Haldarsvíkar kirkja
Haldarsvíkar kirkja er ein kirkja í bygdini Haldórsvík á Streymoy. Hon varð vígd tann 7. desember 1856, og endurvígd 12. desember 1932.
Carl Vilhelm Prytz, sum var sóknarprestur í Norðstreymi, var íðin slóðari og undangongumaður at fáa kirkju til Haldórsvíkar. So íðin, at longu í 1854 sigur hann, at hann hevur sjálvur gjørt tekning til kirkjuna, og sum hann sjálvur tekur til: Efter en hidtil på Færøerne ukendt plan. Sum fyrimynd hevur hann til tekningina nýtt kirkjuna á Frederiksberg, ein áttahyrnt barok kirkja. Prytz mælir amtmanninum Dahlerup, til at lata Per í Nesinum ella Peter Frederik Jacobsen úr Vestmanna, sum eisini hevur hjálpt honum við tekningini, byggja kirkjuna.
Per í Nesinum gevur boð og fær arbeiðið. Kostnaðarætlanin er dagfest 30. mars 1854. Men lágt hevur hann boðið, undirskot bleiv hjá honum, og tí fekk kirkjan ongantíð ta hædd, henni upprunaliga var ætlað.
1. oktober 1855 tók V.U. Hammershaimb við embætinum í Norðstreymi, og av tí at Norðstreymur hevði ligið í prestaloysi ein part av árinum, var arbeiðið uppá kirkjuna ikki komið í gongd. Tá amtmaðurin skundar undir, í brævi frá 27. desember 1855, fór Per í Nesinum í holt við byggingina.
Kirkjan varð vígd annan sunnudag í advent 1856 av Hammershaimb presti, og tá vóru eisini prósturin Andreas Djurhuus og fimm aðrir prestar hjástaddir.
Í 1932 varð kirkjan meira ella minni bygd umaftur. Millum annað vórðu veggirnir hækkaðir, soleiðis sum uppruna tekningin vísti, og forkirkja varð bygd uppí vestureftir.
Kirkjan varð nú endurvígd annan sunnudag í advent 1932, av Jákup Dahl prósti, og K. Grøn sóknarprestur prædikaði.[1]
Keldur
rætta- ↑ www.folkakirkjan.fo