Mánaðargreinin í Wikipedia kemur á forsíðuna tann mánaðin, greinin er fyri.

Greinirnar skulu skrivast. Er ein grein, sum bert inniheldur eitt dømi, so ber til at skriva her. Vilt tú skriva eina mánaðargrein, er bara at klikkja á vís slóðina og síðan velja rætta. Greinin skal ikki vera ov long og skal helst vera um okkurt, sum hevur við mánaðin at gera.

Fyri at gera tað lættari at gera nýggjar greinar, er ein formur gjørdur, so at tað ikki er neyðugt við nøkrum HTML forsniði, rætta bert fyrimyndina til.

{{Skriva mánaðargrein
| heitið     = Dømi
| lesmeirum  = Dømi
| mynd       = Example.png
| mynd_stødd = 180px
| tekstur    = '''Dømi''' hetta er bert eitt dømi. Rætta hesa fyrimynd.
}}

Mánaðargreinir 2023 /2024

rætta

Mánaðargrein fyri januar


 
Trøllakampar

Trøllakampar (frøðiheiti Asplenium) hoyra til tann bólkin av plantum, ið verður kallaður blómuleysar plantur. Tað finnast 20.000 sløg av trøllakampum í heiminum, og er hetta slagríkasta fylki, aftaná fylkið við blómuplantum, ið telur 250.000 sløg. Flestu sløgini av trøllakampum finnast í tropunum og trívast best har vátt er. Trøllakampar verða mettir at vera "primitivt" plantuslag, ið er nær í ætt við upprunaplanturnar. Teir hava ikki blómur og seta ikki fræ, men nørast við grókornum, ið hjá summum trøllakampum sita í gróhópum aftanfyri á blaðnum, vardir av einum skjøldri, sum opnar seg, tá grókornini eru búgvin, so at tey kunnu spjaðast. Hjá øðrum sita teir á blaðkantinum, sum er rullaður inneftir, so leingi grókornini ikki eru búgvin.

Summi trøllakampasløg hava tvey sløg av bløðum, eitt slag ið er “sterilt” og eitt sum er “fertilt”. Tað “fertila” blaðið kann hjá summum sløgum vera heilt ymiskt frá tí “sterila”. Trøllakampur kann hava grókorn í milliónatali, men bert fáar nýggjar plantur koma burturúr. Bløðini hava ymiskt skap. Tey kunnu verða innskorin eina, tvær og fleiri ferðir ella als ikki innskorin. Við sínum sermerkta vakstrarlagi líkist trøllakampur, áður enn hann er fullvaksin, einum fiólhøvdi ella tí evsta á fiólini.

Útbreiðsla

 
Svartur trøllakampur

Trøllakampar vóru nógv vanligari í Føroyum, áðrenn fólk settu búgv her. Hetta prógva sákornskanningar. Vøksturin í Føroyum er sum heild ávirkaður av seyðabiti, og hevur hann verið tað, síðan fólk settu búgv her. Seyðurin legðist beinanvegin eftir tí fruktagóða gróðri, sum landið var avvaksið við. Hesin gróðurin hvarv eftir stuttari tíð og broyttist til tættbitna gróðurin, sum vit kenna í dag. Sáðkornskanningar vísa, at trøllakampar sum heild fóru nógv aftur aftan á landnám. Teir eru av elstu plantusløgum á jørð og vuksu her fyri meira enn 300 mió árum síðan. Í koltíðini vuksu trøllakampur, javni og bjølluvísa sum stórir skógir.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri februar


 
Magna carta

Magna Carta (Frælsisbrævið mikla) frá 1215 var sáttmáli ímillum kong og enska aðalin. Har stóð, at kongur skuldi ikki misnýta sítt vald og krevja aðalin eftir skatti. Magna Carta fekk stóran týdning, tí tað var á fyrsta sinni staðfest, at kongsins rættindi vóru avmarkað. Magna Carta skuldi fyrst og fremst veita barónunum rættindi mótvegis kongi. Men sumt av tí, sum stendur í Magna Carta, veitir eisini vanligum fólki trygd.

Skjalið var úrslitið av friðarsamráðingum millum Jóhan kong I og teir barónar ið høvdu gjørt uppreistur móti hansara kúgandi stýri. Hetta frælsisbræv hevur verið grundarlagið undir mongum lógum, sum eru gald­andi í Stórabretlandi

Søga

 

Tá enski kongurin Rikard I (Rikard Leyvuhjarta) doyði í 1199, gjørdist yngri bróður hansara Jóhan kongur av Onglandi. Við í sekkin fekk hann Írland og stórar partar av Vesturfraklandi. Í 1202 brast kríggj á millum Jóhan kong og franska kongin Philip II, og endin av hesum stríðnum var, at Jóhan kongur misti fronsku landspartarnar í 1204. Komandi tíggju árini brúkti Jóhan kongur alla sína orku til at vinna mistu ognirnar aftur. Tá Jóhan og hansara sameindu taptu endaliga stríðið við Bouvines í 1214, hevði hann mist álitið og skapt so miklan ótta og fíggindaskap millum sínar álitismenn, barónarnir, at teir framdu uppreistur móti honum.

