Átrúnaður í Føroyum

Átrúnaðurin hevur ein stóran leiklut í føroysku mentanini og føroyska samfelagnum. Í Føroyum eru fleiri trúarbólkar og flestu teirra eru kristnir. Umleið 83,8 prosent av fólkinum hoyrir til ta evangelisku-luthersku fólkakirkjuna [1], og næststørsti bólkurin, sum verður mettur at vera 11 prosent, hoyrir til Brøðrasamkomuna. Restin eru smærri trúarbólkar, sum flestir eru kristnir. Tað eru fleiri enn 140 kirkjur og samkomuhús í Føroyum, og tað finst ein samkoma ella kirkja fyri hvørjar 350 borgarar.

Viðareiðis kirkja.

Fyrstu landnámsmenn hava verið ásatrúgvandi og heidnir, tað merkir, at teir høvdu fleiri gudar og ikki bert ein gud eins og kristindómur, islam og jødadómur. Høvuðsgudar teirra vóru Tórur, Óðin og Froyur. Fyrsta fólk, sum vit vita um at siga hava búð í Føroyum, var írskir munkar. Helst hava norðbúgvarnir, sum tóku landið um 825, dripið teir ella rikið teir av landinum. Norski kongurin Ólavur Trygvason sendi Sigmund Brestisson til Føroya at boða kristna trúgv um ár 998. Sum frá leið tóku føroyingar við kristnari trúgv eins og onnur tjóðir. Um ár 1100 gjørdust Føroyar sjálvstøðugt biskupadømi. Bispurin búði í Kirkjubø, har prestaskúlin eisini var. Føroyinga átrúnaður var katólsk trúgv, áðrenn trúbót Martins Luthers.

Í 1539 varð trúbótin, tann evangelisk lutherska læran, góðtikin á fundum í bæði Bjørgvin og Oslo, og sama árið sett í gildi í Føroyum. Norska kirkjan kom undir donsku kirkjuskipanina, og tí eisini føroyska kirkjan. Hon varð stjórnað úr kirkjumálaráðnum í Keypmannahavn, men á ólavsøkudag 2007 bleiv fólkakirkjan yviritikin sum føroysk málsøki. Trúarfrælsi kom til Føroya við donsku grundlógini frá 1849. Síðan tá hevur ein og hvør borgari frælsi at trúgva og hugsa tað, hann lystir.

Føroyar kristnaðar rætta

 
Um ár 998 verða Føroyar kristnar. Hetta ávirkar alt samfelagið, tí bæði gjaldsskipanir og lógarverk verða tillagarðar nýggju heimsfatanini.

Føroyingar gjørdust kristnir í árinum 998. Hóast væl kann vera, sum sagt er frá í Føroyingasøgu, at Sigmundur læt byggja kirkju í Skúvoy, og haldast má, at høvdingar og bøndur lótu byggja egnar kirkjur, ognarkirkjur og eginkirkjur, við garðar sínar, so var helst eingin felags føroysk kirkjuskipan til fyrr enn 1100. Gongdin kann hugastat hava verið lík teirri í Íslandi. Teir fyrstu biskuparnir hava verið trúboðarar, ikki kirkjunnar embætismenn í føstum stóli og starvi.

Tað vardi nakað, til Føroya kirkja gjørdist ein skipaður partur av teirri almennu katólsku kirkjuni við pávanum í Róm yvir øllum við ábyrgd fyri Gudi sum eftirmaður Pæturs, og undir honum erkibiskupar, biskupar, prestar og aðrir kirkjuligir tingarmenn við ymsum heitum og á ymsum stigum. Í miðaldarskiftum sum pávabrøvum og kongsbrøvum, váttanum, íslendskum annálum og søgum verða føroyskir biskupar nevndir. Við hvørt er talan um eitt rað av biskupum, í ymsum handritum, við hvørt er onkur Føroyabiskupur nevndur í sambandi við onkra hending, har hann var hjástaddur, eitt nú týðandi kirkju- og kongsfundum uttan fyri Føroyar. Í skjølum frá pávastólinum verða biskupar í Føroyum nevndir í sambandi við tilnevningar, tó eisini fleiri ferðir í øðrum sambandi. Fram til siðaskiftið, tá ið biskupsstólurin varð niðurlagdur, eru í biskupatølum og øðrum heimildum nevndir 33 katólskir biskupar í Føroyum. Tó hava summir teirra, ið hvussu er onkur, ongantíð verið í Føroyum, hóast teir hava verið valdir og vígdir. Neyvan nakar av biskupunum var føroyingur. Teir flestu vóru norðmenn, tó vóru eisini menn av øðrum tjóðum. Kirkjan var oman fyri tjóðirnar, hon var almenn.

Trúbótin rætta

 
Martin Luther.

Um ár 1539 er nýtt trúarskifti. Lutherska læran kemur í staðin fyri ta katólsku. Pávakirkjan er skift um við eina kongskirkju. Trúarfrælsi kemur í gildi við demokratisku grundlógini í 1849, og statskirkjan verður til fólkakirkju. Helst í 1539 varð eftir boði frá kongi tann katólski kirkjan tikin av í Føroyum, og tann lutherska innsett í staðin. Hetta skiftið í kirkju okkara er nevnt trúbótin. Seinasti katólski bispurin, Ámundur Ólavsson, varð settur frá. Ein nýggjur lutherskur bispur, nevndur Jens Gregersen Riber, kom í hansara stað og tók bústað á bispasetrinum í Kirkjubø. Av teimum katólsku prestunum vóru tað bert einstakir, ið tóku við luthersku trúnni, men hinir sýttu hesum. Teir vórðu so frásettir og fingu uppihald á garðinum Trøðum á Sandi. Tann seinasti teirra doyði í 1570.

Kongur gjørdi so av, at Føroyar skulu ikki longur vera eitt bispadømi, men gerast eitt próstadømi. Bispasetrið í Kirkjubø varð avtikið, men garðurin í Garðshorni í Oyndarfirði gjørdist próstagarður. Heini Havreki, sum hevði verið prestur í Suðurstreymoy og næsti maður hjá Amundi Ólavssyni, varð nú settir til próst yvir Føroyalandi, og hann var fyrsti próstur eftir trúbótina. Undan trúbótini hevði stórur partur av jørðini í Føroyum verið ogn hjá kirkjuni, ein part átti kongur, ein part áttu 2 útlendskar aðalsættir, og restin var óðalsjørð. Nú fekk kongur alla ta jørðina, ið kirkjan hevði átt. Til at fáa skil á jørðini sendi kongur ein fúta kring landið, og hann týkist at hava farið væl so harðliga fram. Um onkur hevði mist ognarbrøv síni burtur og ikki kundi prógva sín ognarrætt, kundi hon ella hann missa sína jørð. Nú vóru Føroyar, ið hvussu var av navni, eitt land, har Martin Luthers læra hevði fingið valdið. Men katólskir siðir, ið høvdu valdað í øldir, vóru ikki so lættir at rudda burtur. Teir livdu enn í langa tíð, og einstakir teirra finnast okkara millum dagin í dag. Tær ymsu messurnar og vøkurnar, sum eru á álmanakkanum, eru katólskir leivdir. Nevnast kunnu til dømis grækarismessa, tollaksmessa, ólavsøka, jóansøka, mariumessa og mikkjalsmessa.

