Visit Faroe Islands
Almenna ferðaráðið hevur í seinastuni verið undir støðugum umleggingum, og er á fíggjarlógini sera lágt raðfest. Fyrst var tað Ferðaráðið, síðani SamVit og nú ein deild undir Uttanríkisráðnum kallað Visit Faroe Islands. Visit Faroe Islands hevur sum er bert 8 mió. kr. at reka deildina við. Harav skulu gjaldast lønir, stuðul til kunningarstovurnar o.a. Eftir eru bert 1,8 mió.kr. til marknaðarføring. Av hesum 1,8 mió. kr. skulu eisini faldarar og annað gerast. Visit Faroe Islands hevur eisini sum uppgávu at vegleiða og kunna vinnuna um marknaðarføring. Á fíggjarlógini fyri 2010 fekk ferðadeildin lovað 9 mió. kr. afturat til marknaðarføring av Føroyum. Hetta talið bleiv so minkað niður í 4 mió. kr. vegna sparingar. Hesin óstabilitetur seinkar arbeiðinum hjá stovninum, og lítla peningaupphæddin røkkur sera stutt í altjóða høpi.