Elduvíkar kirkja
Elduvíkar kirkja er kirkja í bygdini Elduvík á Eysturoy. Hon varð vígd tann 14. oktober 1951.
Tann 20. januar 1947 samtyktu elduvíkingar, samlaðir í Elduvíkar skúla, at fara undir at byggja eina kirkju. Nevnd var niðursett, við Salomen Joensen presti sum formanni, at hava málið til viðgerðar. H.C.W. Tórgarð, arkitektur varð biðin um at gera eitt skitsuprojekt. Nevndin avgjørdi saman við honum, at gomlu trækirkjurnar skuldu nýtast sum fyrimynd, men við teimum nútímans tillagingum, sum máttu vera ein sjálvfylgja.
4. oktober 1947 sendi kirkjunevndin skriv til Føroya Løgting. Víst var til tekning og kostnaðarmeting frá H.C.W.Tórgarð. Sagt var frá, at nevndin hevur fingið loyvi at savna pening í døgunum 7. til 21. oktober. Víðari var sagt frá, at bygdamennirnir vildu gera alt arbeiðið viðvíkjandi útgrevstri, flutningsarbeiði av sandi og timbri og øðrum, útvega grót og flyta hetta til stað og síðani gera alt stoypiarbeiðið ókeypis.
Í skrivi til Løgtingið tann 17. juli 1948, verður sagt frá at grivið er út fyri grundini og sandur og grót eru fingin upp á pláss.
Á vári 1950 var alt fundament arbeiði liðugt og timburtilfarið fingið uppá pláss. Hesum arbeiðum stóð Jákup Garðshorn fyri.
Teir, ið stóðu fyri smíðingini vóru Heine Eldevig (Lítli Heini) úr Niðaru Nýggjustovu í Elduvík og Martin Nónskarð (fyrr Eldevig), sum eisini var elduvíkingur. Heine og Martin vóru systkinabørn og tiltiknir smiðir.
27. juli 1951 sendir kirkjunevndin í Elduvík skriv til Færøernes Kirkeinspektion og sigur frá, at nú er kirkjan nærum at vera liðug. Ein av grundunum til longu byggitíðina vóru truplu umstøðurnar at fáa við til vega.[1]
Keldur
rætta- ↑ www.folkakirkjan.fo