleiri hundraðtúsund tons verða fiskað árliga. Undir Føroyum er eitt slag, sum er í ætt við grønlandsrækju. Hon eitur reyðrípurækja og sæst eisini inni á grunnum vatni inni við land.