Lat upp høvuðsmeny
Birmingham
Birmingham

Birmingham er stórbýur í amerikanska stakríkinum Alabama.

Birmingham liggur mitt í norðara parti av Alabama, umleið 150 kilometrar norðanfyri Montgomery, ið er høvuðsstaður í stakríkinum.

Birmingham varð grundlagdur í 1871 og býurin hevði í 2018 næstan 210.000 íbúgvar.[1][2] Við forstøðum telur Birmingham tó meiri enn 1.150.000 íbúgvar og er hann í dag størsti býur í Alabama.

SøgaRætta

Meðan Martin Luther King sat í fongsli í Birmingham í apríl 1963, skrivaði hann tað kenda opna brævið úr fongslinum (Letter from Birmingham Jail).

Kend fólkRætta

  • Angela Davis (f. 1944), amerikonsk stríðskvinna fyri borgararættindum og rithøvundur
  • Emmylou Harris (f. 1947), amerikonsk sangarinna
  • Condoleezza Rice (f. 1954), fyrrverandi amerikanskur uttanríkisráðharri
  • Carl Lewis (f. 1961), amerikanskur ítróttamaður

Ávísingar úteftirRætta

KeldurRætta

  1. City and Town Population Totals: 2010-2018 - Birmingham city, Alabama, factfinder.census.gov
  2. Birmingham city, Alabama, factfinder.census.gov
  Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana