Heiðafuglur er fuglur, sum hevur reiður í haganum. Í Føroyum er nógvur heiðafuglur. Flest allur heiðafuglur finnur føði í haganum og niðri í fjøruni. Summir heiðafuglar eru tó sjófuglar, til dømis kjógvi og likka, og tað merkir, at teir finna føði sína á sjónum.

Kjógvi er heiðafuglur, men eisini sjófuglur, tí hann finnur føði sína á sjónum.

Ein stórur partur av heiðafugli er flytifuglur. Hann er einans í Føroyum um summarið, tá ið hann reiðrast. Um veturin flýgur hann til heitari lond at vera.

Hygg eisini at

rætta