Drúgva kríggið millum Jóhan kong og fraklendingar hevði skapt politiskan hurlivasa í Bretlandi, orsaka av alt ov høgari skattabyrðu og ráari kúgan. Ónøgdin við kongin vaks í stórum og førdi at enda til beinleiðis uppreistur móti honum. Tá Jóhan kongur kom heim aftur, eftir endaliga ósigurin við Bouvines, varð hann móttikin við kravi um umfatandi ábøtur frá teimum barónum og óðalsmonnum, sum annars vóru kjarnin av hansara valdstøðu sum kongur. Partarnir hittust á Runnymede við Thames, millum Windsor og Staines í 1215 – og tað var her at fyrsta frábrigdi av Magna Carta varð framlagt og váttað við kongsins innsigli.

Orsøkin til at Magna Carta var so kollveltandi er, at man her fyri fyrstu ferð á skrift royndi at avmarka valdið hjá konginum. Hugskotið var at gera eina ófrávíkiliga lógfesting, sum eisini umfataði kongsvaldið og forðaði fyri at kongurin kundi misnýta sítt vald. Í skjalinum vóru partar, sum umfataðu rættindi hjá einstaklinginum og bólkum – og teksturin fór enntá so vítt sum at krevja, at barónarnir skuldu kunna taka valdið av konginum, um hesin fór út um lógarinnar mark. Tað vóru 63 klausular ella treytir í upprunaútgávuni av Magna Carta. Flestu teirra eru um tillaging av ymsum feudalum siðum og rættindum, reglugerð fyri býir, handil og kongaligu skógirnar. Harafturat eru reglugerðir fyri afturgjald av skuld og rættindi hjá kirkjuni. Men teir mest týðandi partarnir eru um løgfrøðilig rættindi hjá einstaklinginum mótvegis statinum og skerjingin av valdsrættinum hjá kongsvaldinum.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri mars


 
Fidel Castro

Fidel Alejandro Castro Ruz (føddur 13. august 1926, deyður 25. november 2016) stóð á odda fyri teirri kommunistisku kollveltingini í Kuba í 1959, og aftaná varð hann valdur til landsins forsætisráðharra. Í tíðarskeiðinum sum forsætisráðharri og forseti (1959-2008) yvirlivdi hann drápsroyndir, eina CIA innrás og Kubakreppuna, sum mundi elvt til eitt atomkríggj.

Ræðið hjá Fidel Castro á oyggjalandinum beint sunnan fyri Florida varð merkt av spentu viðurskiftunum við USA, ikki minst eftir miseydnaðu amerikansku innrásina í Svínavíkini í 1961 og kubakreppuna árið eftir, tá sovjetskar rakettir vórðu settar upp í Kuba, og eitt atomkríggj mundi blivið veruleiki. Hann yvirlivdi at verða koyrdur í fongsul av einaræðisharranum Fulgencio Batista, at vera í útlegd í Meksiko og at kollveltingin hjá honum fekk eina katastrofala byrjan, áðrenn hann sum 32 ára gamal í januar 1959 kundi ríða inn í Havanna og gerast yngsti leiðari í Latínamerika. Tey næstu mongu árini var hann ein íblástur hjá øðrum kollveltingarsinnaðum og leiðarum í Latínamerika og Afrika og stóð sum ein ímynd av mótstøðuni móti stóra veldinum hjá USA.

Lívssøga

Fidel Castro Ruz varð føddur 13. august í 1926 í sukurlandinum har eysturi á Kuba. Har arbeiddi pápi hansara, sum var tilflytari úr Spania, við at finna arbeiðsmegi til amerikanskar sukurfyritøkur, áðrenn hann fekk sær sína egnu sukurplantasju. Hann gekk í skúla og fór seinni á lærda háskúlan í Havanna, har hann las løgfrøði og sosialvísindi. Lívið sum uppreistrarmaður byrjaði í 1953, tá hann saman við øðrum leyp á hernaðarbarakkirnar í Santiago. Teir flestu av uppreistrarmonnunum doyðu, og Fidel og Raúl vórðu settir í fongsul. Her gjørdi Fidel sína verjurøðu úr rættinum til eitt politiskt manifest, sum hann smuglaði við sær úr fongslinum og segði, at "søgan fer at fríkenna meg."


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri apríl


 
Suðuramerika

Suðuramerika er annað av meginlondunum á vestaru hálvkúlu jarðar, og er størri parturin av meginlandinum sunnanfyri ekvador. Tað liggur millum tvinni høv – vestanfyri er Kyrrahav og eystanfyri er Atlantshav; Norðuramerika og Karibiahav eru norðanfyri.

Mangan verða meginlondini bæði – Norðuramerika og Suðuramerika – roknaði undir einum sum Amerikansku meginlondini, og hava bæði fingið navn eftir Amerigo Vespucci, ið var fyrsti evropearin, sum vísti á at hesi meginlond ikki vóru India, men heldur ein nýggjur heimur, ið evropearar ikki kendu frammanundan.

Suðuramerika er 17,840,000 km² stórt, og tað svarar til uml. 3.5% av jarðarflatuni. Tað var í 2005 mett, at fólkatalið var hægri 371 000 000. Í vavi eru trý meginlond størri enn Suðuramerika (Asia, Afrika og Norðuramerika, men tá talan er um fólkatal, er Evropa eisini størri enn Suðuramerika, tí bert í Oseania bugva færri fólk. Antarktis er jú fólkatómt.

Jarðfrøði

Jarðfrøðisliga røkkur Suðuramerika frá Panamaveitini, sum sker seg gjøgnum Isthmus í Panama og suður í Eldlandið. Summi rokna Norður- og Suðuramerika sum eitt stórt meginland, og partarnir verða so hvør sær umtalaðis sum meginlanda-øki. Geopolitiskt verður alt Panama – eisini pettið eystanfyri Panamaveitina – mangan roknað upp í Norðuramerika, ella kanska meiri neyvt millum londini í Miðamerika.

Í jarðfrøðisligum høpi er hampuliga stutt síðan at Norður- og Suðuramerika runnu saman, tí tað eru ikki nógv meiri enn 3 milliónir ár síðan Isthmus í Panama, varð skapt. Hetta nevna jarðfrøðingar Stóra Amerikanska Samanrenningin. Andesfjøllini eru eisini rímiliga ung og tí enn seismologiskt óstøðug. Hesi fjøll ganga sum ein ryggur suður gjøgnum meginlandið vestantil. Eystanfyri Andesfjøllini er tropiskt veðurlag við regnskóg og stóra ósanum frá Amazonánni. Millum turraru økini í landinum kunnu nevnast Patagonia og tann sera karga Atacama oyðimørkin.

Nógvar oyggjar og oyggjabólkar verða eisini taldar við í Suðuramerika, tí tær mangan hoyra til statirnar á meginlandinum. Karibia verður tó roknað uppí norðuramerikanska økið. – Kolombia, Venesuela, Gujana, Surinam og Franskt Gujana eru lond í Suðuramerika, ið liggja út móti Karibiahavi, og verða tey eisini nevnd Karibiskt Suðuramerika.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri mai


 
Norðuramerika

Norðuramerika er ein heimspartur. Norðuramerika eru londini Sambandsríki Amerika, Kanada og Meksiko, umframt heimsins størstu oyggj, Grønland. Í seinastu ístíð lá mikil ískappi um meginlandið, sum sumstaðni brýndi niður landslagið, dýpti láglendið við Stóruvøtn og legði eitt jaður av fruktagóðari mold oman á víðu grasfløturnar í Miðvestri. Klettafjøll eru norðan úr Alaska og suður í New Mexico eru ryggurin í meginlandinum. Eystanfyri eru Appalachiafjøll, og eystan og sunnan tey er lág strond. Í Eysturkanada er Kanadaskjøldur, ein ovurstór lægd við gomlum, niðurruddum fjøllum, sum nú liggja undir mold. Oyðimerkur eru í útsynningspartinum í USA og suður í Norðurmeksiko.

Fólkið í hesum heimsparti var einaferð upprunafólk - indiánar, sum livdu av tí, náttúran gav. Næstan alt fólkið har nú á døgum eru eftirkomarar hjá niðursetufólki, sum eru flutt hagar seinastu 400 árini. Sterkasta landið, bæði tá vit hugsa um fólkatal og vælferð, er USA, ríkasta land í heiminum. Norðan fyri USA er ovurstóra Kanada. Her býr ikki so nógv fólk, tí at har er berligari, kaldari og harðførari enn hjá grannanum fyri sunnan. Bæði londini vóru einaferð bretsk hjálond, og meginparturin av fólkinum talar enskt. Í Meksiko talar fólkið spanskt, tí at fyrr var Meksiko spanskt hjáland. Hóast nógv olja og gass eru í Meksiko, er landið fátækt.

