Hests kirkja

(Ávíst frá Hestskirkja)

Hests kirkja er ein kirkja í bygdini Hestur á Hestoy. Hon varð vígd 2. hvítusunnudag 5. juni 1911 av Fríðriki Petersen, prósti.

Hests kirkja

Á fundi í kirkjuráðnum fyri Kirkjubøar sókn í 1908, viðmælir ráðið einum ynski frá bygdarfólkinum í Hesti um at fáa nýggja kirkju. Hetta fæst at vita úr fundarbókini, og helst er farið í holt við arbeiðið beinanvegin, tí longu tvey ár seinni, í 1910 er kirkjan liðug. Hestmenn valdu Rasmus Lemvig til formann fyri grótarbeiðinum. Hann varð løntur av kirkjugrunninum, men avgjørt varð millum hann og bygdarmennirnar, at lønin skuldi falla til kirkjuna. Fyri henda pening varð ljósakrúna keypt. Annars var alt annað arbeiði sjálvboðið.

Hests kirkja innan.

Magnus Jacobsen arkitektur í Havn, vanliga nevndur Magnus á Kamarinum, teknaði kirkjuna. Kirkjan, sum er bygd dygst við bakkatrom, norðan fyri Kvíggjará, er laðað av gróti uttan og klødd við timbri at innan og er, máld uttan, 12x24 alin.

Tað sigst, at kirkjan er laðað av 7777 steinum. Laðingin sæst tó ikki, tí kirkjan er pussað uttan. Uttan er kirkjan hvíttmálað við svartari grund og hevur reytt asbesttak. Tornið er hvítt og reytt og er bygt í píll.[1]

Altartalvan í Hests kirkju.

Sí eisini

rætta

Keldur

rætta
  • J. P. Gregoriussen, Yngru Hválvirkjurnar
  • Nybo, Poul: Hests kirkja 75 ár. Í: Myndablaðið NÚ, nr. 1, 1986