Átrúnaðarlig kollvelting rætta

Í bæði 16. øld og 17. øld tóku fleiri trúarrørslur seg upp. Hesar rørslur høvdu tað í felag, at tær settu seg upp ímóti pávakirkjuni og læru hennara. Tey, sum hildu seg til hesar nýggju lærur, vórðu nevnd protestantar. Protestantarnir fingu avgerandi ávirkan í Norðurlondum, Niðurlondum, Bretlandi og lutvíst í Týsklandi. Fram til 1538 vóru Føroyar katólskar. Kirkjan varð stýrd úr pávasetrinum í Róm. Við siðaskiftinum gjørdist Martin Luthers læra einaráðandi í Føroyum eins og í hinum pørtunum í norska-danska ríkinum. Nú var tað ikki longur pávin, men danakongur, ið var ovasti kirkjunnar í Føroyum. Øll ognin hjá kirkjuni fall til kongs, eisini hospitalið á Argjum. Prestaskúlin, sum hevði verið í Kirjubø í øldir, varð niðurlagdur og kirkjumálið gjørdist danskt. Talan varð als ikki um trúarfrælsi. Fólk kundu ikki velja sína trúgv, men máttu taka við teirri ráðandi læruni hjá Martin Lutheri.

Árini eftir siðaskiftið komu fleiri nýggjar trúarrørslur fram úti í heimi. Men hesar komu ikki til Føroya. Ein orsøkin var, at Føroyar vóru so fjarskotnar frá evropeiska meginlandinum, og ein onnur mundi vera, at myndugleikarnir toldu ikki aðrar lærur. Men í 1849 kom grundlógin í gildi. Hon gav frælsi til hon einstaka at hugsa og trúgva tað, hann vildi. Í 7. tátti í grundlógini stendur ma. at, "borgarar hava rætt til at koma saman at tilbiðja Gud, soleiðis sum teir halda vera rætt". Hesin rættur hevði ikki verið til áður. Frá gamlari tíð hava verið 39 kirkjur í Føroyum og 7 prestar. Summar av kirkjunum vóru so óhøgligar at koma til, at prestur kom hagar bert fimtu ella sættu hvørja viku. Onkustaðni kom hann bert tvær ferðir um árið. Kortini vóru gudstænastur hildnar hvønn sunnudag. Deknurin las lestur, helst úr Brochmands lestrabók, og fólkið sang sálmarnar eftir Kingo. Føroyingar vóru ógvuliga gudrøknir. Kristinilív var ein natúrligur partur av gerandislívinum. Kristnilívið fevndi um alt mannalívið líka úr vøggu í grøv. Gjøgnum øldir høvdu føroyingar havt tann sið at lesa bæði borðbøn og kvøldbøn. Mangan dugdu tey bønirnar uttanat, men eisini varð lisið úr Kingobókini. Bønirnar vórðu altíð á donskum ella bronglaðum føroyskum.

Í 1931 varð katólska kirkjan í Føroyum endurreist. Samstundis komu fransiskanarasystrarnar. Tær bygdu kleystur og stovnaðu barnagarð og skúla. Bólkar innan fólkakirkjuna vildu broytingar. Nøkur gjørdu upp við kirkjuna og fóru í aðrar trúarbólkar. Onnur valdu at standa innanfyri og komu at savnast í Heimamissiónini. Fólk høvdu ilt við at góðtaka nýggju rørslurnar. Hetta var ma. tí, at tær funnust at føroyingum fyri at hava vanabundna gudstrúgv. Men sum tíðin leið, fekk heimamissiónin eisini undirtøku. Og hon kom at virka í bestu semju við fólkakirkjuna. Í 1865 kom skotski trúboðarin William Sloan til Føroya. Hann hoyrdi til nýggju trúarrørsluna, ið varð nevnd Plymouthbrøðurnir. Í Føroyum fekk hann stóra mótstøðu fyrstu tíðina, men sum frá leið tóku fleiri undir við honum. Hesi fólkini savnaðust í Brøðrasamkomuni. Stóri slóðbrótarin í Brøðrasamkomuni var Victor Danielsen. Bert 20 ára gamal fór hann at starva sum trúboðari burturav. Hann hevur yrkt nógvar sálmar og umsett eina rúgvu av sangum og sálmum til føroyskt. Eisini hevur hann skrivað og týtt átrúnaðarligar bøkur. Fyrstu føroysku Bíbliuna umsetti hann einsamallur. Í 1924 varð fyrsta Hvítusunnusamkoman í Føroyum stovnað. Seinni eru fleiri samkomur komnar afturar. Sama ár fór Frelsunarherurin undir sítt virki í Føroyum.

