James Travis Reeves (føddur 20. august í 1923, deyður 31. juli í 1964) var ein sangari, sangskrivari og tónleikari frá Galloway í Texas, USA. Hann var føddur í bygdini Galloway í Texas. Foreldrini vóru Tom Reeves og Mary Adams Reeves. Reeves var ikki meira enn ársgamal, tá pápin doyði í 1924.[1] Jim Reeves fekk sín fyrsta gittar sum 5 ára gamal. Tá ið hann var tólv ára gamal, luttók hann fyri fyrstu ferð í einum útvarpsshow, tað hendi í Shreveport, Louisiana. Hann spældi baseball sum ungur. Hann fekk eitt lestrarpláss (legat) og fór at lesa taliteknikk og drama, men hann gavst eftir 6 vikum og fór at arbeiða á einari skipasmiðju í Houston. Hann fór aftur at spæla baseball sum hálvprofessionellur. Reeves-slektin kom upprunaliga úr Írlandi. Tá ið hann spældi á konsertum, kom tað ofta fyri, at hann spældi "Danny Boy".

Jim Reeves
Jim Reeves í 1963
Bakgrundskunning
Føðinavn James Travis Reeves
Eisini kend/ur sum Gentleman Jim
Fødd/ur (1923-08-20)20. august 1923
Galloway, Texas, USA
Andaðist 31. juli 1964(1964-07-31) (aldur 40)
Davidson County, Tennessee, USA
Sjangrur Country, Nashville sound, Gospel, Blues, Western Swing
Størv Sangari-sangskrivari, tónleikari
Ár virkin 1948–1964
Plátufeløg RCA Victor, Fabor, Macy, Abbott
Luttøka við øðrum Chet Atkins, Floyd Cramer, Dottie West

Tann fyrsta singulin, sum hann spældi inn, var "Mexican Joe" (1953). Hann fekk sítt altjóða gjøgnumbrot við sanginum "He'll Have to Go", ið Joe Allison gjørdi lagið til.[2] Sangurin gjørdist ein stór sukse bæði á popp- og country-hittlistum, og sangurin seldi til eina platinplátu. Sangurin varð útgivin seint í 1959 og gjørdist nummar eitt á Hot Country Songs hittlistanum hjá Billboard magazine' hin 8. februar 1960, har hann lá í 14 vikur út í eitt.

Fyrst í 1960-árunum var Reeves kendari í Suðurafrika enn Elvis Presley var, hann upptók fleiri útgávur á afrikaans. Hann var á tónleikatúri í Suðurafrika og seinni eisini í Evropa. Reeves spældi til konsert í ítróttarhøllini Njårdhallen, Oslo, hin 16. apríl 1964 saman við Bobby Bare, Chet Atkins, Blue Boys og Anita Kerr Singers. Tey spældu á tveimum konsertum, NRK tók ein part av tí seinnu konsertini upp á video. Hansara fyrsta sukse í Noregi var sangurin "He'll Have to Go", ið lá sum nummar eitt á Top-10 hittlistanum í Noregi og lá á tí sama hittlistanum í 29 vikur. "I Love You Because" gjørdist hansara størsta sukse í Noregi og lá sum nummar eitt á hittlistanum í 1964 og lá á hittlistanum í 39 vikur. Plátur hansara lógu á norska topp-20 hittlilstanum í 696 vikur, og tað gjørdi hann til best umtókta tónleikaran yvirhøvur í tónleikasøguni í Noregi.

Jim Reeves var eisini sera væl dámdur í Føroyum. Føroyskir sjómenn, ið fiskaðu við New Foundland, keyptu plátur hansara har og soleiðis komu nógvar plátur av Jim Reeves til Føroya.[3]

Aftaná "Welcome to my world" frá 1964, komu "Rosa Rio" og "I Love You Because".

Tað seinasta, ið hann tók upp fyri RCA, var "Make the World Go Away", "Missing You", og "Is It Really Over?"

Hann giftist við Mary Elizabeth White í 1947 í Tennessee. Tey fingu ongi børn.

Jim Reeves doyði í flogvanlukku 31. juli 1964 í Tennessee.

Tónleikaútgávur

rætta
Jim Reeves tónleikaútgávur
Studio album 44
Live album 1
Uppsamlingsalbum 14
Stakløg 71
No.1 Single 13
 
  • Jim Reeves Sings (Abbott Records, 1954)
  • Singing Down the Lane (1956)
  • Bimbo (1956)
  • Jim Reeves (1957)
  • Girls I Have Known (1958)
  • God Be With You (1958)
  • Songs To Warm The Heart (1959)
  • The Intimate Jim Reeves (1960)
  • According To My Heart (1960)
  • Tall Tales and Short Tempers (1961)
  • Talkin' To Your Heart (1961)
  • A Touch Of Velvet (1962)
  • He'll Have To Go (1962)
  • We Thank Thee (1962)
  • The Country Side Of (1962)
  • In Suid Africa (1962) (á Afrikaans) saman við Chet Atkins og Floyd Cramer.
  • Jy Is My Liefling (1963) (á Afrikaans)
  • Gentleman Jim (1963)
  • The International Jim Reeves (1963)
  • Good 'N' Country (1963)
  • Twelve Songs Of Christmas (1963)
  • Kimberley Jim (1964)
  • Moonlight and Roses (1964)
  • The Best Of Jim Reeves (1964)
  • Have I Told You Lately That I Love You? (1964)
  • The Jim Reeves Way (1965)
  • Up Through The Years (1965)
  • The Best Of Jim Reeves Vol. II (1965)
  • Distant Drums (1966)
  • Yours Sincerely, Jim Reeves (1966)
  • Blue Side Of Lonesome (1967)
  • A Touch of Sadness (1968)
  • Jim Reeves On Stage (1968)
  • Jim Reeves and Some Friends (1969)
  • Golden Records (1969)
  • The Best Of Jim Reeves Vol. III (1969)
  • Jim Reeves Writes You a Record (1971)
  • A Legendary Performer (1976)
  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2010-12-04. https://web.archive.org/web/20101204082505/http://johnrexreeves.com/bio2.html. Heintað 2011-06-08. 
  2. digital.library.unt.edu
  3. Rót og Rútma hin 21. februar 2015, KVF, við Petur Rouche