Monnow
Monnow (walisikt: Afon Mynwy) er ein á sum rennur gjøgnum útsynningspartin av Herefordshire, Ongland og eystara part av býnum Monmouth í Wales.
Markið millum Wales og Ongland
rættaMeginparturin av ánni Monnow er samstundis markið millum Ongland og Wales, áðrenn áin rennur saman við ánni Wye í býnum Monmouth. Áin Wye er eisini hálv ensk frá Monmouth til hon rennur saman við ánni Severn í Chepstow. Í býnum Monmouth bindir tann vakra miðaldar Monnow Brúgvin báðir áarbakkarnar saman. Ein kendur gongutúruru, sum á enskum verður nevndur Monnow Valley Walk fer fram við ánni, og ein 65 km langur túrur.
Áarsíl
rættaFyrr var Monnow kend fyri at hava nógv áarsíl frá Pontrilas til Skenfrith[1] og tað førdi til met høga veiðu av áarsíli í ánni. Í 20. øld minkað stovnurin tó rættiliga nógv, og serstakliga eftir 1960-árini, men seinastu árini er stovnurin aftur vaksin nógv og er nú ein av størstu stovnunum við villum áarsílum í Onglandi og Wales.
Keldur
rætta- ↑ "The River Monnow at Skenfrith - OS grid SO4520". Geograph Britain and Ireland. http://www.geograph.org.uk/photo/248733. Heintað 2012-04-05.