Dals kirkja er kirkja í bygdini Dalur á Sandoy. Kirkjan varð vígd tann 20. oktober 1957.

Dals kirkja

27. januar 1953 vóru dalbingar komnir saman til fundar í skúlanum í bygdini, eftir áheitan frá Malvinu Clementsen, lærarinnu, fyri at tosa um at fáa kirkju í bygdina. Á fundinum samdust tey um, at fyrst skuldi kirkjugarðurin, sum kirkjan skuldi standa í, gerast. Ein bygginevnd var sett í hesum sambandi. Nevndin kom fram til, at best var at leggja nýggja kirkjugarðin á hin slætta bøin suðuri í Túni. 30. apríl sama ár varð samtykt at lata Ludvig S. Johannesen turrleggja lendið.

Hin 28. desember 1953 varð arbeiðið uppá sjálvan kirkjugarðin boðið út. Tá bert eitt tilboð kom inn, varð avgjørt hin 24. oktober 1954, at lata Óla Groth Johannesen gera arbeiðið við tí treyt, at garðurin skuldi vera gjørdur innan eitt ár.

Ímeðan arbeiðið uppá kirkjugarðin var ígongd, arbeiddi nevndin víðari við kirkjuætlanini. 1. august 1953 varð ein tekning og ein leyslig kostnaðarmeting, sum arkitekturin S.J. Hofgaard á Tvøroyri hevði gjørt, send Føroya Løgtingi. Í fyrstu atløgu fekst eingin fígging frá Løgtinginum, og niðurstøðan hjá nevndini varð eisini tann, at uppskotið helst fór at verða ov kostnaðarmikið.

Í nevndaráliti í løgtingsmáli nr. 31/1954 (vetrarting) Kirkja í Dali, verður millum annað soleiðis sagt: Bygginevndin hevur sent tinginum nýggja umsókn, dagf. 24. august við nýggjari tekning gjørd av harra Sverra Dahl, fornfrøðingi og K. Kristoffersen, verkfrøðingi, og mælir til smærri broytingar. Føroya próstur mælir til at góðkenna tekningina sum høvuðsgrundarlag við smærri broytingum og upplýsir, at ætlanin er at gera kirkjuna úr timbri og tekja hana við skifursteini.

Í apríl 1956 fekk bygginevndin at vita, at løgtingið hevði samtykt broytingaruppskotið frá kirkjunevndini, og at peningur varð játtaður. Men nógv tann størsta partin av fíggingini fingu dalbingar sjálvir til vega.

Tá timburarbeiðið fór ígongd í juni 1956, høvdu dalbingar laðað grundina og trappurnar. Fyri timburarbeiðinum stóð Jakob Oluf Jakobsen, byggimeistari úr Fuglafirði.

Klokkan seks á kvøldi 19. oktober 1957 hoyrdist kirkjuklokkan á fyrsta sinni ringja í Dals bygd, og sunnudagin 20 oktober varð kirkjan vígd av Jákup Joensen prósti.

Kirkjan er góðar 6 m breið og 11,9m long. Á norðursíðuni vestan er forkirkjan, ein útbygningur, sum er 3,8m langur og 3,6m breiður.[1]

Keldur

rætta
  1. www.folkakirkjan.fo