Wikipedia:Mánaðargreinin/september 2006
14. september í ár eru liðin 60 ár síðan fólkaatkvøða var í Føroyum um eina heimastýrisskipan ella loysing. Flestar atkvøður vóru fyri loysing; 48,7%. Valluttøkan var 67,5%.
Fólkaatkvøða skuldi haldast við hesum spurningum:
I. Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?
II. Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?