Kirkjur í Føroyum
Tað eru umleið 70 kirkjur tilsamans, og 65 av teimum eru framvegis í brúki. Gamla kirkjan í Gøtu og kirkjan á Nesi eru t.d. ikki longri í føstum brúki, men verða tó framvegis brúktar við serlig høvi. Tað er ymiskt, hvussu nógvar kirkjur eru í hvørjum prestagjaldi. Norðstreymoyar prestagjald hevur ikki færri enn 8 kirkjur, tí næst kemur Sandoyar prestagjald við 6 kirkjum, síðani koma Norðoya eystara og Norðoya vestara, Vága og Suðuroyar sunnara prestagjald við 5 kirkjum hvørt, síðani koma Sjóvar, Eiðis, Suðurstreymoyar vestara og Suðuroyar norðara prestagjald við 4 kirkjum hvørt. Í Fuglafjarðar og Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi eru 3 kirkjur í hvørjum, og í Nes og Glyvra prestagjaldi eru 2 kirkjur í hvørjum. Í fleir prestagjøldum eru eisini bønhús, har presturin ella prestarnir av og á halda gudstænastu.
Ólavskirkjan í Kirkjubø er nógv elsta kirkja í Føroyum. Gamalt er sagt í Kirkjubø, at árstal hennara eru fýra eitttøl, og er hetta rætt, er elsti parturin av kirkjuni bygdur longu í 1111. Næstelsta kirkjan í Føroyum er Dómkirkjan, sum varð vígd 3. sunnudag í advent í 1788.