Wikipedia:Mánaðargreinin/august 2019

Kanada
Kanada

Kanada er heimsins næststørsta land, næstan 10 mió. ferkilometrar, og har búgva uml. 35 milliónir fólk. Høvuðsstaðurin kallast Ottawa, og størsti býurin er Toronto. Almennu málini eru tvey í tali, enskt og franskt. Fimta hvørt fólk í Kanada hevur franskt sum móðurmál.

Litirnir, reytt og hvítt, vóru viðurkendir sum almennir litir í Kanada í 1921. Kanadiar tóku flaggið til sín, sum sítt egna, 15. desember 1964. Flaggdagur verður hildin 15. februar. Tann dagin í 1965 fór flaggið av bakkastokki út í allan heim.

Nú á døgum er Kanada framkomið ídnaðarland og eitt av ríkastu londum í heiminum. Viður, málmur og olja eru høvuðsstuðlarnir undir ídnaðinum. Kanada er ein av heimsins størstu búskapum og er limur í G7, sum er; sjey teir størstu búskapirnir í heiminum. Kríggj hevur ikki verið ímillum londini í Norðuramerika í yvir 150 ár. Stutt síðan samdust Kanada við USA og Meksiko um at taka av allar handilsforðingar og lata marknaðin upp fyri útflutningi hvør frá øðrum. Enn er tíðliga at siga, hvørja ávirkan NAFTA-avtalan hevur havt á búskapin í londunum. Nakrir av teimum ríkastu og fátækastu landslutunum í Kanada eru í eystara parti í landinum. Landslutirnir Ontario og Quebec, sum eru við Stóruvøtn og St. Lawrenceflógva, eru ídnaðarmiðdeplarnir í Kanada og ógvuliga ríkir. Har býr eisini mesta fólkið í landinum. Landslutirnir á veðurringu og ómildu eysturstrondini eiga næstan eingi ráevni í jørðini, og seinastu árini hevur fiskiskapurin verið ógvuliga vánaligur á hesum leiðum. Av tí at veðurlagið er so harðført og jørðin kørg, gevur landbúnaðurin lítið av sær, tó er øðrvísi og mildari veðurlag við strendurnar longri suðuri og sunnarlaga í Ontario. Í landnyrðingsendanum á Erievatni, á markinum ímóti USA, er Niagarafossur; nógv ferðafólk koma at hyggja at stórbæra fossinum. Grasfløturnar eru týdningarmesta landbúnaðarlendið í Kanada, mest verður velt av hveiti, og har er nógv neytahald. Aðrastaðni verður nógv frukt og grønmeti dyrkað. Súrepli eru týdningarmesta frukt í landinum. Ímillum Ontariovatn og Erievatn er fruktagóða lendið Niagara. Vøtnini verja lendið fyri kalda veðurlagnum norðaneftir, og tað hevur við sær, at til dømis perur, blommur, ferskur og kirsiber vaksa væl har á leiðini.

Kanada ætlar sær í 2013 at gera krav uppá Norðpólin og tað ríka havið har. Kravið verður sett fram í sambandi við at Kanada fer at søkja ST um munandi størri øki norðanfyri í Arktis. Kravið verður í stríð við bæði Danmark og Russland, sum bæði eisini fara at krevja rættindi til havið um Norðurpólin. Tey fara at grunda sítt krav við, at Norðpólurin liggur í teirra landgrunni. Sambært ST-havrættarsáttmálanum mugu partarnir tó leggja fram jarðfrøðilig prógv fyri náturliga framhaldinum av landgrunninum út um 200 fjórðingar.