Jekaterinburg

Jekaterinburg (russiskt: Екатеринбург) er fjórðstørsti býur í Russlandi. Býurin liggur á eystursíðuni av Uralfjøllunum. Í 2019 búðu í Jekaterinburg fleiri enn 1,5 milliónir fólk.[1]

Jekaterinburg
Í miðbýnum
Býurin um náttina.

SøgaEdit

Jekaterinburg varð grundlagdur í 1723 av Pæturi Mikla. Býurin varð uppkallaður eftir Katarinu I (1684–1727), konu russiska keisaran.[1]

Seinasti russiski keisarin Nikolaj II, kona hansara Aleksandra Fjodorovna og børn teirra Olga, Tatiana, Maria, Anastasia, og Alexej vórðu myrd av bolsjevikkunum hin 17. juli 1918 í Ipatiev húsinum í Jekaterinburg.[1]

Undir Sovjetsamveldinum varð býurin í 1924 uppkallaður eftir bolsjevikiska leiðaranum Jakov Sverdlov og navnið á býnum varð broytt til Sverdlovsk. Tó fekk Jekaterinburg tað gamla navnið aftur í 1991.

Ávísingar úteftirEdit

Sí miðlasavnið

Coordinates: 56°50′0″N 60°35′0″E / 56.83333°N 60.58333°E / 56.83333; 60.58333

KeldurEdit

  1. 1.0 1.1 1.2 "Ekaterinburg history". Ekaterinburg Travel. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 30. januar 2019. http://web.archive.org/web/20190130230202/http://www.ekaterinburg.tv:80/history.htm. Heintað 28. mars 2021.