Eitt atom er tann minsti parturin av einum frumevni. Orðið atom stavar frá grikskum άτομος, átomos og merkir "óbýtandi". Teir gomlu grikkarnir hugsaðu sær atomið sum tann minsta eindin, nakað kundi býtast í. Í dag vita vit, at atomini eru sett saman av smáum elementarpartikklum: protonum, neutronum og elektronum. Eisini hesir elementarpartiklar eru samansettir av aftur minni partum. Ein samanseting av atomum verður kallað ein evnasambinding. Dømi um evnasambindingar eru mýl og sølt.

Heliumatom við tveimum protonum (reyð), neutronum (grøn) og elektronum (gul).

Sí eisini

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið