Heimamús
Heimamús ella húsmús (latín - Mus musculus), kann býtast upp í fleiri undirbólkar, í Føroyum finnast tveir av teimum, "vestanmús" (latín Mus musculus domesticus) og "eystanmús" (latín Mus musculus musculus)[1]:. Vestanmúsin er grá-grámorreyð og ljós undir búkinum. Kroppurin er 7,5-10,3 cm langur, halin 7,2-10,2 cm langur, mús vigar 12-28 g. Eyðkendur roykur gongur av henni. Hesin roykur kann siga frá, at hon er til staðar. Roykurin stendst av, at hon merkir økið hjá sær við landi.
Útbreiðsla
rættaHeimamúsin kemur upprunaliga úr Ásia, og fólk hava drigið hana við sær vestureftir. Mýsnar í Føroyum eru yvirhøvur vestanmús (Mus m. domesticus), men í Streymoy og Sandoy eru umframt vestanmús eisini blendingar (hybridar) av vestanmús og eystanmús (Mus m. musculus x M. m. domesticus''). Vestanmúsin finst í Írlandi, Skotlandi, Onglandi, Fraklandi, Italia, Spania og Grikkalandi. Tann føroyska vestanmúsin má tí vera komin henda vegin við teimum írsku munkunum. Í Føroyum er músin ikki nevnd í skrivum fyrr enn í 1592, men músin má longu hava verið búføst í Føroyum, tá landnámsmenninir komu til Føroya á veg til Íslands og Grønlands.
Mýs í Føroyum
rættaMýs í Føroyum verða fyrst nevndar í 1592[2] og tá sigst talan vera um skógarmús (Apodemus sylvaticus), men ætlandi er her heldur talan um heimamús (Mus musculus domesticus), tí skógarmús er ikki skrásett í Føroyum síðan tá.
Í Føroyum er heimamús skrásett í 9 oyggjum[3][4][5][6][7]:
Fugloy (Mus m. domesticus)
Borðoy (útdeyð uml. 1915-20, møguliga sum fylgja av at rotta kom í oynna í 1898[8].)
Eysturoy (útdeyð)
Streymoy (Mus m. domesticus og Mus m. musculus x Mus m. domesticus)
Mykinesi(Mus m. domesticus (mykinessiensis[9]))
Hesti (Mus m. domesticus)
Nólsoy (Mus m. domesticus (faroensis[10]))
Sandoy (Mus m. domesticus og Mus m. musculus x Mus m. domesticus)
Suðuroy (útdeyð)
Heimamýsnar í Føroyum verða eisini róptar hagamús og bjargamús, tá tær halda til í hesum búøkjum. Í Norðurhøvum er músin týðiliga knýtt at fólki; um summarið heldur hon til uttandura, men kemur tó aftur til hús um heystið. Í Føroyum er hon bara á nøkrum oyggjum og hon heldur eisini til í óbygdum, og um summarið legst hon í fuglabjørgini á oyggjum, har rottan ikki er.
Føði
rættaMúsin er ikki kræsin, men tekur tað, hon finnur, fræ, smákykt og mat, fólk hevur sær niðurfyri, og leivdir. Kortini dámar henni best fræ, serliga korn og alt sovorðið, sum er burtur úr korni. Hon megnar at liva, hóast hon fær ikki vatn, og tí trívst hon væl í korngoymslum. Í húsum kann hon gera skaða á bæði mat og innbúgv, tí dugnalig er hon at gnaga.
Mús klintrast um alt húsið. Er nóg mikið av føði og tilfari at byggja reiður við, standa tær seg væl í frosti. Músin leggur sær niðurfyri til verri tíðir, tá ið ov lítið er til av føði. Mýsnar eru í búflokki, kvennmúsin byggir reiður, kallmúsin kemur í reiðrið í makingartíðini.
Nøring
rættaMús leggur alt árið, og hugsandi kann hon fáa undan 10 legur um árið, 3-6 mýslingar í hvørjari, um nóg rúmligt er, og føðin ikki trýtur. Mýslingarnir sjálvir eru kynsliga búnir, tá teir eru mánað gamlir.
Keldur
rætta- ↑ Noomi Gregersen & Heidi S. Hansen. A study on the Faroese mice. Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya, 2007
- ↑ Claussøn, Friis, Norriges oc omliggende Øers sandfærdige Bescriffuelse 1592; udgivet, 1632
- ↑ J. Chr. Svabo, Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782; udgivet af N. Djurhuus. - Uforandret fotografisk genoptryk. - Kbh. : C.A. Reitzels Boghandel, 1976
- ↑ Landt, Forsøg til en Beskrivelse over Færøerne. København, 1800
- ↑ Evans FC, Vevers HG. Notes on the biology of the Faeroe mouse (Mus musculus faeroensis). Journal of Animal Ecology 7: 290–297, 1938
- ↑ Degerbøl, M. Mammalia. Zoology Faroes Pt. 65:1-133, 1942
- ↑ Reinert, A. Højere dyr på land. Danmarks natur. 10:537-538, 1971
- ↑ R. J. Berry, M. E. Jakobson The House mice of the Faroe Islands : a study in microdifferentiation. Journal of Zoology 185, 73-92, May 1978
- ↑ Degerbøl, M. Mammalia. Zoology Faroes Pt. 65:1-133, 1942
- ↑ Clarke, W.E. On some Forms of Mus musculus, Linn., with Description of a new Subspecies from the Faroe Islands, 1904