Átrúnaðir rætta

 
Miðdepil fyri katólsku kirkjuna í Føroyum er Mariukirkjan í Tórshavn.

Fjøld av øðrum trúarrørslum eru til. Flestu føroyingar hoyra til fólkakirkjuna. Av teimum, sum hoyra til fólkakirkjuna, eru kanska umleið 10 % knýtt at Heimamissiónini. Hin føroyska heimamissiónin er føroyska greinin av Dansk Indremission. Seinastu hundrað árini eru komnar fleiri kristnar samkomur, summar av hesum standa uttanfyri fólkakirkjuna. Eini 11 % av føroyingum halda seg til Brøðrasamkomuna. Av tí at Brøðrasamkoman ikki skrásetur limir, eru eingi nágreinilig hagtøl yvir, hvussu nógv hoyra til Brøðrasamkomuna. Hesi standa fyri tað mesta uttanfyri fólkakirkjuna.

Í Føroyum eru fleiri trúarsamfeløg og fríkirkjur. Adventistarnir hava verið í Føroyum í mong ár. Teir hava bæði skúla og kirkju í Tórshavn. Jehova Vitni, sum hava høvuðsstøð í New York, eru sprottin úr Adventistakirkjuni. Hon kom til Føroya í 1950 árunum. Summar av teimum eru eisini ikki kristnar. Ein teirra er Baha'i. Hon er einasta trúarrørsla, sum ikki er kristin, ið virkar alment í Føroyum. Baha'i hevur m.a. samkomuhús í Havn.

Aðrir trúarbólkar í Føroyum eru t.d. islam. "Ahmadiyya Muslim Community" varð stovnað í Føroyum í 2010 [2][3]. Hetta er ein muslimskur felagsskapur við heimstaði í India undir leiðslu av Mirza Masroor Ahmad úr Pakistan. Tey muslimsku eru umleið 0,04 prosent av fólkatalinum í Føroyum (21 fólk í tali) [4]. 96 prosent av fólkinum í Føroyum eru kristin, og tí kann tað vera trupult hjá trúboðarum at røkka út við tí muslimska boðskapinum. Íbúgvarnir eru fyrst og fremst sunni-muslimar (96 %).

Í Føroyum eru í dag 70 kirkjur. Undirtøka hjá trúarbólkum í Føroyum:

Trúarsamfelag Tal av limum % av fólkatalinum
Kristindómur 48,580 95,5%
Fólkakirkjan 38,229 83,8%
Heimamissiónin 3,536 7,4%
Kirkjuliga missiónsfelagið 287 0,6%
Brøðrasamkoman 5,448 11,4%
Hvítusunnusamkoman 717 1,5%
Adventistar 96 0,2%
Frelsunarherurin 96 0,2%
Katólska kirkjan 130 0,2%
Jehova Vitni 75 0,2%
Onnur trúarsamfeløg
Bahá'í samfelagið 30 0,06%
Islam 21 0,04%
Hinduisma
Buddisma 50 0,1%
Sikisma
Jødadómur 7 0,01%
Aðrir
Uttan trúarsamfelag 1625 3,4%
Tilsaman

Keldur rætta

  1. "Archive copy". https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/fo.html. Heintað 2011-07-26. 
  2. http://www.enotes.com/topic/List_of_Ahmadiyya_Muslim_Community_buildings_and_structures#Faroe_Islands
  3. http://en.wikipedia.org/wiki/List_of_Ahmadiyya_Muslim_Community_buildings_and_structures
  4. Kinia Kolarz, "Muslims in the Faroe Islands"

Sí eisini rætta