Tú alfagra land mítt
"Tú alfagra land mítt" er tjóðarsangur hjá Føroyum. Sangurin er yrktur á háskúlanum í Føgrulíð 1. februar 1906. "Mítt alfagra land" var yvirskriftin hjá Símuni av Skarði (1872-1942), tá ið hann 1. februar 1906 hevði gjørt yrkingina, sum seinni gjørdist tjóðsangur okkara. Fyrstu ferð ”Tú alfagra land mítt” kom á prent, var í Tingakrossi 8. januar 1908. Uppi yvir tekstinum er tilskilað, at lag er eftir Petur Alberg, og niðriundir er í fótnotu sagt frá, at sangurin hevði verið sungin á konsert í Havn annan jóladag.
"Tú alfagra land mítt" líkist ikki hinum føroysku fosturlandssangunum heilt. Hugsa vit um teir elstu av hesum sangunum frá 1870-árunum og 1880-árunum, so byrja teir ofta við at siga, hvar Føroyar eru, nevniliga langt burtur - yrkjararnir vóru staddir í Keypmannahavn og sóu landið haðani - og úti á miðjum havi, tað verður nevnt, at landið er lítið, at tað eitur Føroyar, at tað er føðiland okkara og tí mugu vit æra tað; landið er fátækt, men yrkjaranum leingist eftir tí, hann elskar tað og ynskir tí góða framtíð í Guds navni. ”Tú alfagra land mítt” lýsir hvørki landslagið, vinnuvegirnar, søguna, legu landsins ella stødd og aldur tess, sum var so vanligt í teimum eldru føðilandssangunum; tann kunnleikin er her ein givin fyritreyt.
Síðan Føroyar fóru at taka lut í altjóða fótbólti, er tjóðsongur okkar borin fram víða um lond. Henda yrkingin, sum fyri 100 árum síðani varð yrkt í Føgrulíð, har sum søgan í dag teskar úr hvørjum steini, hoyrist nú langt út um Føroya strendur, men fyrst og fremst hevur hon vunnið sær pláss í føroyinga sál.
Tekstur
rætta
Tú alfagra land mítt,
mín dýrasta ogn!
á vetri so randhvítt,
á sumri við logn,
tú tekur meg at tær
so tætt í tín favn.
Tit oyggjar so mætar,
Gud signi tað navn,
sum menn tykkum góvu,
tá teir tykkum sóu.
Ja, Gud signi Føroyar, mítt land!
Hin roðin, sum skínur
á sumri í líð,
hin ódnin sum tínir
mangt lív vetrartíð,
og myrkrið, sum fjalir
mær bjartasta mál,
og ljósið, sum spælir
mær sigur í sál:
alt streingir, ið tóna,
sum vága og vóna,
at eg verji Føroyar, mítt land.
Eg nígi tí niður
í bøn til tín, Gud:
Hin heilagi friður
mær falli í lut!
Lat sál mína tváa
sær í tíni dýrd!
So torir hon vága
- av Gudi væl skírd -
at bera tað merkið,
sum eyðkennir verkið,
ið varðveitir Føroyar, mítt land!
Keldur
rætta- Turið Sigurðardóttir: Tú alfagra land mítt - tjóðsangurin og søga hansara.
- Føroya Skúlabókagrunnur 2006; (teldutøkur bóklingur á heimasíðu skúlabókagrunsins [[1]]).