Stonehenge er eitt yngra steinaldar og bronsualdar fornminni tætt við Amesbury í enska landslutinum Wiltshire, umleið 13 km í ein útnyrðing úr Salisbury. Tað er uppbygt av vøllgørðum rundan um eina runda uppseting av stórum reistum steinum og er eitt hitt kendasta fyrisøguligu støðunum í heiminum. Fornfrøðingar halda steinarnar verða millum 2500 f.Kr. og 2000 f.Kr. tó, at umverandi rundu vøllgarðarnir og grøvin, sum eru eldsti parturin av fornminninum, eru tíðarfest til umleið 3100 f.Kr..

Stonehenge

Stonehenge og tað, sum er rundanum, eru sett á listan hjá UNESCO sum eitt World Heritage Site í 1986, og er við lóg vart eftir bretskari lóg sum Scheduled Ancient Monument.

Stonehenge er statt á 51°10′43.9″N 01°49′34.2″W / 51.178861°N 1.826167°W / 51.178861; -1.826167

Upprunafrøði

rætta

Stonehenge Complete eftir bretska fornfrøðinginum Christopher Chippendale sigur orðið Stonehenge koma frá angulsaksisku orðunum "stān", ið merkir "steinur", og annaðhvørt "hencg", ið merkir "hongsul" ella "hen(c)en", ið merkir gálgi ella píningartól. Miðaldargálgar vóru uppbygdir av tveimum lodrøttum pettum við einum petti omaná tey bæði, sum minnir um nakrar uppsetingar í Stonehenge, heldur enn at líkjast einum umvendum L-skapi, sum vit kenna betur í dag.

Ástøði um Stonehenge

rætta

Gamlar tulkingar

rætta
 
Stonehenge í 2004

Nógvir søgufrøðingar eru ávirkaðir av sagnum í sínum frágreiðingum. Sambært summum sagnum læt gandakallurin Merlin ein risa byggja verkið fyri seg ella flutti tað við gandi frá Mount Killaraus í Írlandi, meðan aðrar siga Djevulin standa aftanfyri. Henry of Huntingdon var fyrstur at skriva um verkið umleið 1130, skjótt fylgdur av Geoffrey of Monmouth, sum var fyrstur at skriva hugfloygd sambond við Kong Arthur, sum gjørdi verkið til ein part av einum víðari evropeiskum romantikki.

Í 1615 vildi enski arkitekturin Inigo Jones vera við, at Stonehenge var eitt rómverkst tempul halgað Caelus, (latínskt navn fyri grikska Ouranos, og bygdi eftir tuskansku ordanini. Seinri viðmerkjarar hildu, at danir reistu tað. Sjálvt seint í nítjandu øld fingu saksar ella onnur lutfalsliga ung samfeløg heiðurin fyri verkið.

Tær fyrstu akademisku royndirnar at kanna og skilja fornminnið vórðu gjørdar umleið 1740 av William Stukeley. Sum hann var vanur, gjørdi hann tann feilin, at geva druidum heiðurin. Tó kom hann við teimum fyrstu tekningunum av staðnum, sum gjørdu fleiri lýsingar gjørligar av skapinum og týdninginum. Frá sínum arbeiði megnaði hann, at vísa á ein stjørnufrøðiligan ella tíðarteljingarligan leiklut av setanini av steinunum.

Tá ið nítjanda øld byrjaði, megnaði John Lubbock at tíðarfesta staðið til bronsuøld út frá bronsufundum nærhendis.

Keldur

rætta
  • Atkinson, R J C, Stonehenge (Penguin Books 1956)
  • Burl, A , Prehistoric Stone Circles (Shire 2001)
  • Chippendale, C "Stonehenge Complete" (Thames and Hudson, London, 2004)
  • Chippindale, C et al., Who owns Stonehenge? (London, Batsford 1990)
  • Cleal, Walker, & Montague, Stonehenge in its Landscape (London, English Heritage 1995)
  • Cunliffe, B, & Renfrew, C, Science and Stonehenge (The British Academy 92, Oxford University Press 1997)
  • Hall, R, Leather, K, Dobson, G, Stonehenge Aotearoa (Awa Press 2005)
  • Hawley, Lt-Col W, Report on the Excavations at Stonehenge during the season of 1923 (The Antiquaries Journal 5, Oxford University Press 1925)
  • Hutton, R, From Universal Bond to Public Free For All, British Archaeology 83, July-August 2005 p11
  • Mooney, J, Encyclopedia of the Bizarre (Black Dog & Leventhal Publishers, 2002)
  • North, J, Stonehenge: Ritual Origins and Astronomy (HarperCollins, 1997)
  • Pitts, M, Hengeworld (London, Arrow 2001)
  • Pitts, M W, On the Road to Stonehenge: Report on Investigations beside the A344 in 1968, 1979 and 1980 (Proceedings of the Prehistoric Society 48, 1982)
  • Stone, J F S, Wessex Before the Celts (Frederick A Praeger Publishers 1958)

Ávísingar úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið