Hank Williams
Hiram King "Hank" Williams, Sr. (betri kendur sum Hank Williams, føddur 17. september 1923 í Alabama, deyður 1. januar 1953 í West Virginia) var ein amerikanskur countrysangari og sangskrivari. Hann verður mettur at vera ein av teimum týdningarmiklastu og ein av teimum ið hava havt størstu ávirkanina á aðrir tónleikarar í 20. øld.[2][3] Williams upptók 35 stakløg (fimm útgivin eftir deyða hansara) sum komu á Topp-10 bestseljaralistan hjá Billboard Country & Western Best Sellers chart, av hesum vóru 11 nummar eitt.
Hank Williams | |
---|---|
Williams í 1951. | |
Bakgrundskunning | |
Føðinavn | Hiram King Williams |
Eisini kend/ur sum |
|
Fødd/ur |
Butler County, Alabama, USA | 17. september 1923
Andaðist |
1. januar 1953 Oak Hill, West Virginia, USA | (aldur 29)
Sjangrur | |
Størv |
|
Ljóðføri |
|
Ár virkin | 1937–1953 |
Plátufeløg | |
Luttøka við øðrum | |
Heimasíða |
Williams' signature |
Hann er ein av teimum týdningarmestu tónleikarunum innan tað slagi av country ið nevnist honky-tonk og nakrir av kendastu sangum hansara eru "Honky Tonk Blues", "Your Cheatin' Heart", "Hey, Good Lookin'", "Jambalaya (On the Bayou)" og "You Win Again" og "I'm So Lonesome I Could Cry".
Hann er faðir Jett Williams og Hank Williams Jr. og abbi Hank Williams III.
Lívsleið
rættaHank Williams er av enskum-amerikonskum uppruna. Hann vaks upp í fátækradømi við einum pápa, ið var krígsveteranur frá 1. heimskríggi| og orsakað av krígsskaðum ofta var innlagdur á sjúkrahúsi. Hansara tónlistarliga bakgrund var oldtime-tónleikurin og blues-tónleikurin hjá afroamerikanarunum, ið hann hoyrdi gøtutónleikarar framføra alla staðni. Tað sigst, at hann gjørdist góður vinur við ein av teimum, Rufus Payne, ið eisini nevndist Tee-Tot, og hvørs ávirkan hevur gjørt tónleikin hjá Hank nokk so blues kendan. Hann skrivaði ofta um ólukkuligan kærleika.
Hank flutti til Montgomery, har hansara tónlistarliga lívsleið byrjaði í 1937, tá ið framleiðarar á WSFA útvarpsstøðini settu hann í starv sum vertur fyri einari 15-minuttir langari sending. Í 1938 stovnaði hann backup orkestrið Drifting Cowboys í 1938. Móðir hansara var manager hjá orkestrinum.
1940-árini
rættaTá ið USA gjørdist partur av 2. heimsbardaga, vóru teir flestu av limunum í Drifting Cowboys innkallaðir til herin. Sjálvur varð Hank vrakaður av heilsuligum ávum. Undir krígnum var tað trupult hjá Hank at finna tónleikarar at framføra við sær, og samstundis misti hann starvið á WSFA útvarpsstøðini orsakað av rúsdrekkatrupulleikum. Hann arbeiddi á einari skipasmiðju í Mobile, Alabama undir krígnum og spældi sín tónleik á barrum fyri hermonnum. Í 1943 møtti Hank Audrey Sheppard á einum medicine show í Banks, Alabama. Williams og Sheppard livdu saman og arbeiddu saman. Árið eftir vóru tey gift. Í 1945 byrjaði Hank aftur at arbeiða fyri WSFA, hann skrivaði sangir sum hann framførdi á útvarpsstøðini einaferð um vikuna. Audry Sheppard gjørdist hansara manager og av og á sang hon eisini duet við honum á konsertum.
Hin 14. september 1946 var Hank Williams til upptøkuroynd á Grand Ole Opry, men fekk avslag. Eftir tað royndu hann og kona hansara at vekja áhugan hjá tí nýliga stovnaða plátufelagnum Acuff-Rose Music. Williams og Audry fóru til Fred Rose, ið var formaður fyri felagið. Audrey Williams spurdi Rose, um maður hennara kundi sleppa at syngja ein sang fyri honum júst tá, Rose var við uppá tað og honum dámdi tónleikastílin hjá Hank Williams. Rose gav Williams eina kontrakt til innspæling av seks sangum, ið Sterling Records skuldi útgeva. Hin 11. desember 1946, undir fyrstu upptøkunum, vóru hesir sangir upptiknir á plátu: "Wealth Won't Save Your Soul", "Calling You", "Never Again" og "When God Comes and Gathers His Jewels". Upptøkurnar "Never Again" og "Honky Tonkin'" gjørdist sera væl dámd og førdu til, at MGM Records fekk áhuga fyri Hank Williams.
Williams skrivaði undir eina kontrakt við MGM Records í 1947 og útgav "Move It On Over", ið gjørdist eitt stórt country hitt.
