Mús (fleirtal: mýs) eru smá gnagdýr, eyðkend av spíska snútanum, smáu rundu oyrunum, langa roðsluta halanum og høga løgutíttleikanum (hvussu ofta hon leggur). Best kenda músin er heimamúsin (Mus musculus), sum hevur fylgt menniskjanum runt alla jørðina. Hon er eisini eitt vælumtókt kelidjór.

Mús

Føroyska músin

rætta

Músin í Føroyum hoyrir til slagið vestanmús (Mus musculus domesticus), ið eisini er í Stórabretlandi, Írlandi, Fraklandi, Grikkalandi, Italia og Spania. Tann føroyska músin má tí vera komin henda vegin við teimum írsku munkunum. Í Føroyum er vestanmúsin ikki nevnd í skivum fyrr enn í 1592, men músin má longu hava verið búfest í Føroyum, tá landnámsmenninir komu til Føroya á veg til Íslands. Føroyska músin er norðasta villa húsmúsin, ið livir frítt úti í náttúruni. Vestanmýs eru vanliga kendar fyri at liva tætt upp at húsum, har fólk búgva. Men í Føroyum uppføra tær seg øðrvísi, tí flestu teirra liva vilt úti í náttúruni alt árið. Í Føroyum heldur hon eisini til í óbygdum, og um summarið legst hon í fuglabjørgini á nøkrum oyggjum, har rottan ikki er.