Tikari, (latín Panthera tigris) er eitt stórt rándýr av kattarætt. Tikarum dámar best at vera fyri seg sjálvar. Tikarar eru ógvuliga dugnalig veiðidjór og brúka stríputa skinnið at fjala seg við í skóginum og leypa so á fongin. Teir duga væl at svimja, og teimum dámar væl at svala sær á í vøtnum, hyljum og áum. Tikarar eta mest stór og miðalstór djór, alt frá vatnbúfli til smáar hjørtir og villsvín. Tikarar eru hótt djóraslag og liva bara í Eystur- og Suðureystur-Ásia. Tikarar kunnu verða 3,4 metrar langir og viga upp í 305 kilo. Ein tikari kann svølta í tvær vikur, men kann tá eta upp í 30 kilo av kjøti í einari máltíð.

How to read a taxoboxWikipedia:How to read a taxobox
How to read a taxobox
Tikari
Siberiskur tikari

Endangered
Varðveitingarstøða
Hótt
Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Mammalia
Hópur: Carnivora
Ætt: Felidae
Slekt: Panthera
Linnaeus, 1758
Slag: P. tigris
Fyrrverandi og núverandi útbreiðsluøki hjá tikara.

6 undirsløg finnast í dag:

Harumframt funnust 3 onnur undirsløg ið doyðu út seinastu 100 árini:

Tikarin er eitt hótt djóraslag. Færri enn 10.000 tikarar liva nú í villini náttúru í Asia, serliga í India, Kina, Indonesia og Siberia. Tann villi tikarin er í vanda fyri at verða týndur, ikki minst tí veiðitjóvar drepa djórið fyri at selja tað ólógliga, serliga í Kina, sum er heimsins størsti keypari av friðaðum djórasløgum. Fyri nøkrum árum síðani setti kinverska stjórnin tiltøk í verk fyri at bjarga tikaranum undan týning, men nógv bendir á, at lógin um forboð ímóti handli við tikarum, ikki verður hildin.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið