Wikipedia:Mánaðargrein 2019
Mánaðargreinir nýttar í 2019.
Mánaðargrein fyri januar
Samveldið Avstralia, sum er ímillum Indiahav og Kyrrahav, er størsta oyggj í heiminum, men minsti heimspartur. Meginparturin av temum 22,2 mió. íbúgvunum býr í teimum fruktagóðu økjunum fram við suður- og landsynningsstrondini. Har eru eisini teir báðir størstu býirnir í Avstralia, Melbourne og Sydney, eisini samveldishøvuðsstaðurin Canberra. Avstralia liggur í ein landsynning úr Ásia. Eystanfyri er Kyrrahav, vestanfyri Indiahav. Norðan Torressund, bara 75 fjórðingar úr Avstralia, er Ný Guinea. Fyri góðum 200 árum síðan búði bara upprunafólk, aboriginar, í Avstralia. Í 1770 sigldi bretski rannsóknarfarin James Cook inn í Botanyflógva og lýsti nýfunna landið sum breskt land. Í 1901 fekk Avstralia sjálvstýri og gjørdist sjálvstýrandi partur í bretska heimsveldinum, tá ið tey seks hjálondini vórðu savnað undir eina samveldisstjórn. Avstralia er sera fjølmentað samfelag. Mangir tilflytarar komu higar; teir fyrstu úr Stórabretlandi og øðrum londum í Evropa, men seinni eisini úr Ásia. Um 85 % av øllum fólkinum í Avstralia býr í býum ella tætt við býirnar við strondina. Í Avstralia eru seks lond, hvørt við sínari stjórn. Hesi lond eita Tasmania, New South Wales, South Australia, Western Australia, Viktoria og Queensland.
Mánaðargrein fyri februar
Gorfuglur var ein svartur sjófuglur, sum nú er útdeyður um alla verð. Hann var einasta nýggjara slagið í slektini Pinguinus, men hann var ikki í ætt við pingvinir, hóast hann var fyrsti fuglur ið var kallaður 'pingvin'. Orðið sigst stava frá walisiskum fiskimonnum, ið sóu henda (fyri teimum) ókenda fugl, tá teir fóru at fiska undir Nýfundlandi, og nevndu teir hann pen gwyn á sínum walisiska máli, ið merkir "hvíta høvd", eftir stóra hvíta blettinum á høvdinum. Tá europear seinni sóu pingvinir á sunnaru hálvu, ið mintu um gorfuglin, vórðu tær uppkallaðar eftir honum.
Mánaðargrein fyri mars
James Travis Reeves (føddur 20. august í 1923, deyður 31. juli í 1964) var ein sangari, sangskrivari og tónleikari frá Galloway í Texas, USA. Foreldur hansara vóru Tom Reeves og Mary Adams Reeves. Reeves var ikki meira enn ársgamal, tá pápin doyði í 1924. Jim Reeves fekk sín fyrsta gittar sum fimm ára gamal. Tá ið hann var tólv ára gamal, luttók hann fyri fyrstu ferð í einum útvarpsshow, tað hendi í Shreveport, Louisiana. Hann spældi baseball sum ungur. Hann fekk eitt lestrarpláss (legat) og fór at lesa taliteknikk og drama, men hann gavst eftir 6 vikum og fór at arbeiða á einari skipasmiðju í Houston. Hann fór aftur at spæla baseball sum hálvprofessionellur. Reeves-slektin kom upprunaliga úr Írlandi. Tá ið hann spældi á konsertum, kom tað ofta fyri, at hann spældi "Danny Boy". Tann fyrsta singulin, sum hann spældi inn, var "Mexican Joe" (1953). Hann fekk sítt altjóða gjøgnumbrot við sanginum "He'll Have to Go", ið Joe Allison gjørdi lagið til. Jim doyði í flogvanlukku 31. juli 1964 í Tennessee.
Mánaðargrein fyri apríl
Páskaoy er ein kyrrahavsoyggj. Oyggin er gitin fyri veldugu standmyndirnar í tí berliga landslagnum. Standmyndirnar kallast Moai. Forfedrar polynesiamanna høgdu tær í grót fyri stívliga 1000 árum síðan.
Niðurlendski sjófarin Jacob Roggeveen gjørdi eina rannsóknarferð til Kyrrahavið árini 1721 og 1722. Hann fann eina ókenda oyggj tann 5. apríl 1722, sum var páskadagurin hetta árið. Av tí kallaði hann oynna "Paasschen eiland", sum merkir Páskaoy á niðurlendskum.
Mánaðargrein fyri mai
Butan er eitt sjálvstøðugt kongsríki í Himaleia millum Tibet í Vesturkina og India. Har búgva umleið 700.000 fólk, sum eru millum tey fátækastu í heiminum. Landið hevur valt at avbyrgja seg og hevur tí í øldir gingið sína egnu leið. Thimphu er høvuðsstaður í Butan.
Kongsríkið Butan er gátuført og lítið kent land, tí at tað var stongt fyri umheimurin langt upp í 1970-árini. Eisini er ringt at koma fram í óføra fjallalendinum. Butan er buddistiskt land, og kongurin, nevndur drekakongurin, er einaveldugur.
Meginparturin av fólkinum í Butan býr á bygd og livir av landbúnaði. Flestu fólk á bygd eru bøndur, men nøkur eru eisini handverkarar, til dømis vevarar ella leirkerasmiðir. Húsini eru smá, og har eru bara eitt ella tvey rúm. Flestu bøndur í hálendinum í Butan liva av neytahaldi. Harðføra, síðullaða jakneytið er óført reiðdýr og tolir ógvuliga væl kulda. Jakullin verður spunnin og vovin til klæði og tjalddúkar, og halin verður nýttur sum veiftra ella kustur. Butanar eta jakkjøt, kirna smør og kæsa ost av mjólkini og turka mykjuna til brenni.
Í Butan verður viðgongd máld í mun til økologiska, etiska og andaliga menning. Moralur og upplýsingarstøði telja meira enn materiell vælferð. Buddhistisk virði eru varðveitt. Kongurin Wangchuk sigur, at "brutto tjóðareydna hevur størri týdning enn bruttotjóðarframleiðsla".
Mánaðargrein fyri juni
New York City er størsti býur í Sambandsríkinum í Amerika og ein av heimsins størstu býum. Hann er kendur sum býurin, ið aldri svevur, kendur fyri nógvu søvnini, sjónleikarhúsini, matstovurnar og viðarlundirnar. Mong máttmikil fleirtjóðafeløg hava høvuðssæti í New York City. Býurin hevur eisini eina ta størstu havn í heiminum, og hagar stevna farmaskip úr øllum londum. Helvtin av útflutningum úr Amerika verður framdur í New York. Í býin er stórt tal av ídnaðarvirkjum, og har verða allar møguligar vørur tilverkaðar, ikki minst klædnavørur.
Býurin varð fyrst bygdur av hálendingum í 1624 á eini oyggj í Hudsoná, teir nevndu hann "Nieuw Amsterdam". Í árinum 1664 tóku onglendingar býin, og fekk hann tá navnið, hann nú hevur. Í 1904 vóru komnir um ein millión innflytarir til USA um árið. Flestu innflytararnir komu fyrst til Ellis Island úti fyri New York, áðrenn teir sluppu at halda fram ferð síni.
New York City er býttur í fimm býarpartar, sum eru Bronx, Manhattan, Staten Island, Brooklyn og Queens. Bronx er sunnari parturin av meginlandinum millum Hudsoná og East River. Býarpartarnir Manhattan og Staten Island eru báðir oyggjar. Manhattan, miðbýurin í New York, stendur á lítlari oyggj, sum er umgyrd av áunum Hudson River, East River og Harlem River. Eyðkent fyri miðbýin, Manhattan, eru skýskravararnir. Býarpartarnir Brooklyn og Queens (Kings County og Queens County) eru vestari parturin av eini langari oyggj, sum verður kallað Long Island. Miðparturin og eystari partur av oynni (Nassau County og Suffolk County) eru ikki partur av New York City.
Sambært ferðavinnustovninum hjá ST telist New York City millum fimm teir størstu ferðavinnubýirnar í heiminum. 52 milliónir fólk vitjaðu New York í 2012.
Mánaðargrein fyri juli
Smyril (frøðiheiti - Falco columbarius subaesalon) er av minstu falkum og tann minsti í Evropa. Hann er 25 til 30 cm til longdar og hevur eina veingjabreidd frá 50 til 60 cm. Smyril er einasti ránsfuglur sum eigur í Føroyum í dag, men hildið verður at havørnin átti í Føroyum í gomlum døgum.
Stórur munur er á steggja og bøgu. Steggin er grábláur omaná og reyðbrúnur um búkin og hevur breiðar álir. Omaná er bøgan morreyð og um búkin er hon heilt ljósagul og hevur breiðar morreyðar álir. Teir ungu fuglarnir líkjast bøguni til fram ímóti vári, tá teir missa gomlu fjaðrarnar og grábláir fjaðrar vaksa fram á bakinum á ungu steggjunum. Bøgan vigar í miðal 210 gr, og er tí heldur størri og tjúkkri enn steggin, sum í miðal vigar 50 g minni.
Smyrilin er líka grammur sum veiðifalkurin. Starar, steinstólpur, títlingar og aðrar smáfuglar drepur hann í meingi. Leingi kann hann sita samanhoykin á eini túgvu og skimast — avbæra væl skygdur er hann. Nú fær hann eyga á ein grátítling langt burtur. Lágt yvir jørðini flýgur hann — títlingurin støkkur upp, og kvikur sum ein hvirla er smyrilin eftir honum. Men hin lítli er knappur í vendini, hvørja ferð hann kennir smyrilin tætt at sær, snittar hann til viks, so smyrilin verður áhaldsin í takinum. Men títlingurin møðist, og finnur hann ikki eitt friðskjól, so er deyðin vísur. Mót einum garði heldur hann ferðini, smýgur inn í eina holu og er bjargaður. Nipin setur smyrilin seg uppiyvir at lúra, men títlingurin kemur ikki út, fyrr enn hann er farin.
Mánaðargrein fyri august
Kanada er heimsins næststørsta land, næstan 10 mió. ferkilometrar, og har búgva uml. 35 milliónir fólk. Høvuðsstaðurin kallast Ottawa, og størsti býurin er Toronto. Almennu málini eru tvey í tali, enskt og franskt. Fimta hvørt fólk í Kanada hevur franskt sum móðurmál.
Litirnir, reytt og hvítt, vóru viðurkendir sum almennir litir í Kanada í 1921. Kanadiar tóku flaggið til sín, sum sítt egna, 15. desember 1964. Flaggdagur verður hildin 15. februar. Tann dagin í 1965 fór flaggið av bakkastokki út í allan heim.
Nú á døgum er Kanada framkomið ídnaðarland og eitt av ríkastu londum í heiminum. Viður, málmur og olja eru høvuðsstuðlarnir undir ídnaðinum. Kanada er ein av heimsins størstu búskapum og er limur í G7, sum er; sjey teir størstu búskapirnir í heiminum. Kríggj hevur ikki verið ímillum londini í Norðuramerika í yvir 150 ár. Stutt síðan samdust Kanada við USA og Meksiko um at taka av allar handilsforðingar og lata marknaðin upp fyri útflutningi hvør frá øðrum. Enn er tíðliga at siga, hvørja ávirkan NAFTA-avtalan hevur havt á búskapin í londunum. Nakrir av teimum ríkastu og fátækastu landslutunum í Kanada eru í eystara parti í landinum. Landslutirnir Ontario og Quebec, sum eru við Stóruvøtn og St. Lawrenceflógva, eru ídnaðarmiðdeplarnir í Kanada og ógvuliga ríkir. Har býr eisini mesta fólkið í landinum. Landslutirnir á veðurringu og ómildu eysturstrondini eiga næstan eingi ráevni í jørðini, og seinastu árini hevur fiskiskapurin verið ógvuliga vánaligur á hesum leiðum. Av tí at veðurlagið er so harðført og jørðin kørg, gevur landbúnaðurin lítið av sær, tó er øðrvísi og mildari veðurlag við strendurnar longri suðuri og sunnarlaga í Ontario. Í landnyrðingsendanum á Erievatni, á markinum ímóti USA, er Niagarafossur; nógv ferðafólk koma at hyggja at stórbæra fossinum. Grasfløturnar eru týdningarmesta landbúnaðarlendið í Kanada, mest verður velt av hveiti, og har er nógv neytahald. Aðrastaðni verður nógv frukt og grønmeti dyrkað. Súrepli eru týdningarmesta frukt í landinum. Ímillum Ontariovatn og Erievatn er fruktagóða lendið Niagara. Vøtnini verja lendið fyri kalda veðurlagnum norðaneftir, og tað hevur við sær, at til dømis perur, blommur, ferskur og kirsiber vaksa væl har á leiðini.
Kanada ætlar sær í 2013 at gera krav uppá Norðpólin og tað ríka havið har. Kravið verður sett fram í sambandi við at Kanada fer at søkja ST um munandi størri øki norðanfyri í Arktis. Kravið verður í stríð við bæði Danmark og Russland, sum bæði eisini fara at krevja rættindi til havið um Norðurpólin. Tey fara at grunda sítt krav við, at Norðpólurin liggur í teirra landgrunni. Sambært ST-havrættarsáttmálanum mugu partarnir tó leggja fram jarðfrøðilig prógv fyri náturliga framhaldinum av landgrunninum út um 200 fjórðingar.
Mánaðargrein fyri september
Sands kirkja er ein gomul trækirkja frá 1839. Henda kirkjan stóð til 1988, tá ein partur av kirkjuni vanlukkutíð brann av ásettum eldsbruna. Kirkjan varð umvæld og liðug til 150 ára dagin hjá kirkjuni í 1989.
Elsta kirkjan
Ilt er at siga, hvar fyrsta føroyska kirkjan hevur staðið. Sambært søgnini var tann sokallaði Sigmundarsteinurin partur av teirri kirkjuni, sum Sigmundur Brestisson skuldi hava reist í Skúvoy. Tað var sum kunnugt Sigmundur, ið kristnaði Føroyar. Reint ítøkiligt er tað tó á Sandi, at vit finna elstu kirkjuna. Undir einum útgrevstri undir Sands kirkju funnu fornfrøðingarnir leivdir frá ikki minni enn fimm eldri kirkjum. Í niðastu flánni vóru steyrahol, steinseting og grundarsteinur frá einari stavkirkju, sum verður mett at stava frá teirri fyrstu kristnu tíðini, t.e. frá umleið ár 1000. Sjálvt kirkjurúmið var 5 x 4 m og kórið 2,5 x 2 m. Dyr vóru í vestara endanum.
Onnur kirkjan
Onnur kirkjan var nakað størri enn hin fyrra. Hetta var eisini ein stavkirkja, við grótgarði uttanum tó ikki í vestara enda. Kirkjan hevði sama snið sum grønlendsku miðaldarkirkjurnar úr 11. – 13. øld, og verður tí mett at vera frá tí tíðarskeiðinum. Í hesi kirkjuni funnu tey ymsar kirkjulutir frá katólsku tíðini, m.a. eitt vígivatnsfat, eitt roykilsiskar úr bronsu og eina lítla oljulampu úr royðugróti. Undir trægólvinum funnu fornfrøðingarnir eisini 26 miðaldargravir. Har vóru bæði menn, kvinnur og børn, og hildið verður tí, at kirkjan hevur verið ættarogn, og at líkini stava frá teirri ætt, ið átti kirkjuna. Fleiri myntir vóru eisini funnar, 33 av teimum frá tí tíðarskeiðinum, tá kirkjan var í nýtslu. Flestu myntirnir eru norskir og stava frá tíðini millum 1220 og 1300. Tað var í hesi kirkjuni, at hin illa gitni sandoyarpresturin Kálvur lítli virkaði.
Mánaðargrein fyri oktober
Wikipedia:Mánaðargreinin/oktober 2019
vís -
kjak -
søga -
rætta
Mánaðargrein fyri november
Wikipedia:Mánaðargreinin/november 2019
vís -
kjak -
søga -
rætta
Mánaðargrein fyri desember
Jólini eru fyrsta høgtíðin í kirkjuárinum. Jóladagur er 25. desember, og í Føroyum verða tveir jóladagar hildnir sum halgidagar - 25. og 26. desember. Seinasti dagurin framman undan jóladegi - tann 24. desember - kallast jólaaftan. Hann var fyrr vanligur arbeiðsdagur, men varð roknaður sum halgidagur frá kl. 18. Nú er jólaaftan frídagur í Føroyum, og mong byrja jólahaldið seinnapart jólaaftan. Jóladagur hevur altíð verið mikil høgtíðisdagur í Føroyum, og enn eru jólini størsta høgtíð føroyinga.
Um okkara leiðir eru jólini ein gomul høgtíð, sum eisini varð hildin, áðrenn okkara forfedrar vórðu kristnaðir. Hesa ársins tíðina hátíðarhildu teir, at nú fór vend at koma í. Nú fór tann ljósa tíðin at koma. Í 336 e.Kr. gjørdu kirkjufedrarnir í Róm av, at 25. desember skuldi verða hátíðarhildin sum Jesu føðingardagur. Roynt varð at nevna høgtíðina kristmessu. Navnið vann ikki frama í Norðurlondum, men í t.d. Bretlandi og USA eita jólini "Christmas".
Í Føroyum hátíðarhalda vit jólaaftan 24. desember, meðan meginparturin av kristna heiminum hátíðarheldur jólini 25. desember.
Uppruni jólanna
Sólstøðuhátíðin er møguliga tann elsta hátíð, sum menn hava hildið.
Fyri 4000 árum síðani hildu fólk í Mesopotamia í Ásia 12 daga hátíð um vetrarsólstøðu. Hendan hátíð var hildin til at sýna gudinum Marduk heiður. Fólk í Mesopotamia hildu at Marduk stríddist ímóti óndari megi hesar dagar. Persar og babýlóníumenn hildu hátíð, sum líktist og nevnist Sacaea. Í ein dag skiftu trælir og húsbóndafólk um leiklut. Trælir gjørdust húsbøndur, og húsbóndafólk gjørdust trælir.
Fólk í Evropa trúði, at illir andar, álvar og trøll vóru á ferð um jóltíðir, og tey gjørdu ritualir fyri at fáa sólina upp aftur. Íbúgvar í Norðurskandinaviu síggja ikki sólina í ein heilan mánað, og fólk fór til fjals fyri at finna sólina. Tá tey komu aftur við tíðindum um, at sólin var á veg, var hildin stór veitsla, og eldur var tendraður at bjóða sólini vælkomnari.
Grikkar blótaðu Kronos um vetrarsólstøður og rómverjar hildu hatíð Saturnusar, sum hevði tamarhald yvir gróðursemi jarðarinnar. Rómaríkið hevði vald yvir stórum parti av Evropu og londum kring Miðjarðarhav.
Kristni var gjørd almenna trúgvin ár 380, men fólk vildi ikki halda aftur skemtaninni um jólini. Fólk vildi sleppa at dansa, fáa gávur og góðan mat við víni og hava glæsiligar sjónleikir. Gávurnar vóru ofta kertur. Saturnusarhátíðin var frá miðjum desember til 1. januar. Fólk arbeiddu minni og vóru tá ofta útklødd, gingu í skrúðgongu, ótu góðan mat, vitjaðu vinfólk og góvu gávur. Rómverjar pyntaðu heimið við livandi ljósum, sum hingu á grønum trøum. Tað hendi seg, at húsbóndafólk skiftu um arbeiði við trælir og borðreiddu fyri teimum.
Smátt um smátt yvirtók kirkjan vetrarsólstøður og broytti hugmyndina um føðingadag ósigrandi sólar "dies natalis solia invicti" til føðingadag Jesu. Í gomlum døgum var ikki vanligt at halda føðingadag. Umleið ár 98 var føðingadagur Jesu hildin fyrstu ferð, og ár 138 gjørdi biskupur í Róm dagin til stórhátíðardag. Men tá tey ikki vistu neyva dagin, vóru dagar sum 2. januar, 6. januar, 23. mars, 28. mars, 18. apríl, 20. apríl, 20. maí, 17. november og 25. desember brúktir. Tann gamla kirkjan valdi 6. januar til føðingadag Jesu, tí tá kappaðist hon ímóti Osíris-Aion trúgv í Aleksandríu, sum hevði sína hátíð tá. Men ár 440 avgjørdi Júlíus pávi 1. at føðingadagur Jesu skuldi haldast tann 25. desember hvørt ár, men tað gjørdist ikki lóg, fyrr en ár 534.
Í Norðurlondum hildu forfedrar okkara heiðin jól, vetrarsólstøðu, sum eisini varð hildin gróðurgudinnuni Froyu til heiðurs. Jólahald er upprunaliga ein heiðin høgtíð at fagna, at aftur vendir móti ljósari tíðum. Í norðurlondum var henda høgtíð hildin í fyrst í januar, men í syðri londum var henda høgtíð hildin 25. desember. Í 4. øld (í 354?) valdi kirkjan at áseta fastan dag til høgtíðina til minnis um Jesu føðing, og tá var henda kristindómsins fagnarhøgtíð løgd á jólini, 25. desember.
Tað elsta vit vita um jólahald í Norðurlondum er umleið 875, tá orðið er nevnt í sambandi við Harald Hárfagra. Hvussu hesi jól hava verið hildin fæst kanska ein ábending um í orðingum sum at "drekka jólini", sbr. td. kvæðaorðingina: "Gud man ráða, hvar vit drekka onnur jól".