Kvívíkar kirkja er kirkjan í bygdini Kvívík á Streymoy. Hon varð vígd tann 13. desember 1903.

Kvívíkar kirkja

Í seinnu helvt av 19. øld vaks fólkatalið skjótt í Kvívik. Og í 1901 sendu kirkjuverjarnir umsókn til kirkjuumsjónina, um at fáa bygt uppí verandi kirkju. Men ein løgtingsnevnd viðmælti løgtinginum at játta pening úr Norðstreymoyar prestgjalds kirkjukassa til at byggja nýggja kirkju í staðin. So varð farið undir at fáa tekning til vegar og menn at standa fyri arbeiðinum. Petur í Mattalág í Havn varð biðin at tekna nýggju kirkjuna. Til hjálpar fekk hann sær Magnus á Kamarinum, sum hevði verið uttanlands og fingið sær arkitektkunnleika, og Zakaris hjá Bøkjaranum, sum var kendur sum góður handverkari og húsasmiður.

Áðrenn árið 1901 var av, vóru tekningar og allar fyrireikingar lidnar. Nú var bert eftir at fáa grót til vegar.

Kvívík sæð frá Kvívíkar kirkju.

Formaður fyri at spreingja grót og evna til, var Kristjan Díðrikur Jensen av Stykkinum. Tann 23. apríl 1902 var spreingi arbeiðið liðugt. Síðani var farið at laða.

Magnus av Kamarinum hevði mest sum alla innandura bygging um hendur.

Tann 28. august boða amtið og próstur frá, at nú leið so væl við byggingini, at kirkjan fór at standa liðug um 1. desember.

Seinast í november 1903 stóð kirkjan liðug at taka í nýtslu. Kirkjan er øll laðað úr høgdum gróti, pussað uttan við sementi og kálkað við hvítum kálki. Takið var úr jarni, og málað reytt, somuleiðis eisini takið á torninum. Í 1990 var jarntekjan skift út við skifurtekju. Kirkjan er 30 x 15 alin til støddar uttan.

Kirkjan varð vígd 3. sunnudag í advent, 13. desember 1903, av Fríðrikki Petersen, presti, á Nesi í Eysturoy.[1]

Keldur rætta

  1. www.folkakirkjan.fo