Montgomery
Montgomery er høvuðsstaður í amerikanska stakríkinum Alabama. Býurin liggur umleið 235 kilometrar í ein útsynning av Atlanta.
Montgomery varð grundlagdur í 1819. Í dag er býurin næststørsti býur í Alabama, næst eftir Birmingham. Montgomery hevði í 2018 meiri enn 198.000 íbúgvar og við forstøðum telur hann enntá umleið 374.000 fólk.[1]
Alabama-áin rennur tætt framvið býnum.
Innihaldsyvirlit
SøgaRætta
Tann 1. desember 1955 varð Rosa Parks handtikin í Montgomery, tí hon hevði noktað at geva sítt sitipláss í bussinum til hvít ferðafólk. Hendingin førdi til boykott hjá afroamerikanarum móti bussunum í býnum. Hetta er samstundis ein týðandi hending í søguni hjá borgararættindarørsluni í USA.
Kend fólkRætta
- Rosa Parks, amerikonsk stríðskvinna fyri borgararættindum (1913-2005)
- Nat King Cole, amerikanskur jazzsangari og klaverleikari (1919-1965)
- Hank Williams, amerikanskur countrysangari (1923-1953)
- Martin Luther King, amerikanskur stríðsmaður fyri borgararættindum (1929-1968)
Ávísingar úteftirRætta
KeldurRætta
- ↑ City and Town Population Totals: 2010-2018 - Montgomery city, Alabama, factfinder.census.gov