Región Norðurjútland

Región Norðurjútland (Danskt: Region Nordjylland) er ein av teimum fimm Regiónunum í Danmark, sum vóru settar á stovn 1. januar 2007 eftir at Kommunalreformurin varð samtyktur í 2005. Región Norðurjútland fevnir um tað fyrrverandi Nordjyllands Amt og um teir partar av tí gamla Viborg Amt, ið liggja norðanfyri Limfjørðin, íroknað oynna Mors. Harumframt er tann norðari parturin av tí nú fyrrverandi Århus amt, har ið býurin Mariager liggur. Miðfyrisitingin hjá Regiónini liggur í Regiónshúsinum í Aalborg Eystur.

Kort yvir Región Norðurjútland

Regiónirnar í Danmar eru komnar í staðin fyri tey gomlu amtini, og talið av kommunum er minkað til 98. Tað eru 11 kommunur í Región Norðurjútlandi, fólkatalið er 580.272 (2013) og økið fevnir um 7.910 km². Regiónsráðsformaður er Ulla Astman.

Kommunur í regiónini

rætta
 
Kommunur í Región Norðurjútland

Keldur

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið