Síl
Síl er eitt felagsheiti fyri feskvatnsfisk, ið hoyrir til Salmonidae familjuna. Tað finnast nógv sløg av sílum, men í Føroyum eru hesi sløgini best kend:
- Áarsíl (frøðiheiti - Salmo trutta fario).
- Sjósíl (frøðiheiti - Salmo trutta trutta).
- Ælabogasíl (frøðiheiti - Oncorhynchus mykiss).
Síl | ||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Vísindaflokking | ||||||||||
|
Sjósílini eru ovarlaga í sjónum og nær landi. Okkurt sjósílið er kortini fingið á dyrging út frá landi. Áarsíl og vatnasíl halda til ávikavist í áum og vøtnum. Síl verður upp í 140 cm langt. Í Føroyum eru tey stóru sjósílini um 85 cm, kanska nakað longri, og vatnasíl fara sjáldan upp um 65 cm. Áarsílini eru væl minni, tey stóru kanska um 40 cm. Hendinga síl størri enn hetta eru tó fingin í Føroyum.
Sílini eru broytilig í liti, alt eftir umstøðunum. Sjósíl í sjónum eru dimm, blágrønlig um bakið og blonk um síðurnar. Tey eru hvítlig/gulhvít undir búkinum. Svartir, smáir blettir eru um kjálkar, bak og liðir. Liturin broytist í gýtingini um heystið, tey verða brúnlig. Stór vatnasíl í størru vøtnunum kunnu eisini verða litt soleiðis sum sjósíl, um enn nakað kámari, men vanliga eru vatnasíl brúnlig við reyðum og svørtum blettum og hvítan ring rundan um blettirnar. Áarsíl eru brún um bakið, við blonkum síðum og gullig, rómalitt undir búkinum. Blettirnir á síðunum eru svartir og reyðir, ofta við hvítum ringi rundan um blettirnar. Ein farri av gyltum um síðurnar og silvurlitur um búkin er ikki óvanligt. Fiskurin í síli er ljósareyður.
Sílið er, umframt í Føroyum og Íslandi, úr Hvítahavinum til Portugals. Tað er í Bretsku Oyggjunum, umframt í áum og vøtnum víða um í hesum londum. Síl eru flutt og sett út í mongum ymsum londum, m.a. í Kanada, Avstralia, Ný Sælandi, v.f.