Bíggjar kirkja er kirkja í bygdini Bøur í Vágum. Hon er vígd tann 16. oktober 1865.

Bíggjar Kirkja

Stutt eftir hálvan mai í 1865 fóru menn í holt við at byggja nýggju kirkjuna í Bø.

Jens Christian Heinesen úr Sørvági var valgdur at standa fyri arbeiðinum. Afturat sær hevði hann átta aðrar timburmenn, sum hjálptu honum at smíða og gera ymiskt annað fyrifallandi arbeiði. Hesir menn vóru úr Gásadali, Bø, Sørvági og Miðvági.

Hildið verður, at kirkjan er bygd á ta gomlu kirkjugrundina, og vert er at geva gætur, at tað var ein munur uppá tríggjar alin millum ta gomlu og ta nýggju kirkjuna. Líkt kundi verið til, at teir hava skoytt upp í báðar endar, tí tað tykist sum nýggj laðing er í báðum endum. Men á mannamunni verður hildið, at kirkjan varð longd vestureftir.

Inni í Bíggjar Kirkju.

Kirkjan er 18 alin til longdar, 11 alin breið (11.5m x 7m).

Inni í kórinum er altarið. Har stendur tann tunga altartalvan úr stoypijarni. Tað sigst, at Heini í Búri í sínari tíð hevur givið altartalvuna, men helst er misskiljing komin í, tí sambært skjølum á Skjalasavninum, er hetta ikki so, tí í fleiri støðum stendur skrivað, at altartalvan er givin av Zacharias Heinesen.

Altartalvan varð umvæld í 1939, av Mikkjal Dánjalson á Ryggi, sum tá sat í kirkjuráðnum í Bø. Afturat sær hevði hann Aage Heinesen til hjálpar.

Uppi yvir altartalvuni hongur ein málningur av Jesusi á krossinum, sum Heini í Búri hevur givið kirkjuni. Hildið verður, at tað er Carl Carlsen, listamálari, ið hevur málað málningin í 1892.

Doypifunturin er dreyaður úr viði og hevur doypifat úr messing.

Í fótskørunum, á loftinum og undir prædikustólinum eru træsnældur, sum somuleiðis eru dreyaðar við rennitóli. [1]

Keldur

rætta
  1. www.folkakirkjan.fo