Seyðabrævið er ein føroysk lóg, sum varð sett í gildi hin 28. juni 1298 av Hákuni Jarli Magnussyni.[1] Lógin er skrivað á norrønum av biskup Erlandi, og er elsta varðveitta skriv í Føroyum.

Brævið er ein víðkan av Gulatingslógini (landlov) skrivað í 1274 av Magnus Lagabøte. Erland biskupur var biskupur í Føroyum frá 25. januar 1269 fram til 1305, har hildið er, at Kongur Hákun 5. Magnusson setti hann av, vegnað krav frá føroyingum, tí Erland biskopur kravdi ov nógvan skatt, og kravdi arbeiðsmegi til at byggja nýggja Magnusar-Katedralin.

Tað finnast í dag tvey eintøk av tí 'upprunaliga' Seyðabrævinum. Tað eldra eintakið, sum helst eisini er upprunaeintakið, finst á Tjóðskjalasavninum í Tórshavn. Hitt eintakið er á universitetsbókasavninum í Lund (Svøríki). [2] Mótsett Føroyingasøgu, sum er skrivað í Íslandi, er Seyðabrævið skrivað í Føroyum, og er ein betri kelda til hvussu tann tíðin var fyri føroyingar.

16 lógargreinar í Seyðabrævinum

rætta
  1. Reglur um, at seyðaeigarin skal prógva ognarrættin áðren fletting
  2. Um at ganga á jørð hjá øðrum
  3. Um ein seyður er á fremmandari jørð
  4. Um hvussu ein kann temja villan seyð
  5. Um at at marka seyðin. Her verður gjørt klárt, at um fyrsta markið verður broytt, er tað at meta sum stuldur
  6. Um seyðahundar sum bíta, endurgjaldsskyldu og um talið av seyðum í einum haga
  7. Um hvussu long freistin er tá myndugleikarnir koma við ávaring
  8. Um skylduna at melda tá seyður kemur á fremmanda jørð
  9. Um at temja villan seyð - 2. partur
  10. Um at leiga jørð
  11. Um óynsktir gestir og um rættindi hjá fátøkum
  12. Um vitnir
  13. Um útreiðlur
  14. Um bústaðarrætt
  15. Um býti av tvøsti og spiki
  16. Um rekavið vm.

Myndir

rætta

Bøkur

rætta
  • Seyðabrævið / greitt úr hondum hava Jóhan Hendrik W. Poulsen og Ulf Zachariasen ; enskar týðingar: Michael Barnes & David R. Margolin ; tekningar: Janus Kamban. - Tórshavn: Føroya fróðskaparfelag, 1971. - 68 s. : myndir
  • Hans Jacob Debes: Føroya søga 2 - Skattland og len. Tórshavn: Føroya Skúlabókagrunnur, 1995
  • G. V. C. Young: Færøerne: fra vikingetiden til reformationen; på dansk ved Georg Rona. - Kbh.: Rosenkilde og Bagger, 1982. - 179 s. : myndir (við seyðabrævinum á donskum; upprunatittul : From the Vikings to the Reformation, Douglas, Isle of Man: Shearwater Press, 1979).
  • Mikjel Sørlie: En færøysk-norsk lovbok fra omkring 1310: en studie i færøysk språkhistorie. - Tórshavn; Bergen: Universitetsforlaget : Mentunargrunnur Føroya Løgtings, 1965. - 76 s.

Keldur

rætta
  1. History.fo, Seyðabrævið 1298 - Kongsbókin
  2. H.J. Debes: Føroya søga 2. Skattland og len., Tórshavn 1995. S. 30

Útvortis ávísing

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið