Wikipedia:Mánaðargrein 2006
Mánaðargreinir nýttar í 2006.
Mánaðargrein fyri desember
Wikipedia:Mánaðargreinin/desember 2006
vís -
kjak -
søga -
rætta
Mánaðargrein fyri november
Wikipedia:Mánaðargreinin/november 2006
vís -
kjak -
søga -
rætta
Mánaðargrein fyri oktober
Frændur eru upprunaliga sprotnir burturúr virkna ungdómsfelagnum í Klaksvík fyrst í 1980'unum. Manningin í bólkinum hevur verið nakað skiftandi, men tó hevur kjarnin alla tíðina verið Steintór Rasmussen og brøðurnir Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe. Teir hava síðan fyrstu LP-plátuna Saman við tær verið millum kendastu og best umtóktu tónleikabólkarnar í Føroyum. Á fyrstu plátuni hevði Steintór Rasmussen skrivað øll orðini og mestsum øll løgini, men seinni mentu Rani Nolsøe og serliga Eyðun Nolsøe seg eisini sum sangrivarar.
Mánaðargrein fyri september
14. september í ár eru liðin 60 ár síðan fólkaatkvøða var í Føroyum um eina heimastýrisskipan ella loysing. Flestar atkvøður vóru fyri loysing; 48,7%. Valluttøkan var 67,5%.
Fólkaatkvøða skuldi haldast við hesum spurningum:
I. Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?
II. Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?
Mánaðargrein fyri august
18. august eru 100 ár síðani Sambandsflokkurin fyrstu ferð var kunngjørdur. Tá eru júst 100 ár liðin síðan 13 tingmenn í Dimmalætting boðaðu frá, at teir høvdu skipað seg í ein politiskan flokk á tingi, ið nevndist Sambandsmenn. Við hesum er Sambandsflokkurin elsti politiski flokkur í Føroyum.
Mánaðargrein fyri juli
Wikipedia:Mánaðargreinin/juli 2006
vís -
kjak -
søga -
rætta
Mánaðargrein fyri juni
Evnafrøði er læran um eginleikarnar hjá lívrunnum og ólívrunnum evnum og hvussu tey samspæla við onnur lívrunnin og ólívrunnin evni. Av tí at evni, sum eru ymiskar samansetingar av atomum, eru so fjølbroytt, so granska evnafrøðingar ofta hvussu atom av ymiskum frumevnum samspæla og soleiðis skapað mýl, og eisini hvussu ymisk mýl samspæla sínamillum. Evnafrøði verður ofta kallað tann miðsavnandi vísindin, av tí at hon knýtir aðrar vísindagreinir saman.
Mánaðargrein fyri mai
Talv er eitt borðspæl, har tveir telvarar kunnu telva. Telvað verður á einum borði við 64 puntum, har hvør telvari hevur 16 talvfólk, ein tað hvíta fólkið, og ein tað svarta fólkið. Endamálið er at vinna við at seta kongin hjá mótpartinum skák og mát (eisini rópt mát).
Telvarar skiftast um at leika, men hvítur - tað er telvarin við hvíta fólkinum - leikar altíð fyrst. Ymsu fólkini hava hvør sítt gongulag.
Mánaðargrein fyri apríl
Stonehenge er eitt yngru steinaldar og bronsualdar fornminni tætt við Amesbury í enska landslutinum Wiltshire, umleið 13 km í ein útnyrðing úr Salisbury. Tað er uppbygt av vøllgørðum rundan um eina runda uppseting av stórum reistum steinum og er eitt hitt kendasta fyrisøguligu støðunum í heiminum.
Mánaðargrein fyri mars
Stonehenge er eitt yngru steinaldar og bronsualdar fornminni tætt við Amesbury í enska landslutinum Wiltshire, umleið 13 km í ein útnyrðing úr Salisbury. Tað er uppbygt av vøllgørðum rundan um eina runda uppseting av stórum reistum steinum og er eitt hitt kendasta fyrisøguligu støðunum í heiminum.
Mánaðargrein fyri februar
Sámal Joensen-Mikines (23. februar 1906 í Mykinesi - 21. september 1979 í Keypmannahavn) var fyrsti Føroyski yrkislistamaður, og verður av nógvum mettur sum faðir at føroyskari myndlist. Mikines lærdi á Kunstakademiets Malerskole í Keypmannahavn frá 1928 til 1932.
Mánaðargrein fyri januar
Hvítravnur var eitt serføroyskt ravnabrigdi, men er nú útdeyður. Hann var eisini krunkasvartur, men stórir partar av honum vóru hvítir, tó ofta við nøkrum fáum svørtum fjaðrum uppí. Teir hvítravnarnir, sum eru varðveittir, eru ikki allir meinlíkir, men á øllum eru á høvdi, veingjum og búki hvít øki. Beinini á honum eru líka svørt sum á tí svarta ravninum, men ikki nevið, tað fer yvir í brúnt.