Norðuramerika er ein av ótættast bygdu heimspørtunum í heiminum. Stívliga tveir triðingar av fólkinum búgva í USA. Næstflest fólk búgva í Meksiko, minst er í Kanada. Fyrr búði mesta fólkið í USA í eystara parti í landinum, men seinastu fimmti árini eru mong flutt til lýggjaru ríkini fyri sunnan og vestan (t.d. Kalifornia, Arizona og Texas). Soleiðis hevur eisini verið í Kanada, fólk eru flutt av eysturstrondini og til Stóruvøtn og til dømis Toronto í Ontario, ella tey eru flutt til býir á vesturstrondini, til dømis Vancouver í British Columbia.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri juni


 
Mýrisnípa

Mýrisnípan (frøðiheiti - Gallinago gallinago) er brún omaná við fýra gulum teinum eftir bakinum og einum á høvdinum. Nevið hevur hon longri upp á seg enn nakar annar fuglur, ið vit vita um.

Víða um Føroyar verður hon nevnd mirusnípa, men betra navnið man tó vera mýrisnípa, tí mest heldur hon seg á mýrum og øðrum bleytlendi. Har situr hon væl fjald í tí síða grasinum og lættir sær ikki á, fyrr enn fólk kemur tætt at henni. Tá sker hon í eitt »kjett«, í tí hon rýkur upp, og flýgur so undan, snittandi til viks. Hon er spakur fuglur, og har sum ongar kettur eru, eigur hon ofta nær húsum. Fyrra partin á sumri í góðum veðri og mest á kvøldi síggja og hoyra vit ofta teirra vakra leik í lofti. »Kipp kipp kipp« láta tær, meðan tær hevja seg høgt, høgt upp í loft. So við eitt stoyta tær sær á høvdið, og við útspílaðum veli og hálvkreptum veingjum fara tær á skák niðureftir. Tá ið tær hava fingið góða ferð, hoyrist eitt hart »burrurrurr« ljóða úr velfjøðrunum — og kanska eisini úr veingjarfjøðrunum? Komnar nakað niður steðga tær ferðini, skera í »kipp kipp« og ringja seg upp aftur. So »burrurrurr« niður. Stundum stoyta tær sær so flatt niður, at ferðin verður lítil; tá hoyrist einki »burr«. Leingi kunna tær stuttleika sær soleiðis. Eftir longsta dag gera tær minni av hesum leiki; tá hoyrast tær mest láta »jabbe jabbe jabbe jabb«.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri juli


 
Massachusetts

Samveldið Massachusetts (enskt: Commonwealth of Massachusetts) er stakríki í Nýonglandi, í landnyrðingshorninum av Sambandsríkinum Amerika. Massachusetts er næststørsta stakríkið í Nýonglandi, næst eftir Maine.

Her í Massachusetts búgva umleið 6,5 mió. fólk. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Boston, næststørsti býur eitur Worcester. Elsti lærdi háskúlin í Amerika, Harvard, er staddur her í Massachusetts.

Í 1788 bleiv Massachusetts stakríki í USA. Norðari parturin í Massachusetts varð seinni til statin Maine. Eyknevni av Massachusetts er Víkstaturin (enskt: Bay State).

Kendi amerikanski rithøvundur Henry David Thoreau er føddur og deyður í býnum Concord í Massachusetts. Náttúra og serliga fuglar hugtaka amerikanska rithøvundin, og hansara tankar um einfaldan livihátt, sum vórðu lýstir í víðagitnu bókini "Walden - Life in the Woods” (1854). Hann búði m.a. við vatnið Walden Pond í Massachusetts árini 1847 til 1849.

Landafrøði

 
Cape Cod

Í norðri hevur Massachusetts mark við New Hampshire og Vermont, í suðri við Rhode Island og Connecticut, og í vestri við New York. Atlantshavið liggur í eystri. Áin Connecticut rennur ígjøgnum Massachusetts. Hægsta fjallið er Mount Greylock í útnyrðingsparti av landinum. Tað er 1.069 metrar høgt.

Søga

Upprunafólkið

 
Upprunafólkini í sunnara parti av Nýonglandi.

Upprunafólkið í Massachusetts eru norðuramerikanskir indiánar av ymsum ættbólkum, ið allir tosaðu tungumál, sum hoyra til eysturalgonkinska bólkin í algonkinsku málættini. Fyri 500 árum síðan búði ættbólkurin Massachusetts fram við eysturstrondini. Hetta fólkið var partur av Wampanoag-sameiningini. Í miðpartinum av Massachusetts búðu fólk av Nipmuck-ættbólkinum og í vestara parti livdi ættbólkurin Pocumtuc.

Niðursetufólkið

 
Mayflower. Skipið, sum flutti fyrstu niðursetufólkini til Massachusetts.

Bretskir keypmenn og átrúnaðarlig flóttafólk búsettu seg í niðursetuøkjum sum Plymouth1620) og Massachusetts Bay (í 1630) í Massachusetts. Tey komu við vónum um at røkja sína trúgv uttan uppílegging av høvuðkambum, biskupum, prestum og øðrum, sum trýstu tey at hoyra til almennu kirkjuna.

Niðursetufólkini ella pílagrímarnir vóru ein blandingur av fólkum ymsastaðnis frá: serliga týskarar, fraklendingar og onglendingar. Teir síðstnevndu búsettu seg í landnyrðingshorninum, t.d. í Boston. Niðurlendskir og svenskir niðursetumenn komu eisini hagar. Fyrst í 17. øld vóru mangir protestantar ónøgdir við bretsku kirkjuna. Ein protestantiskur sertrúarflokkur, loysingarmenninir (separatistarnir), seinni nevndir pílagrímarnir, gjørdi av at fara til Massachusetts. Teir vónaðu at kunna seta seg niður og dyrka sína trúgv í friði og náðum. Í september í 1620 fóru um 100 pílagrímar úr Stóra Bretlandi við skipunum Mayflower. Mayflower var upprunaliga farmaskip og ikki bygt at flyta fólk. Teir ætlaðu at sigla til Virginia, men eftir harðbalna ferð komu teir til Massachusetts.

Áðrenn teir stigu fótin á land, gjørdu teir Mayflowersáttmálan, sum segði, hvussu teir skuldu stýra niðursetubygd síni, ið teir nevndu Plymouthlundin. Helvtin av niðursetufólkunum livdu ikki fyrsta veturin av í Massachusetts, og niðursetubygdin Plymouth hevði helst doyð út, høvdu indiánararnir, sum búðu tætt við, ikki hjálpt teimum. Men Plymouth hóraði undan, og sum tíðin leið, kom hon reiðiliga fyri seg. Tíggju ár eftir at pílagrímarnir komu til USA, fóru reinleikabrøðurnir (puritanararnir) at flyta til Massachusetts í stórum tali. Reinleikabrøðurnir stovnaðu lærda háskúlan í Harvard í 1636. Nakað norðan fyri Plymouth er Boston; hann er ein av teimum elstu býunum í Amerika, og har er góð skipahavn. Nógv vara, sum kemur til Massachusetts, verður uppskipað har.

Síðan 18. øld hevur Massachusetts tikið ímóti nógvum fólkum við ymiskari mentan. Innflytarar eru komnir úr Evropa, Afrika og Ásia.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri august


 
Hattarvík

Hattarvík er ein bygd í Fugloy. Hon er tann eystasta bygdin í Føroyum. Hattarvík varð fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum, sum varð skrivað einaferð í tíðarskeiðnum 1350-1400. Í Fugloy eru tvær bygdir: Kirkja og Hattarvík. Strekkið ímillum Kirkju og Hattarvík er 6 km. Í sjeytiárunum varð vegur gjørdur millum bygdirnar á Fugloynni. Arbeiðið við at gera vegin byrjaði miðskeiðis í sjeyti-árunum og varð vegurin tikin í nýtslu í umleið 1990. Í dag eru nøkur akfør í oynni. Kirkja og Hattarvík eru bygdir, sum síggjast at hava verið um leið ár 1350-1400, men sum kunnu vera eldri. Íbúgvatalið vaks upp í 100 fólk beint fyri Seinna heimskríggj og tók so at minka serliga frá 1960 og úteftir. Sambært tølum frá Hagstovuni í 2014 búgva 14 fólk í Hattarvík, men um veturin eru í mesta lagi seks fólk har. Tá mest fólk búðu í bygdini – umleið 1940 – vóru tey umleið 100. Í bygdini er kirkja og skúli. Kirkjan er bygd í 1899 og skúlin er bygdur í 1926. Kirkjan hevur áður verið á Kirkju, men tá nýggj kirkja skuldi byggjast í 1830-árunum, varð avgjørt at byggja hana í Hattarvík. Á Kirkju var ongin, ið tá kundi vera kirkjuverji, av tí at flestu menn á Kirkju gingu burtur við báti í 1818. Og ongin orsøk var at flyta hana frá Hattarvík, so ístaðin bleiv nýggj kirkja bygd har í 1898-1899, tí fyrra kirkjan var illa farin.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri september