Sjúka og deyði
rættaHann hevði trupulleikar av pínu í rygginum, sum skyldaðist at hann varð føddur við ryggmergsbrokki, og var plágaður av rúsdrekkamisnýtslu og av heilivágsmisnýtslu, ið førdi til versnandi heilsu. Hann var fleiri ferðir til avvenjingar. Í 1952 var hann til avvenjing og skuldi síðan gera eitt comeback. Tann fyrsta konsertin skuldi eftir ætlan vera nýggjársaftan í Charleston, West Virginia, men orsakað av kavastormi í Nashville økinum, so var flúgving avlýst, og Hank mátti ístaðin koyra við bili til konsertirnar, men konsertin ið skuldi vera í Charlston varð avlýst. Hank leigaði Charles Carr til at koyra seg til tað næstu konsertina, ið skuldi vera nýggjársdag 1953 í Canton, Ohio. Á vegnum støðgaðu teir á einum motelli, har ið Carr ringdi eftir lækna till Hank. Læknin gav honum sproytur við B-12 vitamin og við morfini. Hank mátti berast út í bilin, tí hann hostaði so illa. Teir komu tó ikki vegin fram, tí á veg til konsertina fekk hann doyði í bilinum. Carr fann útav, at Hank Williams var deyður, tá ið hann støðgaði við eina bensinstøð í Oak Hill. Politiið fann tómar øldósir og eina hondskrivaða yrking í bilinum, har ið Hank hevði sitið. Líkskurðurin vísti, av høgra hjartakamar var gingið fyri og læknin fann bløðingar í hjartanum og hálsinum. Læknin, Dr. Ivan Malinin, ið framdi líkskurði skrivaði eisini, at Hank nýliga var blivin illa bukaður og sparkaður í skrevið. Líkið varð koyrt til Montgomery, Alabama, har hann varð lagdur í eina silvurkistu í heiminum hjá mammu hansara hin 2. januar, har hann varð vístur fram í tveir dagar. Mett verður, at umleið 15.000 til 20.000 gingu framvið kistu hansara. Hann varð jarðaður hin 4. januar 1953.
Tónleikaútgávur (úrval)
rætta- Album
- 1952 - Hank Williams Sings
- 1955 - Hank Williams Memorial Album
- 1955 - Ramblin' Man
- 1956 - I Saw the Light
- 1959 - The Unforgettable Hank Williams
- 2005 - Jambalaya (On the Bayou)
- 2006 - Past breaking Hank
- 2012 - The Greatest Hits Live: Volume 1
Stakløg (topp 20 á Billboard Hot Country Songs)
- 1947 - Move It On Over (#4)
- 1948 - Honky Tonkin' (#14)
- 1948 - I'm a Long Gone Daddy (#6)
- 1948 - A Mansion on the Hill (#12)
- 1949 - Lovesick Blues (#1)
- 1949 - Never Again (Will I Knock on Your Door) (#6) Upprunaliga B-síðan á: Lovesick Blues
- 1949 - Wedding Bells (#2)
- 1949 - Mind Your Own Business (#5)
- 1949 - You're Gonna Change (Or I'm Gonna Leave) (#4 )
- 1949 - Lost Highway (#12) B-síðan á: You're Gonna Change (Or I'm Gonna Leave)
- 1949 - My Bucket's Got a Hole in It (#2)
- 1950 - I Just Don't Like This Kind of Living (#5)
- 1950 - Long Gone Lonesome Blues (#1)
- 1950 - My Son Calls Another Man Daddy (#9 ) B-síðan á: Long Gone Lonesome Blues
- 1950 - Why Don't You Love Me (#1)
- 1950 - Why Should We Try Anymore (#9)
- 1950 - They'll Never Take Her Love from Me (#5) B-síðan á: Why Should We Try Anymore
- 1950 - Moanin' the Blues (#1)
- 1950 - Nobody's Lonesome for Me (#9) B-síðan á: Moanin' the Blues
- 1951 - Cold, Cold Heart (#1)
- 1951 - Dear John (#8) B-síðan á: Cold, Cold Heart
- 1951 - Howlin' at the Moon (#3)
- 1951 - I Can't Help It (If I'm Still in Love with You) (#2) B-síðan á: Howlin' at the Moon
- 1951 - Hey Good Lookin (#1)
- 1951 - (I Heard That) Lonesome Whistle (#9)
- 1951 - Crazy Heart (#4) B-síðan á: (I Heard That) Lonesome Whistle
- 1951 - Baby, We're Really in Love (#4)
- 1952 - Honky Tonk Blues (#2)
- 1952 - Half as Much (#2)
- 1952 - Jambalaya (On the Bayou) (#1)
- 1952 - Settin' the Woods on Fire (#2)
- 1952 - You Win Again (#10) B-síðan á: Settin' the Woods on Fire
- 1952 - I'll Never Get Out of This World Alive (#1)
- 1953 - Kaw-Liga (posthumt) (#1)
- 1953 - Your Cheatin' Heart (#1) B-síðan á Kaw-Liga
- 1953 - Take These Chains from My Heart (posthumt) (#1 )
- 1953 - I Won't Be Home No More (posthumt) (#4)
- 1953 - Weary Blues from Waitin' (posthumt) (#7)
- 1955 - Please Don't Let Me Love You (posthumt) (#9)
- 1988 - There's a Tear in My Beer (#7) Nýinnspæling har Hank Williams Jr. syngur duett við pápa sínum. Innspælingin varð heiðrað við m.a. einari Grammy (Best Country Collaboration with Vocals).
Keldur
rætta- ↑ Hank Williams Biography – Rock and Roll Hall of Fame and Museum Retrieved February 11, 2015
- ↑ Hank Williams Sputnik Music profile Heintað 8. september 2014
- ↑ I Saw the Light: Hank Williams' Sixty Years of Influence on American Music|The New School Heintað 8. september 2014