Pauli Dahl

føroyskur yvirlækni og politikari

Thomas Pauli Dahl (føddur 9. november 1898 í Vági, deyður 3. mai 1977) var ein føroyskur yvirlækni og politikari, hann var valdur inn á Løgtingið í 1943 fyri (Fólkaflokkin).

Pauli Dahl
er eitt menniskja
Fødd(ur) 9. nov 1898 í/á Vágur
Andaðist 3. mai 1977 í/á Tórshavn
Alma mater Københavns Universitet
Starv politikari, attending physician
Politiskur flokkur Hin føroyski fólkaflokkurin
Foreldur faðir Magnus Dahl
Dátuheiti

Hann tók prógv í medisin á Københavns Universitet í 1923. Sum lesandi í Keypmannahavn var hann við til at gera flaggið, sum seinnið varð viðurkent sum Føroya flagg og fekk navnið Merkið, saman við landsmonnum sínum Jens Olivur Lisberg og Janus Øssurson. Pauli var síðan hjálparlækni á Dronning Alexandrines Hospital (sum seinni fekk navnið Landssjúkrahúsið) í Havn 1923–1924 og lækni í Danmark 1924–1930. Síðan var hann yvirlækni á Landssjúkrahúsinum 1930–1964, tá hann fór frá vegna aldur. Hann virkaði sum landslækni (amtslækni) í Føroyum 1938–1948. Hann var formaður í Reyða Krossi í Føroyum 1931–1967 og formaður í Collegium Academicum Færoense 1939–1955.

Undir seinna heimskríggi gjørdist hann politiskt virkin og varð valdur inn á Ting, sum umboð fyri Suðuroynna 19431945. Tað at hann fór upp í politik kann knýtast til tann leiklutin, sum hann fekk sum landslækni og sum formaður í Reyða Krossi í einari støðu, har Føroyar var atskilt frá Danmark vegna kríggið. Sum politikari var hann serliga áhugaður í heilsupolitisk mál, og hann arbeiddi fyri at føroyingar skuldu eta meira siðbundnan føroyskan mat, bæði orsakað av tjóðskaparligum og av heilsuligum ávum. Hann spældi eisini ein stóran leiklut í viðtøkuni av at býta út ókeypis livurtran (fiskaolju) til allar kvinnur sum vóru við barn og til børn undir 14 ár, umframt eitt upplýsingar átak fyri betri tannheilsu.

Hann var giftur við einari av døtrum Jóannesar Paturssonar.

Keldur

rætta
  • «Kosningarnar í Færeyjum». I: Þjóðviljinn, 26. august 1943, s. 4. (PDF)
  • Kunnskap og makt: færøysk helsepolitikk gjennom 150 år (2006), s. 338–347. (Les)
  • Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 264. (Les Archived 2006-09-27 at the Wayback Machine)