- 1762 - Jekaterina II (Katarina hin stóra) verður keisarinda í Russlandi eftir Pjotr III verður dripin.
- 1918 - Russiska Romanov familjan verður myrd av bolsjevikum í Yekaterinburg, Russlandi. Tey avrættaðu eru: Fyrrverandi keisarin Nikolai II, kona hansara Alexandra Feodorovna, og børn teirra, Olga, Tatiana, Maria, Anastasia, og Alexei.
- 1918 - RMS Carpathia, skipið ið bjargaði 705 yvirlivandi frá RMS Titanic, verður søkt uttanfyri Írland av týskum kavbáti. 5 fólk lata lív.
- 1945 - Seinni heimsbardagi: Teir tríggir høvuðsleiðaranir hjá "teimum sameindu", Winston Churchill, Harry S. Truman og Joseph Stalin, møtast í týska býnum Potsdam at avgera framtíðina hjá yvirvunna Týsklandi.
- 1948 - Suðurkoreanska grunnlógin verður kunngjørd.
- 1955 - Disneyland verður latið upp av Walt Disney í Anaheim, Kalifornia, USA
- 1975 - Eitt amerikanskt Apollorúmdarfar og eitt sovjetiskt Sojus binda seg saman í ringrás um jørðina. Hetta er fyrstu ferð rúmdarfør frá tveimum ymsum londum binda seg upp á henda hátt
- 1975 - Eysturtimor verður innlimað sum 27. landslutur í Indonesia
- 1979 - Forsetin í Nikaragua Anastasio Somoza Debayle sigur frá sær og flýggjar til Miami, Florida, USA
- 2012 - Fýra monnum eydnast at klatra upp á toppin á Trøllkonufingri, ið er ein 313 metrar høgur drangur. Teir fýra eru: Herman Eysturoy, Absalon Eysturoy, Aksel Poulsen og Bjartur Lamhauge. Tríggir aðrir eru eisini við á túrinum, men koma ikki heilt upp á toppin, teir eru: Heini Hátún, Hjálmar Hátún og ein dani.
- 2014 – Malaysia Airlines Flight 17, ið er ein Boeing 777, brotlendir nær við markið av Ukrainu og Russlandi. Staðfest verður at flogfarið er skotið niður. Øll 298 fólkini umborð lata lív.
- 1674 - Isaac Watts, enskt sálmaskald (d. 1748)
- 1899 - James Cagney, írskur-amerikanskur sjónleikari (d. 1986)
- 1901 - Bruno Jasieński, pólskur yrkjari (d. 1938)
- 1912 - Art Linkletter, kanadiskur sjónvarpsvertur (d. 2010)
- 1918 - Carlos Manuel Arana Osorio, forseti í Guatemala (d. 2003)
- 1920 - Juan Antonio Samaranch, forseti í Altjóða Olymipsku Leikanevndini (d. 2010)
- 1935 - Donald Sutherland, kanadiskur sjónleikari.
- 1939 - Seyed Ali Khamenei, iranskur politikari.
- 1940 - Hans Jacob Debes, føroyskur søgufrøðingur (d. 2003)
- 1947 - Camilla, hertuginda í Cornwall.
- 1947 - Dorthe Kollo, danskur sangari.
- 1952 - David Hasselhoff, amerikanskur sjónleikari og tónleikari.
- 1954 - Angela Merkel, Samveldiskanslari i Tysklandi.
- 1958 - Anne Dorthe Michelsen, danskur sangari (Tøsedrengene).
- 1972 - Jaap Stam, niðurlendskur fótbóltsspælari.
- 1974 - Claudio López, uruguayskur fótbóltsspælari.
- 1976 - Anders Svensson, svenskur fotboltsleikari.
- 1978 - Line Daugaard, danskur hondbóltsspælari.