Kattur (frøðiheiti Felis catus) er lítið smidligt dýr við bleytum skinni vanl. havt sum húsdjór. Eygleiða vit kettu, ið lúrir eftir t.d. fugli, síggja vit týðuliga skyldskapin við tikara og leyvu.

Gomlu egyptarnir høvdu kettur at verja korngoymslurnar. Teir virdu ketturnar so nógv, at summar vórðu tilbidnar sum gudar, og teir gjørdu teimum standmyndir sum hesa.

Ketta svevur í miðal einar 16 tímar um samdøgrið, men ikki leingi í senn. Kroppurin er lagaður at nýta nógva orku í stuttum bilum og krevur tí nógva hvíld aftaná. Ketta er eisini reinfør. Hon vaskar sær minst ein tíma til saman um dagin og sleikir skinnið reint, so tað verður blankt, slætt og mjúkt, tí tá livir tað betur. Samstundis sleppur hon av við sníkjarar, og blóðrenslið verður betri.

Í ringum ljósi eru sjónopurnar stórar, so mest møguligt ljós sleppur at eyganum. Innast í eyganum er endurskyggjandi jaður, ið kastar ljósið aftur frá eyganum. Tí lýsa kettueygu í myrkri. Í dagslýsi eru sjónopnurnar smalar, so minni ljós kemur at eyganum.

Í mong túsund ár er svørt ketta sett í samband við pátrúgv og gand. Summi halda framvegis, at hon boðar frá bæði ófrættum og eydnu.

Okkara kettur eru ættaðar undan gráríputum villkatti, ið hevur verið í uml. 1 mió ár, tí afrikanska villkattinum. Villkatturin líkist vanligu tomu kettuni, men er førligari, og høvið er størri. Afrikanski villkatturin hevur døkkar rendur á hala og beinum. Onnur villkattasløg eru óivað eisini upp ígjøgnum tíðirnar ald í øðrum heismpørtum. Tomu ketturnar vóru serliga havdar at taka rottur og mýs í korngoymslum. So við og við spjaddust ketturnar við menniskjum til flestu øki í heiminum, og fólk fóru at ala serlig kettusløg, til dømis halaleysa mankettu, snøgga kettu og lodna persarakettu. Tamar kettur vóru vanligar í Evropa fyri 3.000 árum síðan.

Fleiri enn 300 ymisk kettusløg eru ald við ávísum litum, men enn fleiri tilvildarlig sløg eru. Kettualarar koma javnan við nýggjum blendingum, ið teir skilja burturúr. Bombaikettan er eitt rættiliga ungt slag, ald í USA. Hon er undan burmesiskari kettu, sum fekk kettlingar við amerikanskari kettu. Hóast bombaikettan er tættullað og snøgg, hevur hon øll tey vanligu kettueyðkennini.

Kettlingar

rætta
 

Ketta gongur kviðin einar 9 vikur. Ketta leggur einar tvær ferðir um árið. Upp í 8-10 kettlingar kunnu vera í løguni, men vanligast eru 2-4. Nýløgdu kettlingarnir hava eingi eygu fyrstu vikuna og eru hjálparleysir. Tvær vikur gamlir royna teir at stetla. Fyrstu tíðina súgva teir mammuna, men átta vikur gamlir fara teir at eta fasta føði og súgva minni og minni. Einar 4 vikur seinni gongur kettan aftur á illum. Kettlingar spæla nógv og berjast til stuttleika ella renna eftir halanum á sær sjálvum. Endamálið er eyðsýnt. Teir búnast at veiða, at bera skjótt at, venja styrki og fimi, sum er treyt, tá ið teir skulu veiða sjálvir.

Veiða

rætta

Ketta er ófør at veiða. Hon hevur gløggar sansir, hvassar tenn og hvassar kløur og er sterk og kimlilig. Ketta veiðir helst um náttina, og hon sær væl í myrkri. Enntá tamar kettur munnu sum oftast draga at lívbjarga sær sjálvar, tær taka smáfugl, skordýr, mýs og onnur smádjór.

Ketta hevur frálíka gott tev. Tá ið hon nærkast til dømis eini mús, nýtir hon eisini oyru og eygu. Varisliga og spakuliga sníkir hon seg nær músini, loypur so við útspílaðum klóm, høggur í hana og bítur í nakkan ella høvdið at hálsbróta hana. Ketta hevur eisini sterk, long afturbein og kann tí leypa langt. Ofta sæst hon snara høvdinum til ymsar vangar, áðrenn hon loypur til tess at døma um, hvussu langt lopið er.

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið