Wikipedia:Mánaðargreinin/januar 2019

Avstralia
Avstralia

Samveldið Avstralia, sum er ímillum Indiahav og Kyrrahav, er størsta oyggj í heiminum, men minsti heimspartur. Meginparturin av temum 22,2 mió. íbúgvunum býr í teimum fruktagóðu økjunum fram við suður- og landsynningsstrondini. Har eru eisini teir báðir størstu býirnir í Avstralia, Melbourne og Sydney, eisini samveldishøvuðsstaðurin Canberra. Avstralia liggur í ein landsynning úr Ásia. Eystanfyri er Kyrrahav, vestanfyri Indiahav. Norðan Torressund, bara 75 fjórðingar úr Avstralia, er Ný Guinea. Fyri góðum 200 árum síðan búði bara upprunafólk, aboriginar, í Avstralia. Í 1770 sigldi bretski rannsóknarfarin James Cook inn í Botanyflógva og lýsti nýfunna landið sum breskt land. Í 1901 fekk Avstralia sjálvstýri og gjørdist sjálvstýrandi partur í bretska heimsveldinum, tá ið tey seks hjálondini vórðu savnað undir eina samveldisstjórn. Avstralia er sera fjølmentað samfelag. Mangir tilflytarar komu higar; teir fyrstu úr Stórabretlandi og øðrum londum í Evropa, men seinni eisini úr Ásia. Um 85 % av øllum fólkinum í Avstralia býr í býum ella tætt við býirnar við strondina. Í Avstralia eru seks lond, hvørt við sínari stjórn. Hesi lond eita Tasmania, New South Wales, South Australia, Western Australia, Viktoria og Queensland.