Sild (latín Clupea harengus) er vanlig víða um í norðara parti av Atlantshavinum. Undir Føroyum eru 3 sildagreinar. Ein grein gýtir um várið, og av henni er nógv til her. Hin greinin gýtir á heysti og sumri. Av henni er ikki nógv til her. Triðja greinin verður nevnd havsildin. Vísindaliga verður hon skipað undir teir 3 sildastovarnar, vit nevna atlantoskandisku stovnarnir. Havsildin gýtir yviri undir Noregi á vári, hon kemur í føroyskt sjóøki bæði at gýta og leita sær eftir føðslu. Sild er úr vatnskorpuni niður á meira enn 200 m. Norðhavssildin stendur stundum heilt niður á 450 m. Er vanliga djúpari um dagin enn um náttina. Sild er uppsjóvarfiskur og virðismikil fiskur.

Sild er langur og smidligur fiskur, hon er væl hægri enn breið. Hon hevur eina lítla ryggfjøður mitt á bakinum, eina lítla gotfjøður, ið situr aftur móti klingruni, smáar búkfjaðrar, ið sita beint aftan fyri fremra enda á ryggfjøðurini. Hon hevur undirbit. 


Sild er í Atlantshavinum úr Biskeiavíkini til Grønlands, norður móti Jan Mayen, Svalbarði og eystur móti Novaja Semlja, í Hvítahavinum og Karahavinum. Eisini er hon í Eystarasalti og Norðsjónum. Vestanfyri úr Grønlandi til Suðurcarolina. Hon er eisini undir Íslandi, Føroyum og Noregi.