Sands kirkja
Sands kirkja er ein gomul trækirkja frá 1839. Henda kirkjan stóð til 1988, tá ein partur av kirkjuni vanlukkutíð brann av ásettum eldsbruna. Kirkjan varð umvæld og liðug til 150 ára dagin hjá kirkjuni í 1989.
Kirkjurnar á Sandi
rættaElsta kirkjan
rættaIlt er at siga, hvar fyrsta føroyska kirkjan hevur staðið. Sambært søgnini var tann sokallaði Sigmundarsteinurin partur av teirri kirkjuni, sum Sigmundur Brestisson skuldi hava reist í Skúvoy. Tað var sum kunnugt Sigmundur, ið kristnaði Føroyar.
Reint ítøkiligt er tað tó á Sandi, at vit finna elstu kirkjuna. Undir einum útgrevstri undir Sands kirkju funnu fornfrøðingarnir leivdir frá ikki minni enn fimm eldri kirkjum. Í niðastu flánni vóru steyrahol, steinseting og grundarsteinur frá einari stavkirkju, sum verður mett at stava frá teirri fyrstu kristnu tíðini, t.e. frá umleið ár 1000. Sjálvt kirkjurúmið var 5 x 4 m og kórið 2,5 x 2 m. Dyr vóru í vestara endanum.
Onnur kirkjan
rættaOnnur kirkjan var nakað størri enn hin fyrra. Hetta var eisini ein stavkirkja, við grótgarði uttanum tó ikki í vestara enda. Kirkjan hevði sama snið sum grønlendsku miðaldarkirkjurnar úr 11. – 13. øld, og verður tí mett at vera frá tí tíðarskeiðinum. Í hesi kirkjuni funnu tey ymsar kirkjulutir frá katólsku tíðini, m.a. eitt vígivatnsfat, eitt roykilsiskar úr bronsu og eina lítla oljulampu úr royðugróti. Undir trægólvinum funnu fornfrøðingarnir eisini 26 miðaldargravir. Har vóru bæði menn, kvinnur og børn, og hildið verður tí, at kirkjan hevur verið ættarogn, og at líkini stava frá teirri ætt, ið átti kirkjuna. Fleiri myntir vóru eisini funnar, 33 av teimum frá tí tíðarskeiðinum, tá kirkjan var í nýtslu. Flestu myntirnir eru norskir og stava frá tíðini millum 1220 og 1300. Tað var í hesi kirkjuni, at hin illa gitni sandoyarpresturin Kálvur lítli virkaði.
Triðja kirkjan
rættaTriðja kirkjan stavar frá umleið ár 1600 og skjøl frá tíðini prógva, at hon enn stóð uppi í 1709-10, tá hon verður umtalað í einum nevndaráliti, har allar føroysku kirkjurnar verða nevndar. Í hesi triðju kirkjuni virkaði ein annar illa kendur sandoyarprestur, nevniliga Harra Klæmint (Clemen Laugesen Follerup úr Jútlandi). Sagt verður um Harra Klæmint, at hann lættliga bar sítt jarðargóðs á herðunum, tá hann kom til Føroya, men tá hann doyði, var hann ríkasti maður í Føroyum. Minnið um hansara grískni livir enn í søgn og søgu, og sjáldan var tað við heiðurligari atferð, at hann ognaðist jarðargóðsið. Harra Klæmint átti ikki minni enn 23 børn.
Fjórða kirkjan
rættaFjórða kirkjan varð bygd stutt eftir ár 1710, og hetta var fyrsta kirkjan, ið eisini hevði forkirkju. Her virkaði Peder Clemensen, sonur Harra Klæmint, sum tó, sambært søgnini, var munin dámligari enn faðirin.
Fimta kirkjan
rættaÍ 1763 varð nýggj kirkja aftur bygd. Ikki er nakað at siga frá hesi kirkju annað enn, at hon var munin størri enn tær undanfarnu og hevði bæði forkirkju og kór.
Sætta kirkjan
rættaÍ 1839 varð so aftur nýggj kirkja bygd, enn størri enn tær undanfarnu og við klokkutorni. Henda kirkjan stóð til 1988, tá ein partur av kirkjuni vanlukkutíð brann av ásettum eldsbruna. Kirkjan varð umvæld og liðug til 150 ára dagin hjá kirkjuni í 1989.
Myntfundurin
rættaÍ 1863 kom M. A. Winther sýslumaður gangandi framvið kirkjugarðinum, har menn vóru í ferð við at grava eina grøv. Hann rakti tá við okkurt í moldini, sum skuldi vísa seg at vera tann einasti stóri myntfundurin í Føroyum. Har vóru 98 myntir frá tíðarskeiðinum millum ár 1000 og 1090, altso tað tíðarskeiðið, tá fyrsta kirkjan stóð uppi. Nágreiniligar kanningar hava víst, at peningurin ikki varð niðurgrivin í sjálvari kirkjuni, men í einum sethúsum tætt við. Myntirnir stava frá Írlandi, Onglandi, Týsklandi, Ungarn, Noregi og Danmark.