Rumenskt er eitt romanskt mál, ið verður tosað í Rumenia, Moldova og spjatt í ymiskum londum á Balkan. Rumenskt er alment mál í Rumenia.

Bendingarlæra rætta

Navnorð og lýsingarorð rætta

Rumenskt er í summum førum meira konservativt enn tey vestligu romansku málini. Málið hevur varðveitt eina skipan við føllum, soleiðis at navnorð og lýsingarorð bendast í trisum føllum: hvørfall/hvønnfall (nominativ/akkusativ), hvørjumfall/hvørsfall (dativ/genitiv) og tiltalufall (vokativ):

băiat "drongur" fată "genta"
óbundið bundið óbundið bundið
Eintal hvørf./hvønnf. băiat băiatul fată fata
hvørjumf./hvørsf. unui băiat băiatului unei fete fetei
tiltaluf. băiatule fată/-a/-o
Fleirt. hvørf./hvønnf. băieţi băieţii fete fetele
hvørjumf./hvørsf. unor băieţi băieţilor unor fete fetelor

Sum tað sæst, so hevur rumenskt eitt eftirhongt bundið kenniorð, mótsatt hinum rumensku málunum, men eins og í norðurlendskum, (drongin, gentan). Tað bundna kenniorðið kemur eins og í hinum romansku málunum av tí latínska ávísingarfornavninum (demonstrative pronomen) ille "hasin har", t.d. homo ille > rumenskt omul / ille homo > franskt l’homme "maðurin".

Ávisingar úteftir rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið