Salisbury
Salisbury (Ensk úttala: [ˈsɔːlzbri] ella [ˈsɔːzbri]) er ein enskur býur ið liggur sunnaliga í greivadøminum Wiltshire (Wiltshire County), í útsynningspartinum av Onglandi.
Í 2011 búðu 40.302 fólk í býnum.[1] Harvið er Salisbury næststørsta býur í greivadøminum, næst eftir Swindon.
Salisbury er søguligur býur, grundlagdur á hesum staði í miðøldini. Stásiliga dómkirkjan, "Salisbury Cathedral", varð vigd í 1258. Tornið er 123 m høgt og harvið tað hægsta kirkjutornið í Onglandi. Eitt makaskjal av frælsisbrævinum Magna Carta frá miðøldini verður varðveitt har í dómkirkjuni.
Áirnar Avon og Wylye renna har í býnum saman í eitt.
Heimskenda fornminni Stonehenge liggur einar 13 kilometrar norðan fyri býin.
Myndir
rætta-
Býurin Salisbury sæð frá Old Sarum býarpartinum
-
Miðbýurin í Salisbury
-
Miðbýurin í Salisbury
-
Klokkutornið í Bridge Street.
-
Áin Avon í Salisbury
-
Dómkirkjan í Salisbury
-
Dómkirkjan
-
Dómkirkjan
-
Dómkirkjan
-
Fornminni frá steinøldini í Stonehenge
Ávísingar úteftir
rætta- salisburycitycouncil.gov.uk Almenna heimasíða hjá Salisbury City Council
- Salisbury, wikivoyage.org (á enskum)
Coordinates: 51°04′26.40″N 01°47′36.96″W / 51.0740000°N 1.7936000°W
Keldur
rætta- ↑ Salisbury Parish, 2011 Census Report for areas in England and Wales, nomisweb.co.uk