 
Hank Williams

Hiram King Williams, Sr., betri kendur sum Hank Williams (føddur 17. september 1923 í Alabama, deyður 1. januar 1953 í West Virginia) var ein amerikanskur countrysangari og sangskrivari. Hann verður mettur at vera ein av teimum týdningarmiklastu og ein av teimum ið hava havt størstu ávirkanina á aðrir tónleikarar í 20. øld. Williams upptók 35 stakløg (fimm útgivin eftir deyða hansara) sum komu á Topp-10 bestseljaralistan hjá Billboard Country & Western Best Sellers chart, av hesum vóru 11 nummar eitt.

Hann er ein av teimum týdningarmestu tónleikarunum innan tað slagi av country ið nevnist honky-tonk og nakrir av kendastu sangum hansara eru "Honky Tonk Blues", "Your Cheatin' Heart", "Hey, Good Lookin'", "Jambalaya (On the Bayou)" og "You Win Again" og "I'm So Lonesome I Could Cry".

Hann er faðir Jett Williams og Hank Williams Jr. og abbi Hank Williams III.

Lívsleið

 
Hank Williams, Audry Sheppard og Drifting Cowboys

Hank Williams er av enskum-amerikonskum uppruna. Hann vaks upp í fátækradømi við einum pápa, ið var krígsveteranur frá 1. heimskríggi| og orsakað av krígsskaðum ofta var innlagdur á sjúkrahúsi. Hansara tónlistarliga bakgrund var oldtime-tónleikurin og blues-tónleikurin hjá afroamerikanarunum, ið hann hoyrdi gøtutónleikarar framføra alla staðni. Tað sigst, at hann gjørdist góður vinur við ein av teimum, Rufus Payne, ið eisini nevndist Tee-Tot, og hvørs ávirkan hevur gjørt tónleikin hjá Hank nokk so blues kendan. Hann skrivaði ofta um ólukkuligan kærleika.

Hank flutti til Montgomery, har hansara tónlistarliga lívsleið byrjaði í 1937, tá ið framleiðarar á WSFA útvarpsstøðini settu hann í starv sum vertur fyri einari 15-minuttir langari sending. Í 1938 stovnaði hann backup orkestrið Drifting Cowboys í 1938. Móðir hansara var manager hjá orkestrinum.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri oktober


 
Livar Nysted

Livar Nysted (føddur 27. september 1970) úr Hvannasundi er føroyskur havrógvari, sum gjørdist kendur í Føroyum og kring heimin, tá hann saman við Leven Brown, skipara, Don Lennox og Ray Carroll setti tvey nýggj heimsmet, tá teir róu tvørtur um Norðuratlantshavið við bátinum Artemis Investments úr New York í USA til St. Mary í Scilly Oyggjunum, tað gjørdu teir á sumri 2010.

Livar var boðin við á nýggja ævintýraferð tvørtur um Indiska havið, teir skuldu rógva úr Perth í Avstralia til Afrika við bátinum Sara G. Teinurin ið rógvast skal er 7000 km. Henda ferðin bleiv tó av ongum, tí báturin, La Mondiale, sum teir skuldu rógva við, bleiv vrak undir einum øðrum túri við øðrum rógvarum. Tíbetur kláraðu allir at koma undan við lívinum.

Tað gekk ikki long tíð, so fann Livar aðra loysn, hann slapp við á ein túr tvørtur um Suðuratlantshavið, har ætlanin er at seta nýtt heimsmet. Teir løgdu frá landi hin 18. januar 2013 úr Puerto de Mogán, Gran Kanaria, og hildu leiðina allan teinin til Port Saint Charles, Barbados. Aftur hesaferð var tað Leven Brown, sum varð skipari. Leven hevur sjálvur bygt bátin, sum teir róu við. Báturin eitur Avalon. Livar og teir høvdu ymiskir óvantaðir trupulleikar á ferðini, nakrir skaðar hendur við bátinum, eitt nú brotnaði kjølurin tvær ferðir, teir høvdu ein eyka við og aðru ferðina fingu teir umvælt skaðan. Ein annar trupulleiki var, at teir høvdu mótvind allan vegin og at streymurin eisini var ímóti. Teir megnaðu tí ikki at seta heimsmet, men teir vóru álíkavæl sera nøgdir við túrin, tí teir kláraðu at gjøgnumføra túrin hóast trupulleikar av ymiskum slag.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri november


 
Fuglafjørður

Fuglafjørður er ein býur og fjørður í Eysturoynni.

Fuglafjørður liggur við fjørðin av sama navni, og hildið verður, at upprunin til navnið er antin kallkynsnavnorðið fuglur ella mansnavnið Fugli. Tað løgna er, at býurin eingi fuglabjørg eigur, men fyrr átti nógvur skrápur í Føroyum, og hann átti uppi á sløttum í urðum og líðum. Kanska hevur serliga nógvur skrápur og heiðafuglur átt í haganum uttan um Fuglafjørð. Er upprunin hinvegin eitt mansnavn, kann man hugsa sær, at Fugli var ein av niðursetumonnunum í bygdini.

Í fjøruni á syðra armi á Fuglafirði er ein kelda, sum eitur Varmakelda. Vatnið, ið rennur úr henni, er eini 10 stig heitari enn í øðrum keldum. Tað hevur verið siður, at ungdómurin í grannabygdunum hittist her á jóansøku til dans og hugnaliga samveru. Gjøgnum tíðirnar eru mong giftarmál komin burtur úr hesum. Tá bygdastevnan Varmakelda er, hevur eisini verið fast at hava fólkafund og dans á staðnum, men í 2007 varð í staðin fólkafundur hildin uttan fyri Mentanarhúsið í bygdini.

Í 1849 fluttu fólk úr Fuglafirði og settu seg niður á Hellunum, og í 1985 komu fyrstu húsini á Kambsdali, ið liggur 3 km sunnan fyri býin. Í dag búgva eini 200 fólk á Kambsdali. Fuglafjarðar kommuna og Eysturkommuna eiga og reka í felag Ítróttar- og Samkomuhøllina á Kambsdali.

Fuglafjørður er góð skipahavn, og tí er nógv virksemi har, ið hevur samband við fiskivinnuna, og mong skip hava havt heimstað á fjørðinum. Í 1964 var sildaverksmiðja sett á stovn, sum hevur ment seg nógv gjøgnum árini og er størsta arbeiðsplássið í býnum. Føroyar eru fiskivinnutjóð og í hesari vinnu fært tú allar tænastur í Fuglafirði.

Fuglafjarðar Bókasavn heldur til í hugnaligu hølunum á gamla skúlanum frá 1882, mitt í bygdini. Fyri fáum árum síðani var eitt mentanarhús bygt í býnum, sum verður nógv nýtt til konsertir og onnur tiltøk.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri desember


 
Kirkjubøur

Kirkjubøur er ein bygd í Streymoy. Kirkjubøur er millum elstu bygdir í Føroyum og er ein hin søguríkasta. Bygdin var í miðøldini, við sínum bispasæti, miðdepil fyri átrúnaðarliga og mentanarliga virkseminum í landinum. Umstøðurnar at búgva í Kirkjubø hava verið góðar. Gott rekapláss og góður sólargangur og tí eisini fruktargott. Bygdin hevur onkuntíð verið munandi størri, enn hon er nú, og hevur, har hon liggur mitt í landinum, eisini verið ein hin týdningarmesta føroyska bygdin.

Søguligi kongsbóndagarðurin, hin størsti í Føroyum, hevur verið í somu ætt síðani miðskeiðis í 16. øld við sínum sermerktu hugnaligu húsum. Ikki minst aldargomlu stokkastovurnar og roykstovan. Kendasta fornminni føroyinga er gamli dómkirkjumúrurin í Kirkjubø, St. Magnus Katedralurin ið helst ongantíð varð bygdur liðugur. Í Kirkwall í Orknoyum er ein St. Magnus Katedralur, vígdur sama halgimenni. Kortini er verandi sóknarkirkjan enn eldri, og er elsta kirkja í landinum. Saman við Velbastað gjørdist Kirkjubøur partur av høvuðsstaðarkommununi 1. januar í 2005.

Kirkjubøur er ein av elstu bygdunum í landinum og í avgomlum døgym tykist hon at hava verið ein stór bygd við stórum, sløttum bø, ið gekk langt út. Men sum árini hava liðið, hevur havið máað seg longur og longur inn, brimið og streymurin hava etið petti eftir petti burtur av landinum. Tí er Kirkjubøur í dag ein lítil bygd. Men Kirkjubøur er ein hin søguríkasta bygdin í oyggjunum, og haðani hava vit m.a. søgina um Gæsu (Æsu). Søgnin um Bardagan í Mannafalsdali verður vanliga hildin at vera um byggingina av Kirkjubømúrinum.
 Múrurin í Kirkjubø er eitt av mætastu fornminnum í Føroyum.

Í miðøld var Kirkjubøur kirkju- og mentanarmiðdepil føroyinga.

