Fámjins kirkja
Fámjins kirkja er føroysk fólkakirkja, sum er bygd í 1875 og tikin í nýtslu í februar 1876. Kirkjan er bygd úr gróti og er hvítkálkað og takt við fløgugróti. Kirkjan undan hesari varð bygd í 1826, í miðøld skal hava verið bønhús í Fámjin.
Kirkjan er 22 x 11½ alin til støddar. Orsøkin til, at farið varð undir at byggja nýggja kirkju, finna vit í kirkjusýninum frá 18. juni 1873. Har stendur, at gamla kirkjan frá 1826 er í ógvuliga ringum standi, og sýnið endar frágreiðingina við at siga: Kirken er kasseret til nedrivning. Nýggja kirkjan er úr gróti. Veggirnir eru dupult lagaðir. Ovasta av eysturendanum, upp í roysnið, er úr tigulsteini. Kirkjan er takt við fløgugróti, og klæddir við tí sama eru skjøldrarnir yvir syllahædd. Tornið er høgt og stendur frá syllahædd við høgum spíri á.
Inni í kirkjuni hongur tað fyrsta føroyska flaggið, Merkið, sum Jens Olivur Lisberg (1896-1920) úr Fámjin gjørdi í 1919 saman við Janus Øssursson|Janusi Øssurssyni og Paula Dahl. Merkið veittraði fyrstu ferð í Føroyum hin 22. juni 1919, møguliga í samband við eitt brúdleyp í familjuni hjá Jens Olivur. Jens Olivur Lisberg liggur grivin í kirjugarðinum við kirkjuna í Fámjin. Í forkirkjuni stendur ein rúnarsteinur, funnin í kirkjugarðinum, óivað gravsteinur.