Djóralívið í Føroyum
Djóralívið í Føroyum er sera fjølbroytt, bæði í livimáta og stødd. Samanbera vit talið av djórasløgum í Føroyum við samlaða talið á jørðini, síggja vit, at av teimum 4000 súgdjórasløgunum, ið finnast á jørðini, eru bert 3 sløg í Føroyum (rotta, mús, hara). Talið av skordýrum er nakað hægri. Av teimum 751.000, sum finnast á jørðini, eru okkurt um 950 sløg skrásett í Føroyum. Av teimum 9.040 kendu fuglasløgunum eru umleið 50 sløg, sum eiga í Føroyum, og av teimum 18.150 fiskasløgunum finnast 180 sløg við Føroyar. Av hesum eru 5 í feskvatni: laksur, síl, bleikja, állur og kombikk.
Tær smæstu verurnar eru so smáar, at tær ikki síggjast við berum eygum, og tær størstu eru væl størri enn tær størstu á landi. Havsúgdjór eru kópur, hvalir og roysningur, meðan súgdjórini á landi eru mús, flogmýs, rotta, hara og so øll húsdjórini so sum ketta, hundur, neyt, seyðir, geitir og annað. Seyðurin er tann mest eyðsýndi parturin av djóralívinum í haganum. Samstundis hevur hann eisini so mikið stóra ávirkan á vøksturin, at hann myndar m.a. skordýra- og fuglalívið.
Fuglar
rættaHøvuðsgrein: Fuglar í Føroyum
Fuglalívið er fjølbroytt. Um 54 fuglasløg eiga javnan í Føroyum.
Landdjór
rættaÍ Føroyum liva trý vill landsúgdjór: rotta, mús, hara. Haran, sum vit kenna í Føroyum er norður evropeiska snjóharan (L. timidus). Hon hevur gjøgnum tíðirnar broytt lit, frá at vera snjóhvít, til at vera meiri grá. Eisini skiftir hon lit eftir árstíðunum. Haran verður veidd um veturin frá 2. nov. til 31. des. Rotta og mús liva í Føroyum, hóast músin er á einum avmarkaðum øki, á nøkrum fáum oyggjum. Músin, sum livir í Føroyum er vestanmúsin (Mus domesticus). Rottan, sum livir í Føroyum er brúna rottan (Rattus norvegicus), hon er at finna um alt landið, og verður eisini kallað ferðarottan.
Havdjór
rættaSí eisini: Fiskar undir Føroyum
Teir hvalir, sum eru oftari at síggja í havinum kring Føroyar eru bóghvítuhvalur (Orcinus orca) og grindahvalur (Globicepthala melas). Av kópi er láturkóp (Halichoerus grypus) tann mest vanligi, sum leggur í Føroyum. Navnið látur kemur av, at hann heldur til í látrum, sum eru djúpar gjáir, ið ganga inn í bergið niðri við sjóvarmálan. Aðrir kópar, sum eisini ofta verða sæddir við Føroyar, eru granarkópur (Erignathus barbatus) og steinkópur (Phoca vitulina). Klappus (Cystophora Cristata) var ofta at síggja við Føroyar fyrr, men tað kemur næstan ikki fyri longur. Roysningur, sum er í slekt við kóp er mangan at síggja í Føroyum, hóast hann ikki leggur her.
Fiskar
rættaHigartil eru skrásett 245 (pr. 2014) ymisk fiskasløg í føroyskum sjógvi, t.e. innan fyri 200 fjórðinga markið, og tað leggjast støðugt nýggj sløg aftrat. Til samanberingar kann nevnast, at fyri alla jørðina er talið eini 30 tús. sløg. Helvtin av hesum fiskasløgunum eru boreal. Hetta eru fiskasløg, sum liva á eystursíðuni á Norðuratlantshavinum frá Ermasundi norður til Tromsø. Hin helvtin eru fiskasløg, sum liva í økinum frá Miðjarðarhavinum norður móti tí boreala økinum.
Undir Føroyum eru nøkur fá fiskasløg, sum eru at finna í stórum nøgdum mett í vekt: svartkjaftur, toskur, upsi, hvítingsbróðir, svartkalvi, stóri kongafiskur, nebbasild, gullaksur, trantkongafiskur og lítil kongafiskur. Fram til 1968 var nógv av sild undir Føroyum.
Myndasavn
rætta-
Í Føroyum eru eini 550.000 pør av føroyskum atlantslunda.
-
Hvítravnur var eitt serføroyskt ravnabrigdi, men er nú útdeyður.
-
Láturkópur er einasta kópaslag í Føroyum.
-
Føroyski starin Sturnus vulgaris faroensis er eitt slag fyri seg, størri og knáligari vaksnir enn aðrir starar.