Søga

 
Ólavskirkjan, er elsta kirkja í landinum, sum er í brúki.

Kirkjubøur var høvuðsstaður í Føroyum til siðabótatíðina. Okkurt um miðjuna á elliftu øld vóru Føroyar gjørdar eitt bispadømi, og bispurin, sum oyggjunum stýrdi, hevði setur sítt í Kirkjubø. Og biskuparnir, ið har búðu, høvdu hug at byggja. Úti á líkhúsi kalla tey tann staðin, har sum hinar elstu leivdirnar av kirkjubyggingi enn eru at síggja. Nú stendur eftir bert eitt sindur av einum horni av hesi nevndu kirkju; bakkin er burtur mataður, so alt hitt er farið út á sjógv.

Her við bispasetrið í Kirkjubø var ein skúli, sum ungir menn gingu í fyri at fáa prestalærdóm; prestarnir í Føroyum vóru vandir upp í hesum føroyska prestaskúlanum; eisini kann tað vera, at sumir av teimum, ið her lærdu, fingu embæti í Noregi. Vist er tað, at m.a. Sverri, sum seinri var kongur í Noregi, gekk í skúla í Kirkjubø í tíðini um 1160-1170, og at hann har fekk allan tann lærdóm, sum hevur gjørt hann tiltiknan millum konga.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri januar


 
Monmouth

Monmouth (Walisisk: Trefynwy = "býurin við Monnow") er ein býur í landssynningspartinum av Wales. Býurin liggur, har ið áirnar Monnow og Wye møtast, umleið tríggjar kilometrar frá markinum til Onglands. Býurin liggur 58 km í ein landnyrðing av Cardiff og 204 km vestan fyri London. Býurin liggur í Monmouthshire. Í 2001 búðu 8.877 fólk í Monmouth.

Í rómaratíðini lá ein borg her, sum nevndist Blestium. Eftir 1067 vaks býurin upp kring normannaraborgina, sum verður nevnd Monmouth Borgin (Monmouth Castle). Miðaldarbrúgvin á borgini, Monnow Brúgvin er tann einasta av sínum slag, ið er eftir í Stóra Bretlandi. Seinni kom borgin at hoyra til Lancaster ættina, og Henrik 5. av Onglandi bleiv føddur her í 1387. I 1536 gjørdist býurin høvuðssæti hjá fyrisitingini í Monmouthshire.

 
Monnow Brúgvin

Seinni gjørdist býurin ein miðdepil fyri ferðavinnu í Wye Dalinum, og harumframt eisini til ein marknaðarbý.

Søga

Útgrevstur, sum Monmouth Archaeological Society hevur staðið fyri, fram við Monnow Street, hava avdúkað eitt ríkidømi av kunning um ta elstu søguna hjá býnum. Council for British Archaeology hevur útnevnt býin sum ein av topp 10 býum í Stóra Bretlandi, sum eru verdir at vitja tá talan er um fornaldarfrøði.

Rómaratíðin

Tað fyrsta niðursetustað, ið man kennir til í Monmouth, er rómverska borgin Blestium. Henda borg var forbundin við aðrar partar av Rómararíkinum við vegum, sum førdu til teir størri býirnar Glevum og Isca Augusta. Fornfrøðingar hava funnið pottaskar og myntir í miðbýnum. Í tí seinni rómaratíðini, frá 2. øld til 4. øld, sær tað út til at býurin hevur verið miðdepil fyri jarnsmíð.

Miðøld

 
Monmouth Borgin

Eftir at Rómaraveldið endaði í Bretlandi, var Monmouth økið í syðra endanum av walisiska kongadøminum Ergyng (5. - 7. øld). Tað einasta prógvið fyri at fólk framhaldandi hava búð í Monmouth alla hesa tíðina er ein tekstur um eina kirkju í økinum í 7. øld. Tað er óvist hvar ið kirkjan var, men hon var í býnum, og so var hon ognað walisiska halgimenninum Cadoc. Í 1056 var økið lagt í oyði av walisiska prinsinum Gruffydd ap Llywelyn, tá hann var á veg í hernað saman við einum heri av walisum, saxonarum og dønum fyri at niðurberja Ralph, jarlin av Hereford. Edvard 2. av Onglandi sat eitt styttri tíðarskeið í fongsli í Monmouth Borgini, eftir at kona hansara, Isabella, og elskari hennara, Roger Mortimer, høvdu sett hann frá trúnuni.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri februar


Wikipedia:Mánaðargreinin/februar 2024
vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri mars


Wikipedia:Mánaðargreinin/mars 2024
vís - kjak - søga - rætta