Nes kirkja
Nes kirkja er bygd í 1843. Hon stóð í gerð frá seinast í mai mánaði 1843 til fyrst í desember sama ár. Kirkjan stendur á somu grund, sum allar tær undanfarnu kirkjurnar hava staðið. Talan er um í minsta lagi tríggjar kirkjur. Nær hon er vígd, er óvist, men hildið verður 1. sunnudag í advent. Tað var Christian Benedictus Garde, ið var prestur fyri Eysturoynna og føroya próstur, tá kirkjan bleiv bygd. Tá kirkjan stóð liðug, kostaði hon 1171 rd. 08 sh. Til smiðirnar er goldið í lønum 296 rd. 08 sh. Tann, ið hevur staðið fyri byggingini, er tann frá øðrum kirkjum vælkendi David Pedersen, ættaður úr Kollafirði, men búsitandi á Strondum, har hann var handilsmaður. Klædningurin er smurdur við koltjøru, meðan vindeygu, hurð, torn, vindskeiðir og dekslistar eru málað hvít. Grundin er hvítað. Tekjan var upprunaliga nævur og flag. Men tá ið nýggjur prestagarður ella próstagarður varð bygdur í 1864, hevði hann skifurtekju. Tað sigst, at stórviðurin til hesa kirkjuna er gjørdur til niðri í fjøruni á eini hellu, Ullhellan, ið er tætt við lendingina á Nesi. Støddin er, mált eftir tekning: longd 15,24 m., breidd 7,01 m. og hædd 5,49 m.