Galloway ella Gallaway er ein lítil bygd ella býlingur í amerikanska statinum Texas.

Bygdarøkið liggur í landsynningshorninum av Panola County, nærhendis markinum við Louisiana. Galloway hevur bara umleið 70 íbúgvar.

Økið er sokallað 'unincorporated community', sum ikki er partur av nakrari kommunu. Tað eru hinvegin aðrar fyrisitingarligar eindir í statinum, sum hava ábyrgdina fyri økið.

Amerikanski sangarin Jim Reeves varð borin í heim í Galloway í 1923.

Ávísing úteftir rætta

  Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana